Skip to main content

Róptu teir á týskum?


Holocaustdagin sá eg týska filmin Als Hitler das rosa Kaninchen stahl um húskið, sum undir krígnum flýddi undan nazistum til París og aðrar evropeiskar býir. Undir filminum kom eg í tankar um eina mynd, eg soleiðis hissini tók við telefonini av eini minnistalvu og einum turkaðum blómutyssi við einar kioskdyr á fornisku stórbýaroynni, Île de la Cité, mitt í París. Tað var í mars í fjør, tá kjak um týskt í heimaskúlanum var uppá tað hægsta og koronasmittan enn ikki hevði nátt at steðga øllum, eisini heilavirksemi. Fremmandi franski tankin, sum enn eltir meg, var, um hermenninir, ið róku tey fjøruti børnini úr hesum friðaða bygningi við 112 fólkum í 1942, mundu rópa á týskum ella fronskum? Var tað Heraus ella Sortir teir róptu á kjarnuoynni í mentabýnum? Tað er líkasum at proppur kemur í heimligu hugsjónina og meiningina at læra seg fremmandamál, tá tú sært film sum hendan týska, og rennir teg í talvur sum hesa fronsku ein morgun til handils at keypa breyð. Hvar var øvrigheitin, og hvussu kom tað so vítt í hesum miðevropeiska duri í tveyogfjøruti?