Trúði ikki mínum egnu eygum, tá eg fór at blaða í orðabókini, at finna eina yvirskrift til ein blogg um at hundsa. Tí tey hava so miriliga rætt, sum siga, at føroyskt er eitt mannfólkamál. Hygg bara eftir klipta døminum hjá Orðabókagrunninum, sum er sett omanfyri.
Tað krevst ikki tann stórtøkna tekstagreiningin í móðurmálsfakinum at finna fram til, hvør liggur omaná, er hin ráðandi, og hvør liggur undir, er hin órættaði. Ja, sjálvt hatta orðið er eitt kallkynsorð, tá hon framman fyri dómaranum tekur tað í munnin og svarar: Eg eri hin órættaði.
Hinvegin, tá aðalfundur er í mínum egna felag, fer fleirtalið at binda. Fyrilitarleyst at binda. Atferðin er kynsbundin, tí bara felagslimir av einum kyni binda. Hitt kynið tolererar glintandi bindingina og at drigið og mátað verður, so fólk sita og veipa sum skuggamyndir hjá Tróndi í undirsjóvartunlinum, og onkur, sum er innkeyptur fyri nógvar pengar, og tí hevur orðið, spyr, hvat tað er tey vilja, nú tey peikaðu upp. Nei, eg bara bindi er svarið. So halda felagslimirnir, sum eru í stórum fleirtali, fram at binda og hyggja niður í egna fangið, meðan fakfelagsliga framtíðin verður borin fram á pallinum.
Ímeðan rýmir annað kynið.
Ein útskúgving, sum Orðabókagrunnurin kallar tað, er sett í gongd. Og tað er ikki sum at verða sett í gongd á føðideildini, tí tú sum kynsvera nú ert komin á tíð. Nei, tað er ein útskúgving, sum fer upp og niður eftir stólpum og veggum í hvørjari arbeiðsstovu. Útskúgving. Eitt avbjóðandi orð úr kynsbundnu orðabókini. Útskúgvingin, sum nú er komin í hana.