Upp móti útlendskum lyktapelum spírar í heimliga túninum og tey spæla føroyskt í morgun. Samstundis sum tað er lívsjáttandi, er tað eitt sindur av lord Kitchener yvir tí, tá Útvarpið sigur, at nú skulu vit spæla føroyskt, og atkvøða fyri einum av seksotretivu føroyskum sangum, sum komu út í fjør. Teir eru settir upp eftir bókstavaraðnum, og tú skalt bara gera eitt klikk. So hevur tú atkvøtt
Tað havi eg ongantíð gjørt fyrr. Atkvøtt.
Men so kom ein várligur hugur at atkvøða, tá Eyðfinn Jensen vinarliga minti okkum á tað við dømum úr einum úrvalslista frá í fjør.
Tá varnaðist eg dygdirnar í sanginum hjá Páll Finnur Páll Býurin svevur. Stuttliga orðasmíðið, sangurin, sum turrisliga peikar til deLillos, og so gittarklangurin og riffini. Alt klingar aftur og minnir meg um eina leið á TV2 og U2, og er tó púra føroyskt yvir morgunvaskinum. Og so fortaldi ein av teimum, at sangurin er skrivaður í Klaksvík, so nú er tað eisini ein Klaksvíkssangur, hóast Porrlýsið í leiðandi forsíðugrein kundi staðfesta, at klaksvíkingar eru útihýstir í Kringvarpinum og øllum, sum fyriferst í Havn. Tað kundi verið so.
Men tað gevur mær ein eyka vilja nettupp at atkvøða.
Tí greitt er, at tónleikur er ikki bara sangur í felag, men eisini lokalpolitisk makt. Tað slagið av makt, sum kom í føroysku fólkasálina, tá vit blivu eitt valdømi. Tá gjørdist hon lokalt-representativ, maktin. Tú ert staðurin, tú ert úr. Jú, tað er so.
Tí kann hesin góði tankin um at spæla føroyskt í eina heila viku verða eitt sindur avbjóðandi, um tú ert vilstur á sjálvfitnisleið í føroysku útryðjuni. Men gott er.
Sum upptakt til FMA eiga vit at spæla føroyskt og sóla okkum í streyminum av útgávum, sum hvørt ár stroyma til okkara, hvar vit so eru í heimlandinum.
Tónleikurin er helst tað seinasta, ið letur seg steðga og binda niður.
Hvørki farsótt ella uppgjørt roks frá Porrlýsinum fer nakrantíð at steðga føroyskum tónleiki.
Er tað nakað, sum vit onnur í Føroyum hava lært, so er tað at tónleik gera vit í felag. Ikki uppá tross av útheiminum og fyri at steingja hann úti, nei, fyri at fagna tí universellu styrki, sum býr í tónleiki, tá hann rakar teg við morgunborðið, og tú uppdagar resonansin í akkurát hesum sangi í hesi løtu. Har er føroyska morgunstyrkin. Og onga aðrastaðni. Tónleikurin eigur hana.
Og so slettis ikki tann fakfelagsliga lønarstyrkin sum øvrigheitspersónar kropp á kroppu í Degi og Viku vilja forsikra okkum um, at hon, maktin, er væl forvarað í júst teirra koronadálkaðu hondum.
Aldri fyrr hevur hin institutionaliseraða maktin, sum livir sítt stilla skuggalív í ongamannalandi, saman við hinari beinleiðis valdu politisku maktini á Vaglinum, verið veikari og meira ákærd, enn hetta farna árið við koronastongsili, har danski landslæknin ráðgevur og danska løgreglan ger tað, sum danski fútin sigur, tey skulu gera. Tjóðskaparliga eru vit nullstillaði. Detroniserað. Tað ikki bara kundi verið so, tað er so.
Tó, í sama tíðarrúmi hevur tónleikurin livað sítt egnað lív, og sum aldri áður víst sína styrki, eksistentielt og funktionelt í gerandisdegnum. Musikkflokkurin fer aldri at koma á ting. Tað er ikki tað slagið av pseudomakt hann leflar fyri. Men kortini havi eg gjørt sum aldri fyrr. Eg havi atkvøtt fyri honum, føroyska tónleikinum. Hevur tú?