Í dag fekk eg eitt tjúkt bræv við einari pólskari bók í. Gitti, at tað var Marcin Michalski, sum sendi mær lidnu bókina, eftir at hann í fleiri ár hevði sent mær spurningar um føroyskt mentanarlív, og spurt um loyvi at brúka myndir av mínum bloggi. Tað var gamaní. Men ongantíð hava vit møtst, hóast hann fyrr hevur búð í Føroyum og hevur ein pólskan blogg um Føroyar.
Heitið á bókini er Wyspy Owcze, sum er Føroyar á pólskum, og forlagið er Tramp í Stettin. Bókin telur 385 blaðsíður og er merkt av ótrúligum innliti um og áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli, og eisini landi at búgva í. Fólkatalið í Póllandi er 38 milliónir, hvønn morgun gangi eg framvið pólskum arbeiðsmonnum og á Skipasmiðjuni eru skelti á pólskum.
Nú eg lati bókina upp, standa fremst seytjan nøvn, har mítt er eitt. Undir hvørjum navni standa ymsar tøkkir. Við mítt navn stendur: Za bezcenne wsparcie merytoryczne i odpowiedzi na setki pytan dotyczacychkultury. Nú er gott at hava Google translate, sum dugir at siga mær, at pólska orðingin kann týðast til: Thanks for invaluable substantive support and answers to hundreds of questions about culture.
Tey, sum hava skrivað pólsku bókina um Føroyar sum ferðamál, eru Maciej Brencz, Kinga Eysturland, Marcin Jakubowski, Łukasz Łach og Marcin Michalski.
Kinga er tann einasti av høvundunum, sum býr í Føroyum. Í 2003 kom ein pólsk ferðabók um Føroyar, sum Marek Jakubowski og Marek Loos skrivaðu fyri sama forlag. Tey fylgja væl við í føroyskum viðurskiftum og hava á heimasíðuni longu tíðindi um, at Gunnar Hoydal er deyður. Í bókini eru eisini upplýsingar um nýggju Nørrønu og um Eysturoyartunnilin.