Skuggablonda er høvuðsheitið á seks verkum hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard. Undirheitini eru Streymur, Ætt, Tám, Æl, Kyrra og Tutl. Tøknin er bundin føroysk ull, sett í passepartout og rammu úr træ og sýnd fram undir museumsglasi, so ein greið dýpd kenst og litirnir sleppa at spæla í innkastaða ljósinum tá tað rakar botnin í innrammingini.
Tað, tú leggur eftir tær, er heitið á bundnum verki við vhs bondum eftir Maibritt Marjunardóttir, sum er ein av teim 14, ið eru við á Várframsýningini. Hugtakandi verk úr syntetiskari vhs-ull, úrdrigið videoband við familju- og Prix Føroyar upptøkum, sum ein risa parúkkur, settur á ein svartan framsýningarkassa. Tú ert tað, tú leggur eftir tær. Eins og volvo merkir eg rulli, so merkir video eg hyggi. Spennandi verk, sum er framúr savningarlutur mitt á gólvinum í framsýningini.
Lydia Hansen, sum júst er flutt úr Berlin til heimbygdina Gøtugjógv, hevur tvær atmosferufyltar fotomyndir, sum eru uttan heiti. Serliga væl dámar mær fasadumyndina, sum er av tveimum rúmum, har nakað sæst í tí handara rúminum, um tú steðgar og hyggur, og fært eygað á eitt annað lag í fotomyndini. Men so vísur Lydia hjá Jóannes hjá Jakku hjá Marsannu mær á verkstaðin hjá abbanum, Jakku, sum í kjallaranum umvældi skógvar. Góð fotouppliving.
Felagið Føroysk Myndlistafólk bjóðaði fríggjadagin til Várframsýning, sum er søluframsýning, og festligt fríggjadagsábit í Listasavni Føroya, so sum siður hevur verið síðan 1990. Hevur tú verið við á Várframsýningini tríggjar ferðir, so kanst tú gerast limur í Føroyskum Myndlistafólkum, so henda framsýningin er hin einasta, ið fyriskipanarliga er progressiv, tí hon hevur eitt íbygt menningarstig. Tí er hon einasta afturvendandi kjakskapandi myndlistaframsýning.
Persónligir fyriskiparar, felagsins vegna, eru Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen. Saman við Solveig Hanusardóttir Olsen, sum er savnsumsjónarfólk í Listaskálanum, hava tey hongt verkini upp.
Tey trý hava heitt á fólk um at senda verk inn, og síðani tikið støðu til tað, ið veruliga kom inn, og endaliga valt tey 32 verkini burturúr, sum nú síggjast á Várframsýningina og eru hongd á veggin og sett framm á gólvið í Listaskálanum heilt til 16. mai, tá Várkonsertin við Symfoniorkestrinum longu hevur verið dagin fyri í Norðurlandahúsinum. Samfelagið, sum hevur hildið okkum í búri í eitt ár, fer nú at opna seg, og tá vaksinan, sum kemur úr fremmandum londum, einaferð verður útbreidd her hjá okkum, verða vit loyst úr lagdi og sleppa at ferðast og møta øðrum enn okkum sjálvum. Kanska er korona størsta fordummilsisprosess nakrantíð. Í innilæstum løtum kann mann fáa ein evarska lítlan varhuga av, hvussu jødar munnu hava havt tað, tá teir bíðaðu eftir ferðaloyvi í Týsklandi í tríatiárunum. Og her er tað, at listin kemur inn í myndina. Í samfelagsligum stongsili er neyvan nakað sum list, ið kann loysa fyri nýggjum sannkenningum og upplivingum, hádjúpar ella bara flatligt gerandisligar.
Og hetta við at loysa seg leysan av vegginum á dagsins Várframsýning og verða sett framm á gólvið, skal takast heilt bókstaviliga.
Eitt av verkunum í Listaskálanum í Gundadali hevur heitið Heimavøllur, sum er hvít borðinstallatión í vinkul hjá Rannvá Holm Mortensen og Guðrið Poulsen. Heimavøllurin, ið er sum rekvisittur til eitt maskaraduball, ella kanska filmin Festen (1998) hjá Vinterberg, fyllir 1200 x 80 x 300 cm í vinkuli fram eftir gólvinum í høvuðsstaðardalinum, har fleiri og nógv størri kommunalir heimavallir eru beint uttanfyri, hóast evnið og kappingarmomentið har er bóltur heldur enn skreyt, matur og borðskifti, ið helst er nógv blóðigari á borgarligum heimavølli hvønn dag í árinum, meðan bringureyði hoyrist í trøunum uttanfyri, púra laiv.
Hin installatiónin, Raritetskabinettið hjá Ole Wich, fyllir eftir skránni 250 x 250 x 300 cm og er savnað í flytikassar í fjøruti ár. Saman við einum drúgvum katalogi, sum blaðast kann í, er hetta millum mest spennandi framsýningarverkini fyri mínum eygum henda fríggjadag, serliga við savnsgrundaranum Ole Worm (1588-1654) í huga, men eisini at síggja skræddaraseymaða klædninginum hjá Knút Lambaa. Men aftur krevur verkið tíð at taka inn, og at fáa ein lítlan varhuga av hvørjum smáluti, sum heilt vist eru fleiri enn túsund.
Við síðuna av Ole’sa raritetskabinetti hongur svalliga sveimandi oljumálningurin Nuclear Office hjá Kirstin Helgadóttir.
Hinumegin veggin eru Waves of Melancholia hjá Brandi Paturssyni, sum er reint og avskermað landslagsvideo frá Canon 5D mark IV, sum er speglað upp og niður, og so ljóð úr vatni í hálvan fimta minutt, sum koyrir í loop, innast á stóra vegginum aftanfyri í Skálanum. Gott rúm við góðari fyllu á góðum veggi.
Stjórin á Listasavninum, Karina Lykke Grand, bjóðaði vælkomin og beyð Kinnu Poulsen at seta framsýningina.
So spældi Herluf Lützen Pat Metheny, Morgun hjá Martin Joensen og egin løg á bláa Les Paul Studio gittaran afturvið serveringini í kaffistovuni, ið eisini er samanbindandi inngongd, har ferðandi fotoframsýningin Weather Diaries sæst. Hon var eisini at síggja í Norðurlandahúsinum Mentanarnáttina í juni i 2015, har myndakvinnurnar, Sarah Cooper úr USA og Nina Gorfer úr Eysturríki, vóru til staðar. Ein estetiskt søkjandi framsýning, sum stóð seg betur í prentaðu kvinnubløðunum og har áleina, heldur enn í einum framsýningarhøli, har eg haldi hon órógvar, um ísenuseting og spotlights ikki makta akkurát hesar rammurnar. Haldi hon órógvaði eitt sindur henda dag, framsýningin.
Tá er tað meira ein jarðbundin what-you-see-is-what-you-get karmur um afturvendandi heimligu Várframsýningina, sum øll kunnu senda inn til. Dømingin er ókeypis og nógv hava sent inn, siga fyrireikararnir í innbjóðingini til upplatingardagin.
Í navnalistanum, sum tó bara telur 14 fólk, síggi eg hesuferð trý nøvn, sum eg ikki minnist meg hava sæð fyrr í hesum høpi. Tað eru tær báðar áðurnevndu Lydia Hansen, fotografur, Maibritt Marjunardóttir, tekstilsniðgevi, og so rithøvudurin Jóanes Nielsen, sum nú eisini er blivin myndlistamaður. Eg vil goyma og drýggja hann til seinni, tí hann er mín størsta gleði á hesi framsýning, sum hóast avmarkað í heild, nærum flýtir yvir við korresponderandi lutum og litum á ymsu veggunum.
Hini nøvnini á Várframsýningini 2021 eru í bókstavarøð: Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Elin Josefina Smith, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Ole Wich, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rannvá Holm Mortensen, Guðrið Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Vagnur Dam.
Heitið á teim trimum myndlistaverkunum hjá arbeiðaraskaldinum Jóanesi Nielsen er Rapport från en skurhink, ið er sama heitið, sum metsølubókin hjá Maju Ekelöf (1918-1989) í 1970, søga, ella myndir, úr eini vaskispann. Ummælarin hjá Aftonbladet vælsignaði longu handritið til bókina um gólvspannina við orðunum “den hittills klaraste och ovedersägligaste bilden av svensk låglönevardag under 60-talet”. Politisk føroysk arbeiðaralist, sum stendur greið og sterk og uttan síðustykki er allarbest á hesi framsýning, tí hon er so smittandi fylt av ovfarakæti og yvirskoti, ið summi menniskju eiga, men eingin banki í allari verðini.
Tannbust sum skrubba, proppar sum spannir og ein svenskur elgur, klovin í tvey, settur trúnandi ovast á Sviaríki, so útsiktin er optimal, so sum ferðafólkið sambært myndugleikunum skal uppliva folkhemmet í allari nykterismu, sum láglønarstættin tryggjar reinføri úr suðuri í norð, frá Skåne og Bofors til midnáttarsól. Og so ein uppskorin Stalin-bók. Í hesum minimalistiska Playmo-universi er eitt arbeiðarahjarta, sum dukar í hvørjum kamari.
Á einum øðrum pláni er hetta við láglønarviðurskiftum hjá fólki yvirhøvur og tað serliga listarfólki í stættarsamfelagnum altíð spennandi. Mest tí, at í okkara hysterisku forsiktigheitsmentan hevur tað at fara til myndlistaframsýningar síðan romantikkin verið ein reinskúrað og heilag uppliving, sum er leys av pekuniera gerandissamfelagnum, sum vit lata vera uttanfyri, meðan vit turka okkum á gáttini við dyrnar og kanska fara úr skónum. Meiningsdannandi vaccumjournalistar, sum liva við redaktionellum skotti millum avrik og pengar, vilja ikki viðurkenna, at teir liva í einum kommersiellum samfelag, har valuta er einasta fyribrigdi, sum ikki er til diskussión. Enn hava vaccumjournalistar ikki varpað ljós á, hvussu umsetilig føroysk myndlist er. Tað bíði eg spentur eftir. Ikki fyrr enn vit viðurkenna, at eitt listaverk, sum er til sølu - hevur ein prís, sum verður avtalaður millum upphavslistarfólkið, avgjald til galleristin og so einstaka keyparan - koma vit víðari í eini viðurkenning av, at øll listafólk liva í og hava ein sjálvsagdan tilverurætt eins og øll onnur proletariserað fólk í okkara egna samfelag, ið eg ynski at kalla samhaldsfast, hóast bilettir so verða loystar í eyst og í vest til forút defineraðar upplivingar á palli, í rúmi, á lørifti, í bókum, á plátum og you name it.
Við heitinum Fátækur at vera skapti Elin Josefina Smith mær henda samfelagsliga hugsunartráð millum mappuna og hugsjónina. Turt konstaterandi verkið hjá henni er tusj á pappír, sum er til akvarel, málar 58 x 44 cm og er til sølu fyri 4.400 krónur.
Við síðuna av hongur eitt stórt ferðavinnuflagg hjá Vagni Dam, vovið í Frelsunarhers-litum, sum í sniðfundugt proklamerandi eysturevropeiskum ferðavinnuorðalagi fær meg at hugsa um undirheitið á nýggjasta Borat-filminum og hansara lýsing av Kasakstan. Í flaggandi proklamatiónini er hetta stuttligt. Men er hetta gjørt í nærlagdum álvara, so verið eg ræddur og bangin. Í hesum millumrúmið resonerar góð líst.
Við síðuna av risastóra litorgastiska vegginum við teim hondgjørdu tusjtekningunum hjá Tummas Jákupi Thomsen, hongur Jón Sonni Jensen við sansaliga ljósareytt hugtakandi meira-enn-hálverotisku verkunum, Small Prototype, sum eru úr skúmi og mylar, hildið fast í gipsi, sum eitt nonsjálant slips slongt um hálsin, ella ein vulger fløtakaka ella bara eitt ljósskelti í oyðuni í Las Vegas, sum komplimenterar litmongdina á hinum endanum á vegginum. Undir heitinum Industrial Bondage heldur framsýningin hjá Jón Sonna fram niðri í Steinprenti á Skálatrøð í morgin. Fert tú oman har, kanst tú í kommunalpolitiskum várljósi telja parkeringsplássini og halda tey upp móti leikhúslistarligum viðurskiftum. So sært tú, hvør er við yvirlutan í skattafíggjaða mentapolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, bilurin ella listin. Sami armóðsdystur heldur nú fram á Eystaruvág.
Nógv fólk var á Várframsýningini í dag. Ein framsýning, sum týðuliga skapar kjak, eins og hon hevur gjørt øll tey undanfarnu árini.
Á Várframsýningini uppi í Listaskálanum eru 32 verk, 28 teirra eru til sølu fyri tilsamans 278.200 krónur, eitt er ogn og trý eru til sølu eftir avtalu.