Skip to main content

The Serpent - krimi úr veruleikanum

Tvær spennandi røðir á Netflix taka støði í søguliga franska hjálandaveldinum. Í Franska Vesturafrika, sum nú er Senegal, verður ytsti karmur í søgunum um gentlemantjóðin Lupin lagdur, og í hini spildurnýggju røðini The Serpent, verður indokinesiska upphavið brúkt sum tema, at skilja hópdrápsmannin Charles Sobhraj. 

Hin fyrra røðin, sum byggir á 25 klassiskar franskar bøkur frá 1905 og fram, er hóast koplingar til franska nútíðarsamfelagið tað reina uppspinn. Hinvegin er hin seinna tann blektaða sannheit og byggir á drúgt rannsóknararbeiði hjá Interpol, tailendskari løgreglu, journalistum og niðurlendsku sendistovuni í Bangkok. 

Hevði henda seinna filmsrøðin, The Serpent, sum er í átta pørtum, har hvør parturin er 58 minuttir, ikki verið kunngjørd sum faktabaserað, hevði eg ikki trúð uppá hana ella tíma at hugt eftir henni, serliga tí at sprungið verður aftur og fram í tíð alla tíðina. Men veruleikakrimi, true crime, er ein sjangra, sum í hesum døgum leggur alt aftur um seg, hvussu dýriskar og ósamanhangandi hendingarnar eru. Veruleikin vinnur sum vant á allari fiktión.

Høvuðsmaðurin, Charles Sobhraj, kallaður The Serpent, The Bikini Killer og The Splitting Killer, hevur fleiri persónsnøvn, og er eins og fiktivi Lupin, ein meistari at skifta útsjónd, alt eftir hvørji pass hann hevur stolið frá vesturlendskum ferðandi ungfólkum, mest hippiarum á the Hippie Trail í India, Nepal og Tailandi í 1975 og 76.

Sobhraj er føddur í Saigon í Indokina í 1944, har mamman var vjetnamesisk handilskona og pápin indiskur handilsmaður. Tykist, sum henda stættarstøða hevur fýrt upp undir eina undirlutakenslu, ið støðugt drívur Sobhraj til at eleminera fólk, ikki tí hann per se er blóðtostandi drápsmaður av vanliga bestialska slagnum, sum vit oftast síggja á filmi, men heldur tí at hann mest sum av handahógvi, bara soleiðis, ger sær gerandisligar útvegir fyri at fáa pengarnar hjá vesturlendsku ferðafólkunum til eina hedonistiska tilveru í Bangkok, har hann er gudalíknandi miðdepilin, og gimsteinar eina løtu eru stavnhaldið.

Ein starvsmaður á niðurlendsku sendistovuni í Bangkok, Herman Knippenberg, tekur av sínum eintingum á seg at kanna, hvat varð av tveimum ungfólkum, ið hvurvu. Hóast løgreglan treyðugt vil taka málið upp, fær hann skjótt innlit í korruptión og kriminalitet í stóra ferðafólkabýnum, har myndugleikarnir vilja hjúkla um blómandi ferðavinnuna. 

Hetta er ikki ein vanligur krimi, tí hetta eru søgur úr eins veruliga og ótrúliga lívinum hjá vinaliga manipulerandi Sobhraj, ið hevur framúr evni at finna ung vesturlendsk ferðafólk, sum eru komin í eina óhepna støðu, sum drápsmaðurin oftast sjálvur hevur elvt til, so hann kann hjálpa og knýta nýggj persónlig bond, bara fyri í minsta lagi at stjala passið og teir ferðakekkar, sum tað gevur atgongd til. At menniskjan kann verða so djevulsk, kann bara veruleikin avdúka og sanna. 

Sobhraj er enn á lívi og nógv er at lesa um hann á netinum, til dømis hvussu hann fleiri ferðir hevur selt lívssøgu og morðfrásagnir til heimsins fremstu miðlar, tað verið seg avísir, bókaforløg, sjónvarpsstøðir og spælifilmsframleiðarar. 

Nýggjasti filmur er hesin, The Serpent, sum BBC og Netflix hava gjørt. Eg hugdi eftir honum út í eitt í átta tímar. Hevur tú áhuga í veruleikakrimi við flottastu natúrsenum, so er henda røðin akkurát nakað fyri teg. Men tíðarskiftini aftur og fram eru krevjandi. Og so er tað tað, at hevur tú børn ella vinfólk, sum ætla sær í Fjareystur at ferðast, so er ikki ráðiligt at fáa innlit í søguna um Sobhraj. Avgjørt ikki. Henda faktabaseraða filmsrøð strikaði definitivt India, Nepal og Tailand sum ein ferðamøguleika í mínum hugaheimi.