Skip to main content

Posts

Showing posts from November, 2021

Stuttflutt ger allan munin

Eitt ræst seyðarhøvd frá grannanum, Dániali Jakobsen, lagt upp úr gassgrýtuni hjá Janusi undir ljósareyðum ljósi í grøna vakstarhúsinum hjá Jón og Janu í Hvamminum í Tórsbyrgi. Sindur djevulskt er svidna høvdið á at líta í grøn-reyða ljósinum yvir froðandi dampinum úr undirjarðiska soðnum. Men tað er stuttflutt og longst frá grammleika, ræsta grannahøvdið. Tey eru loysunarorðini, skulu vit tosa um burðardygga gastronomiska vinnu, sum gongur hond í hond við okkara egna ynski um borðreiðing, eitt kvøld tú fert út at eta. Ja, og so ferðavinnuni eisini. Henni, sum víðkar um marknaðin, so vit kunnu hava matstovur gangandi eitt lítið sindur longur út á árið, og sjálvi fáa avleitt virksemi og upplivingar, eisini av tí óvæntaða slagnum sum í hesum føri í Hvamminum. Ikki tí, eg vænti ikki at ferðafólkið leggur seg eftir røstum seyðarhøvdi sum tað fyrsta. Hvørki fyri smakk ella útsjónd. Tað var í heyst, at grannin, Dánial, bjóðaði til feska grind. Tað er sum Skriftin sigur: ”Gloymið ikki at vera...

Fyrsti sunnudagur í advent

Einki er sum at skoða mannaskapt inntriv í náttúruna. At síggja hond verða lagda á ótamda náttúru og skapa kultur, tá tær leggja land undir seg, maskinurnar, ið kultivera landið, dumparar, rennugravarar og brøytir. Tað er nakað tølandi við hesum stóru maskinum, sum ótamdar taka niður í órørda bøkkin, ikki minst tá nýlagstur kavi fyrsta sunnudag í advent kámar gerina undir einum jólaligum følvi, hóast hon grafiskt stendur markantari í hvíta kavanum, lendisgerin. Ein hundaeigari fer út eftir gøtuni fram við Hoydalsá. Her er alt sum tað skal vera á hundagøtuni. Við Boðanesi og Hoydalsá sum næsta granna er upplagt at fara ein gongutúr úr Tórsbyrgi í liggjandi góðveðrinum. Lendið er longu gjøgnumgatað av gøtum. Tyrlan setir seg og fer avstað aftur við ferðafólki, og sum eg eygleiði hana, síggi eg eina nýggja breiða gøtu um Boðanesgjógv og út móti Hvítasandi, ið er beint undir tyrlupallinum, har sum havnarfólk fyrr tóku sand, tá tey bygdu og stoyptu. Nú er allur tann hvíti sandur burtur og s...

- Eg havi høvdið fult av myndum!

Fríggjadagin 3. desember letur Jórun Dánialsdóttir Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við 50 myndum og 40 koddum. Eg spyrji, um hon meinar við pútur.  - Nei, sigur Jórun avgjørd. Í skúlanum lærdi føroysktlærarin okkum, at tað æt koddi. Tú kundi siga stovukoddi ella seingjarkoddi. Hitt orðið, púta, merkir hora, sigur Jórun, sum longu nú hevur grundgivið fyri, hví hon sigur koddi. Her hevur hon endurnýtt brúkt gomul slips til koddarnar. Vit, sum vitja, eru floksfelagar úr barnaskúlanum og hava altíð kent Jórun. Hon er mostur Martin, sum er ein okkara. Vit møtast javnan, og nú vit hoyrdu, at Jórun arbeiðir við nýggjari framsýning, spurdu vit, um vit kundu støkka inn á gólvið í Sílagøtu, har hon býr og arbeiðir. Jú, tað var gamaní. Fyrst fyri í nýfalna kavanum er turt kjøt úr Bø. Vit skifta orð um barnaskúla og lenda á, hvussu umráðandi tað er, at verða hildin til í evning og kreativu lærugreinunum ikki minst í rokning. Sjálvur havi eg tað soleiðis, at í fimta flokki helt eg ...