Nú fæst nakað so sjáldsamt sum ein teknirøð á føroyskum, »Frúa og Flúgvi«, í bókabúðunum.
Tað er Trygvi Danielsen, sum hevur týtt virðisløntu teknirøðina hjá Jonas í Dali Wagner »Frøken og Flyver« til føroyskt. Trygvi hevur givið donsku teknirøðini ein málburð, so hon er løtt at lesa hjá børnum, ið sjálvi duga at lesa, ella um lisið verður fyri teimum.
- Tað er týdningarmikið, at teknaðu søgurnar eru í eygnahædd við børnini, sigur Jonas.
Teknirøðin er um hin lítla veingjaleysa Flúgva, sum svøltandi húskið sendur út í kavaoyðuna at finna summarið. Flúgvi er næstan stirðnaður, tá vindurin tekur hann á miðari nátt og førir hann til húsið, har Frúan býr. Hon vaknar tá Flúgvi fer í køliskápið at fáa sær ein náttarbita. So bjóðar hon kakao.
Eitt vinarlag við gleði, sorg og kærleika tekur seg upp teirra millum. Men bæði vita, at alt kann skeiklast, um kaldi vindurin aftur fer at herja á lítla staðin, har tey búgva.
Jonas í Dali Wagner, sum fleiri føroysk filmsfólk hava notið gott av, tí hann hevur so stóra vitan um at menna søgur á filmi, fór at gera teknirøðir í 1980’unum. Hann bleiv kendur í 1992, tá hann við »Frøken og Flyver« vann eina kapping um nýggjar teknirøðir, sum Berlingske Tidende og forlagið Gyldendal skipaðu fyri.
Heftið »Frøken og Flyver - Så længe vi lever« kom út í 1993 og vann tríggjar virðislønir - besta danska teknirøð, best skrivaða danska teknirøðin og besta danska teknirøð, sum var í litum.
Teknirøðin er í litum, telur 40 síður og er í eini lagaligari stødd hjá børnum at lesa og blaða í.
Útgevararnir spyrja, hvussu tað man bera til, at so fáar føroyskar teknirøðir eru komnar hesi seinastu mongu árini. - Tí neyvan nakað kann, sum teknirøðir á móðurmálinum, fáa børn at lesa, og geva teimum eina góða uppliving og byrjan í vanunum at lesa.
Teknirøðin »Frúa og Flúgvi« kostar kr 129,95 og fæst i bókabúðunum kring landið.