Meðan vit hoyra um russar, sum við trettan líkbrenningarvognum fara um tann ganska bý í Mariupol at grava upp aftur tey lík, teir sjálvir hava pínt lívið úr, verða vit páskavælsignað við lokalari framleiðslu, sum í brúnasíða miðlagráanum megnar at seta nýggjan føroyskan lit á páskirnar.
Nýggjasti sjónvarpspartur av tónleikasendingini Í luftini setti páskaprikkin yvir i’ið við framúr upptøkum úr Álakeri við einum gulum húsum í Hornabø í baksýni, sum góvu eitt livandi páskaperspektiv við teim báðum ljóst bláu og reyðu, Heiðriki og Sigmundi, í Kóboykex, sum høvdu eina visuelt og musikalskt vælskipaða studioframførslu, har maskumaðurin, haldi tað var Heðin, var hugtakandi multigittaristurin, og Unn var operasangarinnan í gulldress sum Annie Get Your Gun, ella jodlandi kúrekagentan Jessie í Toy Story. Eitt undirfundiga vælsamanskrúvað sett og sjov, perfekt til einar litfagrar páskir. Framúr nýbrot í øllum liðum!
Hetta við yvirliti, at røkka út í hvønn krók, og ganga niðan á hvønn heygg, innan byrjað verður, er páskagávan, sum Suni Merkistein gav okkum í fyrsta parti av teim fimm, at síggja til, væluppløgdu sjónvarpssendingunum, ið hava sett sær fyri at lýsa William Heinesen fyri okkum, fólkinum í Føroyum, og ikki bara í optikkinum hjá teimum, vit fyrr hava sæð. At formidla mentan og list er eisini at høgga í sementeraðu løgini í stættarsamfelagnum og prædika til onnur enn tey, sum longu sita frammi í kóri. Hetta kemur Suni væl frá, ikki bara tá hann sleppur at klippa í filminum hjá Rólanti Thomsen Tríggir varðar, og tá Marius Johannessen fær William at floyta, William við tí sjáldsama tosingarlagnum, har næstan hvørt orð verður ballað inn og sent av varrunum við nógvari luft sum var tað ein poetiskur floytitóni meðan sigarin bíðar.
Fremsta skaldið, sum føroyski skúlin sjálvt í mínari tíð ikki hevði tikið til sín, ivaleyst tí hann rakti so meint og beint, og ikki minst tí at hann ikki skrivaði á føroyskum, men á donskum, og tí var ein paria, sum hevði málað seg upp í ein krók uttanfyri føroyskt mark. Ikki fyrr enn ein eftirløntur danskur lærari avloysti okkara faklærara í donskum á linju í fýrsunum á Læraraskúlanum fóru vit at lesa William Heinesen. Danski móðurmálslærarin bleiv kløkkur av støðuni, sum William Heinesen hevði, ella rættari ongantíð hevði fingið, í føroyska skúlanum. Við danska læraranum, Michael Rasmussen, var serliga hugtakandi at lesa Don Juan fra Tranhuset og halda søguna saman við einum ætlaðum donskum filmshandriti, sum varð vrakað, tí leikstjórin varð mettur ov gamal at fanga erotiska grundtónan og spælið í leikandi søguni, og so yrkingasavnið Panorama med regnbue. Eftir henda menniskjaríka og óvanliga fleirtáttaða inngang til fimmparta søguna um William Heinesen í føroyskum sjónvarpi gleði eg meg til tað, sum nú er í væntu. Fleirfalt framúr!
Annað páskakvøld hava vit fingið lovað konsert við Teen Street, har gittarleikarin, Benjamin Djurhuus, hugtók meg við Stevie Ray Vaughn parafrasum, púra laiv tað kvøldið, tá FMA virðislønirnar vórðu handaðar, og Rólant Waag Dam samskipaði eins og hann ger í førinum Í luftini.
Tað er alt annað enn sjálvsagt, at vit hava eina miðlaframleiðslu á okkara egna máli, sum hvønn dag í árinum verður send í okkara miðlum. Ein páskatøkk fyri tað - við ynskjum um einar gleðiligar páskir!