Fyrsta umfar í Grand Prix finaluni er liðugt og endaumfarið verður sent í øllum norðurlendskum sjónvørpum, uttan tí føroyska, leygarkvøldið klokkan átta. Stórbæra sjovið, sum altíð er stuttligt at síggja, nú tað kallast Eurovision Song Contest, er í Torino har norðuri í Piemonte í Italia. Vertsskapurin fylgir vinnaranum, sum í fjør var italski rokkbólkurin við danska navninum Måneskin, ið sungu Zitti e buoni, Tig og verð fitt.
Evropeiska sangkappingin er heimsins elsta sjov, sum er so stórt.
Sjálvur helt eg, at íslendski sangurin Með hækkandi sól var hin besti. Tríggjar systrar, sum eisini kalla seg Systur, framførdu. Lovísa Elísabet Sigrúnardóttir, ið kallar seg Lay Low, eigur sangin. Í Íslandi er tað sum í russiskum skaldsøgum. Eingin verður kallaður við sínum kristna navni. Fullu nøvnini á Systrunum eru Sigríður, Elísabet og Elín Eyþórsdætur. Í 2011 fóru tær at syngja undir navninum Sísý Ey. Tónleikur er í ættini, mamman er sangarinnan Ellen Kristjánsdóttir, pápin er Mezzofortemaðurin Eyþór Gunnarsson og morbróðurin er KK, Kristján Kristjánsson, og ikki indiski sangarin, KK, Krishnakumar Kunnath. Navnið spillir ongan, men kann villleiða fleiri.
Tær tríggjar íslendsku systrarnar hava við sanginum hjá Lay Low knýtt í harmonisku siðvenjuna, sum svensku First Aid Kit skaptu í gamla og mangan foredlaða kjalarvørrinum á Gram Parsons og Emmylou Harris, og framførslan er klædd í retrolook av kovboyslagnum, har Stetsonhatturin hjá mittastu systrini situr nakað høgt á pannuni, skal eg halda fram at hefta meg við stílin, sum er allar fremsta fyribrigdið og distinktur frásagnarlutur í Eurovisiónini hjá EBU, sum er felagsskapurin av almennum sendistøðum í Evropa, uttan tí føroyska. Stílurin, klæði og kynsbundna útrykkið, eru fremstu í framsøgnini á pallinum.
Kuul er lyklaorðið fyri íslendsku Systrarnar og sangin um hækkandi sólina á teim villu víddunum, vit kenna so væl, ikki bara í kovboyfilmum, men eisini á fjarfiskileiðunum, har sjómaðurin dregur og leingist undir sól og mána. Við góðum og tøttum samljóði, harmonium, eydnast Systurnum at skumpa undir ein nýggjan snúning í hevdini, ið oftari enn ikki snarar um tey ósøgdu orðini, við einum nýggjum íslendskum sangi, sum roynir at loysa kovboytøgnina upp við orðum sum klakabönd og skammdegisskuggar. Ein fittur harmoniskur poppsangur, sum er ein vinnara verdur. Tummlar upp!
Öldurót í hljóðri sál,
þrautin þung umvafin sorgarsárum.
Þrá sem laðar, brennur sem bál,
liggur í leyni – leyndarmál – „þei þei“.
Í ljósaskiptum fær að sjá,
fegurð í frelsi sem þokast nær.
Þó næturhúmið skelli á
og ósögð orð, hugan þjá – „þei þei“.
Í dimmum vetri – hækkar sól
bræðir hjartans klakabönd – svo hlý.
Í dimmum vetri – vorið væna
vermir þitt vænghaf á ný.
Skammdegisskuggar sækja að,
bærast létt með hverjum andardrættir.
Syngur í brjósti lítið lag,
breiðir úr sér og andvarpar – „þei þei“.
Í dimmum vetri – hækkar sól
bræðir hjartans klakabönd – svo hlý.
Í dimmum vetri – vorið væna
vermir þitt vænghaf á ný.
Og hún tekst á flug
svífur að hæstu hæðum.
Og færist nær því
að finna innri ró.
Í dimmum vetri – hækkar sól
bræðir hjartans klakabönd – svo hlý.
Í dimmum vetri – vorið væna
vermir þitt vænghaf á ný.