Í dag veit netmiðilin hjá Kringvarpinum at siga, at ein málfrøðingur eigur at verða settur í starv í Kringvarpinum, tí ætlanin er at javnseta málið við journalistikkin.
Tað er fyrsta av seks tilmælum í einum málpolitikki, sum ein arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Hóast eg hvønn dag hoyri donsk heimildarfólk í tíðindasendingunum, onkran dag vóru tey fýra donsk í eini ørstuttari tíðindasending, verður ikki sagt, at brúksmálið í Kringvarpinum er føroyskt.
Í arbeiðsbólkinum, sum varð settur í oktober í fjør, vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Kringvarpið er elsti, breiðasti og týdningarmesti pallur og boðberi tá umræður føroyska mentan í orð og talu til flestu møgulig í landinum.
Hvørki kirkjur, tinghús, festivalar, ella nakar annar staður og tiltak kunnu metast javnt við Kringvarpið, har Útvarpið er hin elsti og mest grundfesti, sum serliga á morgni langt síðan er farin í fólkasálina, og so Dagur og Vika, sum í dag er hin sterkasti. Í hvussu er eftir mínari hugsan og meting sum gerandisíðin miðlabrúkari.
Netmiðilin hjá Kringvarpinum er tann minst menti, har mest kann gerast. Men inn í millum sæst live feed á heimasíðuni tá týdningarmikil evni eru fyri til dømis í tinginum. Tað havi eg hildið verið hent.
Og so verður staðfest í málpolitikkinum, at øll mál uttan danskt, norskt og svenskt skulu týðast, og kravt verður, at Kringvarpið skal vera tilvitað um, at eitt vaksandi tal av fólki í Føroyum hevur annað móðurmál enn føroyskt.