Tað var dagur í viku, ja útoyggjadagur í ári, tá Símun Gullaksen skipaði fyri árliga Floksmannadegnum í Hattarvík í gjár.
Hugvekjandi átakið sprettur úr sjónvarpssendingunum hjá Gutta Winther, Spískamarið, í 2012, sum eg tá ummældi, og gav besta skoðsmál, ikki bara fyri matgerð, men fyri tankan at ferðast oyggj úr oyggj, siga og hoyra søgur, so tær smitta, og royna tað besta til matna saman við fólki á staðnum.
Nýskapandi sjónvarpssendingarnar, sum eisini vórðu vístar í øðrum londum, hava síðan elvt til framhaldandi samstarvið millum Gutta og Símun undir heitinum Floksmannadagar. Í ár vóru 70 fólk við úti í oynni, har 30 hjálparfólk gingu til handa.
Andras Sólstein varð fakligur akkersmaður og greiddi bæði djúpt og stuttligani frá um føroyska matmentan í søguligum ljósi, og søgur og sagnir hagani úr oyggjunum, fyrst og fremst um Floksmennirnar, sjálvandi, men eisini um Skarðsmenn, ið tóku til at mana tey deyðu upp úr kirkjugarðinum í Kunoy, so heimaringurin kundi gerast nóg stórur, tá fólk á Skarði kendu seg marginaliserað.
Hesin hugvekjandi tanki, at mana tey fornisku upp úr jørðini, rewoking the trolls, stóð heilt greiður í luftini, tá Gutti og hansara handgingu menn, gróvu niður í grúgvheitu jørðina, at leggja sundurlimaðu lambskrovini niður í døkku moldina, við smakkgevandi tara og urtum omaná, innan seinasta flag varð lagt omaná, so fyrsti liður í shamanistisku matgerðini kundi byrja niðri á bakkanum undir Uppistovugarði hjá Jastrid og Símuni Gullaksen.
Kynt er upp undir Floksmannadagin 2022.
Meðan kjøtið úr Eystfellinum verður langtíðarstokt, sum tey siga á teim bonaðu gólvunum í Havn - her kundu vit sagt jarðstokt í hondum teirra, ið fyrr sleptu - varð morgunmatur serveraður, dagsskráin gjøgnumgingin, og høvið at skifta orð við fólk, fyrst í floksmannatúninum og síðan inni við ríka morgunmatarborðið.
Andras og eg tosaðu um hetta hugtakandi, sum beint nú var farið fram niðri á bakkanum, og hildu fyri, at eitt myrkurskvøld burdi alt verið sløkt, trøllini sloppin leys og eingin loyvdur at siga eitt orð. Eitt trøllaevent í trøllamyrkri.
Eftir henda heystartanka á útoyggj, syngja vit felagssang við borðið, og mest sum øll fara niðan í hagan at síggja Eystfelli, og har uppi eta ein matpakka við skerpikjøti og fáa ein heimakrýddaðan gin-dramm. Her niðri á sløttum nýti eg høvið í turra túninum at hyggja inn í sláturhusið at hitta Gutta og kokkarnar, sum eru Bjarni Lamhauge, Svein Krogh Johansen og Jóanes Reinert.
Í regninum henda leygarmorgun slapp eg fyri fyrstu ferð at royna reyðu og grønu ferðsluljósini gjøgnum trølsligu tunnlarnar. Vit koyrdu norður til Hvannasund við Jensinu og Jóhan, sum hevði leverað turkaða skinku, trý ára gamlan ost og rósubløð úr Hoydølum til Floksmannadagin. Og í hesum øki er tað einki at taka seg aftur í, at mest ágangandi bilførarar havi eg rent meg í júst á hesum leiðum. Tí er avslappandi, um enn leingi at bíða, at hava ferðsluljós. So veitst tú, hvønn vegin tað gongur.
Tá Ritan fór av Hvannasundi tíðliga í morgun, var Jim Reeves tað fyrsta eg hoyrdi úr snjalt skróvandi hátalaranum á dekkinum - Welcome to my World. Tað var sum bílagt. Seinni um dagin letur Karl Martin Samuelsen meg hoyra eina nýggja versión av Jim Reeves sanginum I Love You Because, hann hevur spælt inn. Eyðun Nolsøe fotograferar og saman við teimum báðum er Jógvan Olsen við ljómborðið, og onkuntíð traðkar Andras Sólstein eisini til við gylta horninum.
Við í samlaða prísinum fyri Floksmannadagin, sum er 1995 krónur, er sigling, ferðaleiðarar, matur, drekka og undirhald. Morguntúrurin førdi okkum fyrst yvir á Eiðið á Svínoynni, síðani á Kirkju á Fugloynni og so lendu vit á Trøllagjónni í Hattarvík, har móttøka var í morgunregninum meðan bálið sæst á bakkanum.
Tað, sum fyrst kom mær til hugs, var vendingin not in my backyard, tá vit tosa um at síggja grefligar vindmyllur, ið oyðileggja alt sýnið, vit fyrr hava sæð. Her fær merkingin øvutan týdning. Hetta sparsama inntriv er fyrimyndarligt, tá lendingar skulu gerast á útoyggj, fyri ikki um at tala á Gomlu Rætt, ið nú fer at standa eftir sum ein nyttuleysur skendsil til ævigar tíðir.
Klokkan hálvgum trý vóru øll komin oman aftur í túnið og fingu nú súpan við laksi, kryddurtum og einum snapsi, gjørdur til høvið.
Símun greiðir frá um listafólkalonina, sum hann byggir á bakkanum. Her kunnu listafólk búgva, samstundis sum møguleiki er at kvitta við eini framsýning í gamla Seglhúsinum inni í Klaksvík, har hann hevur gallarí, og konan Jastrid, hevur grafiska teknistovu. Í brekkuni omanfyri, her úti í Hattarvík, verða luksusíbúðir bygdar til stutttíðarleigu. Skilji, at Kristian Martin er við í íbúðarætlanini hjá Símuni.
Ein rib bátur leggur at. Umborð eru vinkonur, ið hava polterabend. Ein bygdamaður sigur, at tey hendinga ferðafólk, sum annars koma í land, síggjast valla millum húsini, men fara til Kirkju at eta brunsj, um tað er leygardagur, ella ein sunnudagsdøgurða av tí gamla slagnum, um tey hava bílagt áðrenn. Tað er borgarstjórin í Fugloyar kommunu, Amalia í Frammistovu, sum rekur matstovuna Kalalon, sum eisini er bed and breakfast.
Símun er eisini við í kommunalinum, eins og hann er formaður í Jarðir og í valfelagnum hjá Fólkaflokkinum her norðuri, uttan at nakað fer av autentisitetinum, tá vit hugsa og tosa um matgerð og gastronomi, sum verður sett í karm henda dag í Hattarvík.
Tað er akkurát hesin óbetaliligi autentisitetur, tú nú ert í, og skalt fóta tær í.
Símun ger akkurát tað. Traðkar fram í almenna rúminum alt árið í kring, sigur okkum um Floksmennirnar, og heystini, hvussu skarðst, akkurát soleiðis, sum hann sjálvur vil. Tað er henda heilrunna myndin av einum virknum menniskja, sum er so hugtakandi, tí tey hava dirvi at seta seg sjálvan í senu uttan at vit skulu tendra Netflix. Autentisiteur kalla vit tað.
Jastrid hevur gjørt sær vakstrarhús og gróðurkassar á Floksmannateigunum, har hon dyrkar mais, jarðber, rabarbur og myntu. Hetta er ein byrjan, men eg fari at tosa við Jón Kragesteen í Tórbyrgi, hvussu eitt vakstrarhús kann skipast, sigur Jastrid.
Oliver Joensen, sum er pápi Jastrid, fortelur, at nú hann verður 76, fer hann at gevast á Norðlýsinum 1. august. Oliver skrivar og fotograferar til blaðið um Floksmannadagin beinleiðis úr Hattarvík.
So ganga vit eftir gøtuni móti kirkjuni at síggja altartalvuna Og Orðið Var Lív, sum Oggi Lamhauge gjørdi í 2000. Eftir mínum tykki, hin grafiskt og innihaldsliga mest djúphugsaða altartalvan í landinum.
Meðan listafólkahúsini hjá Teiti Árnason Dahl eru nummar eitt her niðri, er kirkjan nummar tvey á næsta vegi niðaneftir.
Innkomin, sigur Sóley Kerlok okkum eina røð av hugtakandi søgum og sagnum, sum standa seg væl í kirkjuni. Í endanum hevur hon hagfrøðislig tøl og upplýsingar úr økinum, og steðgar við staðbundna orðið úr eini ikki so gamlari tíð - postveður.
Hjarnar og Andras spæla undir, nú vit syngja sálmin Gakk tú, tryggur fram við góðum treysti við lagi hjá løgtingsformanninum. Tá Karl Martin syngur American Tune hjá Paul Simon við lagnum Lít allar tínar leiðir, er ikki eitt eyga turt. Ein kenslurík og nemandi nýtulking.
Fólk tosa um sang, sagnir og smakk. Vit ganga framvið einum søluskápi, og verða so boðin inn í fjósið á Uppistovugarðinum, har kokkarnir og hjálparfólkini hava borðreitt við tíggju ymsum brellbitum, sum eg í allarflestu førum ikki havi smakkað fyrr.
Innkomin ert tú í aðrari verð, so hugtakandi er hetta ævintýrkenda rúmið við bláum ljósi í erva, og fjøltáttaða borðreiðingin, sum er í báðum síðum, so øll sleppa lætt og skjótt framat.
Her er laksur, hemari, lundi og lomvigi sum sandwich og hotdog, kjøtpylsa sum kebab, skinka, turrur fiskur, kjøt og grind, skræða og so at enda ostur við blommu.
Sterkasti smakkur var skerpikjøt við sauerkraut og kili. Sanniliga, krás fyri kræsnar gómar, alt samalt. Ja, tann reina slammiska, sum orðabókin sigur fyri danska hugtakið himmerigsmundfuld.
Tað er Jastrid, sum við kalligrafiskari skrift hevur lýst hvønn bita.
Eftir hesa kulinarisku rundferð í útoyggjafjósinum, varð farið oman á bakkan at grava kjøtið upp, sum nú hevði ligið í grúgvheitu jørðini í einar seks tímar, og nú - jarðstokt - varð búgvið at seta á borðið. Nú varð veðrið framúr, bøurin djúpt grønur av niðurkomnu vætuni. Stilt er á vágni, tað er deyðakyrt og stendur við klettin. Av besta postveðri. Ró, heilt til jarðarinnar enda.
Hetta er høvuðsparturin á skránni fyri dagin. Borð fyri borð fer at fáa sær upp á tallerkin, og stóru ølfløskurnar við myrka Floksmannabrygginum frá Føroya Bjór standa á borðinum, og verða ofta syftar. Lagið er gott, fólk gerast mælsk og hava nógv at tosa um.
Men meðan klokkan gongur gerst greitt, at skráin skal haldast, og skulu vit ikki verða snýtt fyri konsertina við Hjarnum, so er tað nú, afturvið høvuðsdøgurðanum og dessertini omaná. Teir eru framúr tónleikarar og geva upplivingini allan vegin eina eyka heild, hóast eg kundi hugsað mær at sitið nógv longri við borðið, eisini púra uttan tónleik, og bara tosa við borðfólkini, meðan Ritan bíðaði. Men tað ber ikki til á útoyggj.
Átjan sangir eru í heftinum, og hóast allir ikki vórðu sungnir, nærkast vit endanum á vælskipaða borðhaldinum.
Saman við øllum hjálparfólkunum, takkar Símun Gullaksen fyri undirtøkuna á Floksmannadegnum 2022. Øll fagna teimum við lógvabrestum og Pál Weihe takkar hábærsliga fyri ídnið hjá Símuni og góða borðahaldið í søguligum karmum her í Uppistovugarði, so upplivingin stendur eftir sum ektað og autentisk.
Í sama hábærsliga anda varð farið oman á lendingina, har Ritan lá og bíðaði.
Umborð varð hildið fram at syngja, Jógvan og Eyðun spældu undir, meðan oyggjarnar flutu framvið.
Ein góður dagar á útoyggj varð komin at enda. Haldi, eg havi fingið smakk fyri teimum, útoyggjunum.