Vár B. Samuelsen hevur gjørt fingeraðu altartalvuna í tríningum, triptykon, sum er fremst fyri í høvuðsrúminum í Listaskálanum. Har letur framsýningin Myndir í trúnni upp í morgin klokkan 16, og verður partur av skránni til 14. juni. Í heyst verður temaframsýning um tónleik í myndlistini.
Aftanfyri altartalvuna sæst Anker Mortensen við tveimum poetiskt vindbornum málningunum, sum í jarðlitum og loftlitum eru sum gátur at loysa, móti ítøkiliga bíbliuprentinum hjá Tórbirni Olsen til høgru.
Ímillum, á myndini omanfyri, er Anna Maria Dam Ziska, sum í trúnaði hevur kuraterað framsýningina um trúnna.
Á myndini niðanfyri sæst Theodor Eli Dam Olsen, prestur, sum fer at seta framsýningina í morgin, tá eisini Bartal Augustinussen fer at syngja og spæla. Setanarrøðan hjá Theodor um føroyska kirkjuliga list, og hvussu inspiratión kann koma frá øðrum føroyskum listafólkum, kann lesast her.
Á vegginum aftanfyri Theodor sæst Ólavsøkuklæðið, sum Edward Fuglø gjørdi til Havnar kirkju, Dómkirkjuna, í 2020.
Um Ólavsøkuklæðið verður sagt í myndaskránni, at "verkið er eitt altarklæðið, ið verður nýtt hvørja ólavsøku. Høvuðslitirnir eru reytt, blátt og hvítt, eins og litirnir í Merkinum. Í miðjuni á klæðinum er Ólavur tann Heilagi, sum ólavsøkan eisini hevur sítt navn frá. Ólavur er her avmyndaður sum ein norrønur víkingakongur við krossstavi sum tekin upp á hansara trúgv. Kongurin stendur í vatni upp undir miðju, sum vísur til dópin, tá hann fór frá heidnari trúgv til kristindóm. Í klæðinum eru harumframt 18 seyðir, sum symbolisera tær 18 oyggjarnar í Føroyum. Seyðirnir eru ymiskir í liti og kunnu tulkast sum ein ímynd av fólkunum á oyggjunum, sum, eins og seyðirnir, eru ymisk. Í ovara vinstra horni og niðara høgra horni av klæðinum síggja vit eina kvinnu við einum barni og ein mann við líggja; hesi ímynda okkara felags lagnu, ungdóm og aldurdóm, lív og deyða."
Fjúrtan listafólk eru við á framsýningini og verkini eru 54, har elsta er altartalvan frá 1842 hjá Eleanor C. Tscherning úr Miðvágs kirkju, sum varð avloyst í 2000, tá Tórbjørn Olsen málaði stóra reyða málningin av Jesu krossfesting við beiggjanum, Mariusi, sum modell. Tíðarspennið er 180 ár, tí yngsta trúðarverkið á framsýningini í Skálanum er frá í fjør.
Elenora varð fødd Lützow. Í skránni verður upplýst, at hon livdi frá 1817-1890, varð útbúgvin frá málaraskúlanum hjá Christine Løvmand, og sýndi fram á várframsýningini í Charlottenborg frá 1842 til 1849. Elenora giftist danska politikaranum Anton F. Tscherning í 1845 og altartalvan, sum hon málaði til Miðvágs kirkju, varð gjørd eftir mynd hjá italska málaranum Caracci, sum livdi í 16. øld. Myndaevnið er Kristus á krossinum og listakvinnan gav kirkjuni altartalvuna í 1843.
Savnsstjórin, Karina Lykke Grand, bjóðaði í dag til máltið og greiddi frá um myndlist úr kirkjurúminum og um bíbliur frá Landsbókasavninum.
- Hetta er eitt sentralt og frælst tema í samfelagnum, har hvørki ástoytur ella blasfemi eru partar av kjakinum ella ætlanunum. Tað serliga við føroyskari list av hesum slag, í mun til hina evropeisku, er at landslag, bátar, seyður og fuglur, verða feld inn í myndlistarligu verkini, sigur Karina.
So vísti Anna Maria runt í Skálanum og greiddi so hvørt frá um verkini, listafólkini og hvussu endamálið og málsetningurin fyri framsýningini varð slípaður og snøggaður til, so hin optimalasta breiddin og besta flogið fekst við, fyrst og fremst við hjálp frá kirkjunum, ið hava lánt lutir og altartalvur. Men málningar av kirkjum komu ikki við í úrvalið, hóast nakrir lutir frá prýðisarbeiði hjá Edwardi Fuglø í kjallaranum í Christianskirkjuni eru komnir upp at hanga á innasta vegginum.
Omanfyri sæst brot úr verki hjá Astri Luhin. Í skránni verður sagt, at "norrøn gudalæra og kvæðamentan hevur eisini ein stóran leiklut í listini hjá listakvinnuni Astri Luihn, ið til verkið Light of Darkness hevur brúkt Sjúrðarkvæðini til íblástur. Hóast Sjúrðarkvæðini ikki nevna nakran persón ella skapilsi úr norrønu gudalæru beinleiðis, so vita vit, at Óðin er til staðar í kvæðinum um Regin smið, men verður her nevndur Nornagestur. Eisini eru skrímsl og verur í kvæðunum, sum sipa til norrønu gudalæru. Til dømis ormurin Fávnir, ið er systkin hjá Regini smiði. Í verkinum eftir Astri Luihn síggja vit fólk og verur úr Sjúrðarkvæðunum, umframt ein eingil og fuglar úr føroysku náttúruni, so sum lomvigar og ravnar."
Høvuðsrúmið, sum sæst niðanfyri, er friðsælt, og Anker Mortensen, við russiska ikonmálaranum Andrej Rublev innast til vinstru, korresponderar væl við mótveggin, har Mikines hongur við Pietà og Jesusi á vatninum. Á gólvinum mitt fyri er Pætursnótin hjá Titu Vinther.
Í skránni verður sagt um halgimyndirnar hjá Anker: “Vindurin blæsur, hagar hann vil, og tú hoyrir suðið, men tú veitst ikki, hvaðani hann kemur, og hvar hann fer; so er við einum og hvørjum, ið føddur er av Andanum.” (Jóhannes 3:8). Brotið er svar Jesusar til ein spurning um andaliga endurføðing ímóti likamligari føðing. Hetta brotið er eisini íblásturin til heitini á nógvum verkum eftir listamannin Anker Mortensen. Eitt annað heiti, ið gongur aftur í nógvum av málningunum eftir sama listamann, er “Sum ígjøgnum sortar skýggja”, sum eisini er heitið á einum sálmi hjá Kingo frá 1689. Hóast hesi heitini
hava sín uppruna í átrúnaði, er Anker ikki ein religiøsur málari, samanbera vit hann við t.d. Mikines. Verkini hjá Anker eru meiri abstrakt samanborið við beinleiðis religiøsa list; bæði tá tað snýr seg um sjálvt myndevnið, men eisini, tá tað kemur til, hvat liggur aftanfyri. Tað er aloftast ikki nøkur átrúnaðarlig frásøgn, ið verður endurgivin gjøgnum myndirnar hjá listamanninum, men heldur er tað tað andaliga, ella tað eksistentiella, ið er afturvendandi evnið í verkunum eftir Anker.
Í mun til onnur lond rundan um okkum, er tað ikki siðvenja at mála halgimyndir í Føroyum. Tó finnast tað undantøk. Millum annað Anker Mortensen og Astrid Andreasen hava málað halgimyndir, ella ikonir, hvør á sín serstaka hátt. Málningurin Ikon, Andrei Rublev 1411 (1996) eftir Anker Mortensen, er, sum heitið eisini vísir á, ein nýtulking av ikonmyndini Tann Heilaga Tríeindin eftir Andrei Rublev frá 1411, ið telist millum best kendu ikonmálningarnar í listasøguni. Myndin vísir heilagu tríeindina: Faðirin, Sonin og Heilaga Andan, sum her eru avmyndaðir sum einglar við veingjum og ljómi."
Endaleyst ljóshavn, omanfyri, er heitið á eini av sjey ikonum hjá Anker Mortensen í horninum í høvuðsrúminum.
Í tí litfagra endanum, hóast tað er fyrsti veggur í erva, er Sigrun Gunnarsdóttir við portettmyndunum av mammuni, Brynhild, sum er dóttir Niels Kruse, sum mundi vera hin fyrsti at avmynda bíbliusøgu úr føroyskum høpi og landslagi, sum til dømis í Gjáar kirkju. Men her er tað Sigrun, sum fyrsta dagin verður filmsaktuell. Heitið á tímalanga portrettfilminum um Sigruna er Heartist.
Undir yvirskriftini Trúgv í gerandisdegnum verður sagt: "Fleiri av verkunum eftir Sigrun Gunnarsdóttur lýsa, hvussu trúgv er til staðar í gerandisdegnum hjá mongum. Hesar myndirnar endurgeva ikki dramatiskar søgur úr bíbliuni, men vísa heldur á stillførar løtur í tí hvønndagsliga, og hvønn leiklut trúgvin hevur í hesum løtunum. Til dømis tykist málningurin Bókanna bók (2002) vísa á eina gerandishending, men tað liggur meiri aftan fyri myndina. Kvinnan, vit síggja, er mamma listafólkið. Kvinnan hevur sett seg niður uttan at lata seg úr fyriklæðinum og turriklæðinum. Gamla, rukkuta andlitið og tær grovligu hendurnar bera boð um eitt langt og strevið lív. Hon hevur lagt saman hendur, og á borðinum aftanfyri liggur bíblian sum prógv um eitt lív grundfest í trúnni. Legg til merkis, at bókin og hendurnar eru serliga stórar í mun til hinar lutirnar í myndini. Niðast í vinstra horni síggja vit ein elalítlan fugl, sum situr á gólvinum í ljósinum frá einum vindeyga. Krossdánaði skuggin og lítli fuglurin vísa á, at ikki ein einasti spurvur fellur til jarðar uttan Guðs vilja (Matt. 10,29), meðan reyða hurðin í bakgrundini sipar til, tá Jesus sigur “eg eri hurðin; um nakar fer ígjøgnum meg, skal hann frelsast; og hann skal fara inn og fara út og finna føði”. (Jóhannes 10,9)"
Tað, sum altíð er stuttligt í religiøsari føroyskari list, er, at ofta kanst tú síggja hvør hevur sitið fyri, tá altartalvur hava verið málaðar, sum í hesum føri hjá Tórbjørn Olsen, har til dømis Anker, sum sjálvur er við á framsýningini, situr fyri sum hin skeggjuti og svikafulli Judas. Tað er sum í gomlu søguni hjá Tommy Collins um
The Two Sides Of Life.
Í deildini hjá Eli Smith ber til at lýsa við infrareyðari lummalykt, sum Karina ger, og síggja hin flouriserandi Jesus sum eitt spøkilsi á vatninum. Tað er ein calsit mangano steinur úr Jútlanadi, sum Eli hevur lagt í málningin. Flytifuglar er heitið á myndarøðini. Skráin sigur: "Við brotamyndum sínum av flytifuglum, samanber Eli Smith okkum menniskju við flytifuglar, ið flyta, fara á flog, tá okkara tíð á jørðini er komin at enda. Samstundis vísir listamaðurin á skapanarverkið við bæði stórslignu landsløgunum og smáu skapningunum, djórunum og fólkunum, í myndini."
Og tvey Bíbliuørindini siga: "Men táið teir sóu Hann ganga á vatninum, hildu teir tað vera spøkilsi; og teir skóru í róp" (Mar. 6:49). "Táið lærisveinarnir sóu Hann ganga á vatninum, kom ræðsla á teir, og teir søgdu: "Hatta er spøkilsi!" og róptu av ræðslu" (Matt. 14:26).
Grafikarin Oggi Lamhauge er í innasta rúminum við symbolum á eina vegginum og lívstráðnum, sum úr vøggu í grøv myndar Silvurtráðin, ið er lívið sjálvt. Í sjálvum sær tað sama sum klassikarin hjá Marionnu Matras, Nornurnar, sum hon hevur vovið við støði í minni verki hjá Williami Heinesen.
Í innasta rúminum er tekstilverkið Cloth hjá Jóhan Martin Christiansen, sum er úr litaðum toyblæum. Í skránni verður sagt, at "verkini eru gjørd við íblástri frá søguni um sveittadúkin hjá Veroniku. Sambært bíbliuni (Luk 23, 27-28) sá Veronika Jesus á veg til Golgata, tyngdur av krossinum. Veronika hevði samkenslu við unga manninum og tók ein klút og turkaði sveittan av hansara andliti. Tá Veronika fekk dúkin aftur, var avtrykkið av andlitinum hjá Jesusi á dúkinum, sambært søguni. Henda frásøgn er eisini vorðin eitt kent myndevni í evropeiskari listasøgu og er endurgivin í fleiri víðagitnum málningum. Harumframt hava verkini eftir Jóhan Martin Christiansen eitt tríkantað skap, ið heilt tilvitað minnir um skapið av Jesusi á krossinum."
Framsýningin byrjar longu við inngongdina úti í ljósu og innbjóðandi kaféini við glaslist hjá Tróndi Patursson, sum í løtuni ger altartalvu til kirkjuna í Sundby í Danmark, sum Anna Maria peikar á.
Á framsýningini síggjast eisini søguligar bíbliur frá Landsbókasavninum, og Heiðrikur á Heygum sýnir video Maria's Donkey í rúminum út móti bláa konteynaranum hjá Tróndi.
Religiøs evni hava mest sum altíð verið nýtt í teim frægastu rock- og tónleikafilmum, sum komu fram við MTV, og eru eitt surrealistiskt útrykk millum list og reklamu, sum enn eru aktuell, til dømis við Madonnu í nýggjasta Vanity Fair blaðnum, har hon brúkar hina heilagu kvøldmáltíðina at marknaðarføra konsertferð.
Norska Eva Furseth, dóttir tannlæknan Astor Furseth í Vestmanna, hevur skrivað um átrúnaðarliga list í Føroyum, eisini í listabókabiografium, sum Listasavnið hevur givið út. Danska Bodil Warming á Museet for Religiøs Kunst í Lemvig hevur eisini skrivað um átrúnað í føroyskari list.
Myndir í trúnni er ein frálík fjøltáttað framsýning í góðum umhvørvi, sum er uppløgd hjá skúlum at vitja. Ein hentur
miðlapakki um alla framsýningina er á heimasíðuni.