Hvar hann so er, er tað altíð nakað fjálgt at vera til framsýning hjá Tummas Jákup Thomsen úr Norðragøtu, sum sæst longst til høgru. Hini, sum síggjast á myndini, sum Ole Wich tók, eins og allar niðureftir, eru Tóta, Paula og Meinhard. Tummas Jákup er aktivt eygleiðandi, og systrarnar eru altíð har, at minna meg á, at vit eru tríðmenningar, og annars um øll ættarbondini úr Gøtu.
Framsýningin, sum í hædd og breidd fer um flestu høli hjá arbeiðsmannafelagnum í Saltangará - í Hæddini er tað ikki til at finna útav, um vit eru í Heiðunum, Saltangará ella Runavík - telur í framsýningarskránni 192 talmerkt verk.
Tá er Fjepparsalonin hjá Tótu Árnadóttir, Paulu Gaard og Meinhardi Jensen ikki tald við. Tað eru tey trý, sum síggjast ovast, ið hava skipað fyri framsýningini við dyggum stuðli frá øðrum. Gjøgnum árini hava tey trý trúliga keypt verk frá Tummas Jákupi, sum síggjast í Fjepparasalonini, verkini.
Runavíkar kommuna, Eysturkommuna og fleiri hava stuðlað, og tað er ein fragd at koma inn her og merkja, at mentanarídni, mentanarstuðul og mentanar radikalisma sum onga aðra staðni í landinum grípur um seg, hóast karmarnir eru improviseraðir.
Tummas Jákup er føddur í 1962, gekk í realskúla í Fuglafirði og er útbúgvin bygningssnikkari í 1984. Hann er sjálvlærdur listamaður og stillaði fyrstu ferð út í 1976. Um ta tíðina mundu nógv leggja til merkis fyrsta fjallabilin, ein Toyota Corolla, sum hann málaði fjøll og landsløg á, og eisini prikkar, sum síggjast aftur á flagginum við inngongdina til framsýningina í Hæddini í dag. Í 2017 hevði hann framsýning í nýumvaldu húsunum hjá Bláa Krossi í Kongagøtu í Havn, Skjólið, har produktivi gøtumaðurin búði í kamari nummar eitt. Framsýningin var karmur um nemandi sjónvarpssending hjá Dagmar Joensen-Næs. Sama ár hevði hann Vrakaðar myndir á mentanardøgunum í Fuglafirði, og tvey ár seinni sást Tummas Jákup í skjótt hundrað ára gomlu húsunum hjá Karli í Norðragøtu, sum hann setti í stand. Her er hann í samrøðu við Gunnar úr Útvarpinum.
Eftir at Tóta beyð vælkomin og greiddi frá framsýningini, sum er ein 60 ára fagnaðarframsýning, ið er opin í Hæddini í dag frá klokkan 16 til 18, og hongur uppi til 1. juni, sungu Paula og Kári. Síðani helt Meinhard, við slankum og modifikatiónum, hesa stuttligu røðu:
Tíðarferðandi við øðrum eygum
Tummas er níggju ár eldri enn eg. Hann er trímenningur pápa mín. Líka sum eg, so eitur hann eftir abba sínum í faðirlegg. Vit siga Tummas Jákup ella bara Tummas, men Helgi, pápi hansara, bakarin í Norðragøtu, kallaði hann Tummas Jakku. Í Gøtu siga vit eisini Tummas Jákup hjá Bakaranum. Viðhvørt siga vit Tjummur.
Abbi Tummas var vinnulívsmaður og útgerðarmaður, og abbi mín, sum var av Hellunum, kom tíðliga í tíðini til Gøtu at sigla við skipum her í bygdini. Abbi var gubbi Helga og plagdi at skemta við, at tað var løgið, at teir báðir skuldu blíva babtistar.
Gamli Tummas Jakku átti bygningin Pakkúsið, sum seinni æt Glæman, og nú eitur hann ETV. El-talvu virkið. Tað var Eyðun í Køkinum, elektrikari, sum einaferð keypti bygningin, fyri eini 20 árum síðan. Eyðun og Tummas eru systkinabørn. Tá skuldi ein spæla stuttligur og segði við svágin hjá sær: “Nú fara vit at síggja Glæmuna við nýggjum Eygum.” – “Ája? Hvussu tá?” – “Eyðun hevur keypt hana.” – “Ája, hvat hevur hann keypt hana fyri?”
Omma Tummas var mostir ommu mína í Gøtu, og tað eigur at hava verið tann vegin, at omma og abbi møttust. Giti, at tað rann saman teirra millum á Geilabø. Tey fingu 13 børn, og 11 komu undan.
Men slekt og den slags, tað hugsaðu vit onki um, tá vit blivu vinmenn, Tummas og eg, fyri gott 30 árum síðan. Petur – Petur Pólson – tá Jensen – systkinabarn mítt og hjartavinur frá barnaárum – var vinur við Tummas áðrenn tað. Tað er natúrligt í einari lítlari bygd, at listafólk finna saman, sama um tað eru tíggju ella ellivu ár ímillum. Eg bleiv ongantíð kunstnari, men tað man hava ligið latent, tí vit lærdu tíðliga at flenna saman, og tað er gjøgnum Tummas, at eg seinastu 30 árini havi havt stóran áhuga í myndlist.
Eg minnist enn eina góða frá einum góðum summarkvøldi – tað hevur verið á Varmakeldu í 1993 – at tá kvøldið var liðugt, sótu vit inni í køkinum hjá okkum og fingu okkum ein drekkamunn, og tað var keypt kaka á borðinum – donsk – og Tummas segði: “Á sum tað er gott ikki at fáa heimabakað.”
Petur og Tummas høvdu eina framsýning saman fyrst í 90unum, í Smiðjuni í Lítluvík. Meini, hon æt Foyrur. Petur hevði yrkingar og tekststubbar á veggunum, og Tummas hevði tekningar. Nógv av tí, sum hann tá teknaði, sæst aftur í tí, sum hann ger í dag. Rørlíknandi skap, sum liggja sum kveylur og líkjast undarligum veltum og náttúruformatiónum annars, sum man kann kalla náttúru- og rúmdarlýsingar við einum tummasligum tvisti.
Ingálvur av Reyni var fýra ferðir og hugdi eftir framsýningini, og hann var har, so leingi sum tað var opið. Ingálvur skrivaði ikki nógv ummæli, og slettis ikki seinnu árini, men hann skrivaði eitt um hesa framsýningina og undirskrivaði seg Irias. Tá segði hann, at eingin er so kreativur og frælsur sum Tummas, og at hann ikki letur seg binda, hvørki á hond ella fót, sum listamaður. Hann segði eisini við bakaran, at í hansara optikki var Tummas Jákup upp á sín máta Føroya fremsti listamaður. Nú skal tað ikki bara snúgva seg um Ingálv, men eg haldi, at Tummas goymir tað sum eitt gott minni, at hann leiddi Ingálv út í bilin, seinastu ferð hann var og vitjaði í Listaskálanum.
Tá vit komu at kennast, var Tummas um at sleppa málingini og fór at tekna nógv meir. Hann hevði annars sligið navnið fast sum ein slags surrealistur, nakað sum Frimodt Joensen fann sær sítt pláss sum tann føroyski naivisturin.
Skal man taksonomiskt greina Tummas, so eru tað minst eini fimm ella seks ella sjey orð, sum vit kunnu seta á. Eitt er surrealisman, sum hoyrir modernitetinum til. Annað er popplistin, sum er eitt postmodernað fenomen. Og so er tað fólkakunsturin. Folk art. Sum ongan aldur hevur. Hann hevur eisini gjørt eina teknirøð, onkrar skulpturar, installatiónir og teknað so at siga alt, sum man kann tekna. Gjørt video, tikið túsundtals myndir, teknað og málað prikkamyndir, gjørt mynstur við parallellum strikum, og so eru tað pílahús og pílar yvirhøvur. Hann hevur myndað marrur og dreymar, rúm og rúmdina, einglar, fólk og monstur og devlar.
Tummas er lærdur snikkari – lærdi vist hjá Jákupi Pállssyni – men ikki lærdur listamaður. Veit ikki, um tað er haðani, at hann hevur fólkakunstin.
Men fyri tað at hann ikki er lærdur, so betýður tað ikki, at hann ikki dugir og ikki veit. Vit hava onkuntíð sitið saman og blaðað í listabókum, mest teimum frá Taschen, og tað er ikki smáting, sum hann bæði veit og sær, sum eg hvørki veit ella dugi at síggja. So sum hvar Michelangelo er byrjaður á pappírinum, tá hann hevur sett seg at tekna.
Hettar her við at hava eitt eyga og at síggja, tað hevur við forvitni at gera, men tað er eisini ein kognitivur førleiki, sum ikki bara er lærdur. Hann er eisini viðføddur. Havi lisið tað, at hann skal lærast, men evnini at læra eru ymisk. T.d. hava tey eksperimenterað við kettum. Tey hava latið tær, frá tí tær eru føddar, búgva í rúmum uttan vertikalar linjur, men bara við diagonalum og horisontalum. Og so verða tær sleptar inn í eitt rúm við lodrøttum linjum, og tá renna tær á.
Og tað er ein orsøk til, at vit hámeta tey bestu myndlistafólkini – sum vit hámeta øll onnur flogvit. Tað er ikki bara handverkið, tey duga – og teknikkir – tey sansa eisini betur og meir enn vit onnur.
Tí dámar mær væl, at Tummas Jákup er so áhugaður í UFO. Hann fotograferar og kólar og slotar, at vita um ikki okkurt er har uppi, sum ikki er av okkara heimi. Hettar er hansara barnsligi áhugi í øllum, og eg giti, at tað fer aftur í barnaár, men samstundis er tað ein metaforur fyri hansara listarliga arbeiði. Hann teknar tað, sum hann sær, men ikki vit.
Ingálvur av Reyni tosaði um frælsið – fríheitina – hjá Tummasi sum teknari og málari. Hann letur seg ikki binda, hvørki á hond ella á fót, av nøkrum. Hann er eitt sindur sum eitt barn í barnagarðinum, bara hann hevur dýrari og fínari pappír og blíantar. Alt lívið hevur hann sitið og teknað, og sum eg havi forstaðið tað, so hevur hann ongantíð havt eina blokadu. Hann skal bara seta seg niður og lata blíantin nerta við pappírið, og so koma hugskotini. Summar tekningar taka tíggju sekund og tíggju minuttir, meðan aðrar taka tíggju dagar, og aðrar ár. Eg haldi, at hann hevur sagt, at tað er blivið til skjótt 7000 tekningar.
Eg havi tvey dømir, sum siga eitt sindur um, hvussu nógv skjótari teldan hjá Tummas arbeiðir, í øllum førum í mun til mína. Vit skuldu keypa eitt málarí frá Vegghamar og høvdu brúkt ein seinnapart at blaða í gjøgnum allar myndirnar, sum hann hevði til sølu, og vit vóru komin niður á tvær, sum vit ætlaðu at velja ímillum, men kundu ikki taka endaliga støðu. So vit gjørdu tað, sum man ger: vit kontaktaðu tann persónin, sum vit høvdu best álit á innan myndlist: vit ringdu til Tummas.
Dagin eftir fóru vit norðaftur – Norðoyatunnilin var nýggjur tá – og høvdu Tummas við okkum. Og so koma vit inn á atelierið í kjallaranum hjá Arnholdi Vegghamar, og vit vísa Tummasi tveir málningar: Skal tað vera hesin ella hasin? Innan fyri hálvt sekund sigur Tummas: tað skal vera hasin, tí at hin hevur litir, sum man kann møðast av, og tit blíva nógv glaðari fyri hendan í longdini, tí at so og so og so og so.
Eg fekk einaferð nógv ár seinni høvið at testa Tummas einaferð aftrat. Eg forkláraði fyri honum, at vit skuldu velja millum tvær myndir hjá Ellindi Egilstrøð, men vit fingu ikki bestemmað okkum. Aftur vóru Rutt og eg blivin samd um, at tað skuldi vera onnur av tveimum, men hvør tað skuldi vera, tað var verri. So tað var eitt at gera: spyr Tummas. Eg hevði avfotograferað myndirnar og hevði tær á telefonini, og so vísti eg honum: Skal tað vera hendan? Og so vísti eg honum hana í max eitt sekund, og so hina, eisini í max eitt sekund, og so sløkti eg skermin. “Tann fyrra er nógv betri,” segði hann. “Hon fer at halda í longdini. Tit fara at troyttast av hinari, tí” so og so og so og so og so og so.
Tummas hevur verið til onkrar serliga strangt sensureraðar framsýningar, og so er tað ein, har sum eingin annar føroyingur hevur verið við. Tað var í Jyllandi. 2000 verk vórðu send inn, men bara 50 komu við. Hann sendi nøkur verk inn, men var sikkur upp á, at eitt fór at sleppa við. Tað er so forferdiliga tummassligt og stuttligt. Hann sendi átta súltutoylok inn. Hesi her, sum hava toymynstur trykt á – við sovorðnum puntum – og so hevði hann málað nakrar puntar ein annan lit og kallaði verkið “Jeg elsker marmelade.” Og rætt fekk hann og skrivaði soleiðis føroyska listasøgu.
At sita dagin á tamb og tekna, tað krevur tol. Og er tað nakað, sum Tummas hevur, so er tað tol. Tað er ikki ofta, at man sær hann tekna, tí at tað ger hann helst í einingi, men tolið vóru vit vitni til, tá hann gjørdi húsini hjá Karli í stand. Tað eru eini sethús beint við krossvegin í Norðragøtu, sum eru frá 20num. Vit síggja beint oman á tey. Stoypt allan vegin upp og við smáum sprossavindeygum. Tey eru ongantíð málað, men eru behandlað við betongvatni, haldi eg tað kallast. Tí eru tey nokkso sjórut grá. Skapið er eisini spesielt. Alt er bara praktiskt, men blívur estetiskt viðkomandi, tí tað er so optimerað praktiskt. Nakað sum ein formel eitt bilur.
Har búðu í mínari tíð trý av børnunum hjá Karli og konuni. Tey eldru minnast eisini Karl, men hann minnist eg ikki. Húsini vóru full av øllum møguligum, í erva, í neðra, á miðhæddini og úti í hjallinum ella hoyggjhúsinum, ikki minst. Tummas hevði hvønn lítlan lut í hondini og tók støðu til, um tað skuldi burtur ella goymast, og tað vóru ikki so fáar lastir – stórar lastbilalastir – sjey ella átta – av burturkasti. Og tað tók ár. Eini trý ár. Har var nógv, sum ikki fór á brennistøðina, og tað stendur alt frammi í húsunum, sum eru eitt hálvt museum og eitt hálvt refugium. Tað fungerar eisini sum framsýningarhøli, og har ber til at hava smáar konsertir ella fyrilestrar.
Tað sá út sum eitt sisyfosarbeiði tá hann fór í gongd, men hann sá alla tíðina fyri sær, hvat tað kundi blíva til, og eg heiti á tykkum at fara inn har at hyggja og helst hava Tummas við tykkum, so hann kann fortelja allar søgurnar og forklára um gomlu lutirnar. Tað er stór uppliving. Tummas var upp á allar mátar rætti maðurin til jobbið. Hann er snikkari og listaðamaður og hevur arbeitt nógv við renovatión av friðaðum bygningum niðri í Danmark, og nú standa húsini sum eitt prýði fyri bygdina.
Eg fari bara at gevast her og siga tillukku. Tillukku við degnum og tillukku við framsýningini. Tað er stuttligt at sleppa at vera við.
Takk fyri meg.
Myndirnar tók Ole Wich