Í morgun helt eg, at eg hoyrdi yvir meg, tá sjónvarpið, sum stóð á TV2, fór at tosað føroyskt. Men tað var rætt nokk. Tær tosaðu føroyskt og vóru úti í haganum. Skilji at evnið er abort, fosturtøka, og at danska TV2 hevur fingið tríggjar ungar kvinnur at siga sína søgu. Heitið er Skam dig, kvinde og fyrsti partur av trimum verður sendur og tøkur frá 1. oktobur.
Fyrr var TV2 í Hvannasundi og fekk tey lokalu at tosa danskt um skakandi hendingar har á staðnum, so Ríkið kundi fylgja við.
Nú tykist sum um danska TV2 hevur funnið útav, at í Føroyum tosa tey føroyskt, hóast fosturtøkulógin ikki er á støði við nakað annað land í okkara parti av Heiminum. Kanska er hetta rætti mátin, at fáa dagførandi broytingar gjørdar heima hjá okkum. At leita til útlendskar, tað vil siga danskar, miðlar at fáa støðuna lýsta og broytingar gjørdar.
Men danska TV2, sum frítt hevur verið í Føroyum og filmað, áleggur mær nú tær avmarkingar, at eg kann ikki skriva á mínum bloggi um tær tríggjar donsku abortsendingarnar úr Føroyum, uttan eg fylgi hesum treytum: ”Stills tilhører TV 2 og må kun anvendes i forbindelse med redaktionel omtale af TV 2 og TV 2s programmer. Stillfotografens navn og TV 2 skal påføres som byline.”
Vælkomin í norðurdanska akvariumið.
Tá eg einki navn síggi á stillfotografinum, klikki eg á ”pressekontakt” og fáa 22, tveyogtjúgu, nøvn. Nú má eg fara í tænkeboks, hvønn danskara eg skal spyrja um loyvi at endurgeva innhaldsligt tilfar úr mínum egna landi.
Eg royni hin fyrsta. Livst so spyrst.