Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki.
Hóast dagsins miðlar mangan verða mettir sum grunnir, kunnu teir eisini fevna gomlum søgum. Tað er gott, tí júst tær kunnu hava eina dýpd, sum blinkstrandi nútíðin sjálvdan fær, og tí ofta kann hava fyri neyðini. Um ikki annað fyri at steðga á og grunda yvir tilveruna eitt bil.
Til dømis við søguni um drongin, Peter Pan, sum ikki vildi blíva vaksin. Úr tónleikinum kenna vit kanska best Michael Jackson, sum tók heitið á ævintýraoynni úr júst hesi søgu, og kallaði bústaðin Neverland.
Upprunin er fiktivi persónurin, Peter Pan, sum skotski Sir James Matthew Barrie (1860-1937) fyrstu ferð skrivaði um í 1902, og gjørdi til sjónleikin um Drongin, ið ikki vildi blíva vaksin í 1904. Í 1911 skrivaði Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá Disney er sett til at verða Tindhólmur í Føroyum, har tey bæði, Petur og Wendy, nú síggjast flúgva.
Undir heitinum Film Locations er Tindhólmur nýggjasta myndaevnið á føroysku frímerkjunum frá Posta.
Eitt frábrigdi av somu søgugongd hjá skotska Barrie hómast hjá týska Günter Grass í søguni Die Blechtrommel frá 1959, tá drongurin Oskar ikki vil blíva eldri. Eisini henda søgan um at halda fast um barnaárini, er gjørd til film.
Ævintýrliga søgan um Peter Pan bleiv ikonisk og kend um allan heim, tá Disney gjørdi animatiónsfilm í fullari longd úr henni í 1953. Hóast hesin filmur bleiv stílskapandi í hvørjum herðashorni, vóru fleiri filmar longu gjørdir úr somu søgu frammanundan, eisini sangleikir. Men í útbreiðslu kundi eingin metast við Disney.
Sama er galdandi í dag, nú tey hava gjørt fantasy- og ævintýrafilmin Peter Pan & Wendy, sum David Lowery hevur leikstjórnað. Sum Wendy og Peter síggja vit Ever Gabo Anderson og Alexander Molony, sum nú flúgva á filmi yvir Føroyum.
Umframt at vaksin og kanska serliga hálvvaksin við hesi coming-of-age søgu kunnu gleðast um farnu barnaárini, er søgan eisini møtt við atfinningarsomum røddum, tí hon talar fyri eskapismu og at flýggja frá einum mangan truplum veruleika og gerandisdegi.
Tá Marianna Debes Dahl í 1999 umsetti søguna til føroyskt, fann hon eisini uppá føroysk nøvn og heiti. Hon segði, at søguna um ”Petur Pann, Vónbjørt og øll hini børnini kenna flest øll. Í dag kanska best frá Disneyteknifilminum, teknisøgum og øðrum skerdum útgávum. Her er upprunabókin um Petur Pann, drongin, ið ikki vil gerast vaksin. Í somu stund hann og álvavina hansara, Klombru-Glint, flúgva inn gjøgnum vindeygað í kamarinum hjá Vónbjørt og teimum, verður alt sum gandað. Børnini koma í Gyklaland og síggja havfrýr spæla sær á pollinum, fara í hernað móti Húki sjórænaraskipara og hansara monnum og mangt annað.”
Í framhaldi av filmaðu søguni um James Bond norðuri á Kallinum, er ævintýrið um Peter Pan og Wendy Darling nú lagt vestur í Vágarnar, har vit finna Tindhólm á filmi.