Skip to main content

Posts

Showing posts from July, 2024

Stórreiðarin, sum aldri hevur smakkað tað, hann fiskar

KVF: Summarmorgun 19. juli 2024 Sæð úr køksvindeyganum í Havn, heldur polariseringin fram og er blivin ein lívsstílur og inngrógvin hugsunarháttur. Ikki bara úti í heimi, men sanniliga eisini her hjá okkum. Á politiska veinginum verða teir báðir Framsóknarlimirnir, sum atkvøddu móti abort, takkaðir fyri vælgerðina og bodnir limaskap í Miðflokkinum, hóast øll vita, at tað ikki hendir. Tað er tað bera spæl fyri gallarínum. Og tó. Á Útvarpsvonginum í morgun hoyrdi eg ein skilagóðan fyrrverandi stórreiðara úr Leirvík, tosa um tríggjar væleydnaðar túrar í 42 fót glastrevjabátinum Gusta, har hann, sjálvur triði, hevði avreitt fimm túsund pund av Bankatoski í juli. Prátið, sum í sjálvum sær var sjáldsama gott og væl fangað, sum Tórði á Túri hevur sum seiglívað vørumerki, var við fyrrverandi reiðaran og politikaran Kjartan Joensen, sum nú er 76, men fyrr átti tveir rækjutrolarar, báðir við navninum Hviltenni. Reiðaravirksemið byrjaði í 80’unum og í 2011 seldi hann alt virksemið, landingarstøð,...

Úr stovuni í køksvindeygað

Í sjónvarpsstovuni gevur Netflix okkum høvið at fáa innlit í nakrar av tankunum og bakgrundini hjá J.D. Vance, sum eftir øllum at døma fer at tryggja Trump at verða afturvaldur hin 5. novembur, eina viku fyri okkara kommunuval, har nógv meira stendur uppá spæl, tá vit tosa um polarisering og at ganga ørindi fyri kapitalin beint móti fólkaræðinum.  Vance, sum tey polariserandi, ið duga jiddiskt, elska at siga merkir bedbug, veggjarlús, skrivaði í 2016 metsølubókina Hillbilly Elegy, sum Ron Howard, ið vann tvær Oscarvirðislønir fyri A Beautiful Mind, gjørdi til Netflixfilm fyri fýra árum síðan, og enn kann síggjast í hvørjari stovu. Navnið á filminum er tað sama, Hillbilly Elegy.  Filmurin, ið byggir á sjálvævisøguligu bókina hjá Vance, fekk ikki góð ummæli. Ringasta var frá ummælaranum hjá Vox, Alissa Wilkinson, sum segði: ”Whatever your opinion of the book, the movie is a different animal, and a startlingly terrible one”. Besta ummæli, sum var upp móti lunkaðum miðal, gav Sher...

At ferðast í Føroyum í juli

Tað er juli, hægsta feriutíð og veðrið er gott. Ja av tí besta, gloyma vit onkran regndag. Eftir at hava koyrt í bili úr Havn til øll tey landføstu støð, har flestu ferðafólk plaga at savnast, kann ikki sigast annað, enn at ferðavinnan órógvaði ikki okkum. Tvørturímóti tykist ferðavinnan vera drívmegin og orsøkin til, at vit hava so vakrar bygdir, sum var tað kongavitjan. Kanska er hon bara tosað niður, føroyska ferðavinnan, uttanfyri Havnina. Við vinum og familju havi eg seinasti tvær vikurnar, fyrru helvt av juli, koyrt til Kirkjubøar, Saksunar, Gásadals, Sands, Skálavíkar, Tjørnuvíkar, Funnings, Gjáar - og Runavíkar.  Alt er væl skipað, teir fáu bilar, sum síggjast vera úr útlondum, parkera har ásett er, og leigubilar koyra og parkera eins hampuliga. Øll fotografera, ofta við stórari útgerð, men øll og altíð á ein siðiligan hátt. Inni í Múrinum spyr ein italskur fotografur um okkurt, og vit tosa um Mamyia myndatól, sum hann brúkar, digital og analog. Eingin drona. Einasta, ið sn...