Í sjónvarpsstovuni gevur Netflix okkum høvið at fáa innlit í nakrar av tankunum og bakgrundini hjá J.D. Vance, sum eftir øllum at døma fer at tryggja Trump at verða afturvaldur hin 5. novembur, eina viku fyri okkara kommunuval, har nógv meira stendur uppá spæl, tá vit tosa um polarisering og at ganga ørindi fyri kapitalin beint móti fólkaræðinum.
Vance, sum tey polariserandi, ið duga jiddiskt, elska at siga merkir bedbug, veggjarlús, skrivaði í 2016 metsølubókina Hillbilly Elegy, sum Ron Howard, ið vann tvær Oscarvirðislønir fyri A Beautiful Mind, gjørdi til Netflixfilm fyri fýra árum síðan, og enn kann síggjast í hvørjari stovu. Navnið á filminum er tað sama, Hillbilly Elegy.
Filmurin, ið byggir á sjálvævisøguligu bókina hjá Vance, fekk ikki góð ummæli. Ringasta var frá ummælaranum hjá Vox, Alissa Wilkinson, sum segði: ”Whatever your opinion of the book, the movie is a different animal, and a startlingly terrible one”. Besta ummæli, sum var upp móti lunkaðum miðal, gav Sheri Linden á Hollywood Reporter, sum segði: “Elegy embraces the emotional messiness of a heart-wringing country song, but lacks a haunting refrain to get under your skin.”
Og her nemur ummælarin við kjarnuna í málinum. Í amerikanskum optikki er einki sum ein góður countrysangur fyri funktionellar analfabetar. Hann sigur tillagaðu søguna um teg og meg, innan vit eftir trimum minuttum missa tolið. Countrysjangran er størsta pengamaskina í USA. Men eisini fremsti skaldsligi máti at bera fram stuttsøgur úr gerandisdegnum í einum avmáldum sangi við krúllu á halanum, og givin út á plátu, sum vit søgdu fyrr. Tað dregur á bæði.
Vance vaks upp hjá ommuni, Mamaw, meistarliga leikt av Glen Close sum eitt komglomerat av øllum fátækrasangum hjá Dolly Parton on a bad day, og abbanum, Papaw, Bo Hopkins. Gabriel Basso spælir J.D. Vance, sum í sjálvum sær er blivin ein rags to riches søga úr hillbillyháborgini, ið er Appalachiafjøll, heimstaður hjá mest foredlaða country úttrykkinum - bluegrass - og tannleysum banjospælarum langt undir fátækramarkinum, sum vit sóu í Deliverance (John Boorman 1972). Hevði Merle Haggard livað, bleiv hann mentamálaráðharri við sanginum um hvítu fátækrafólkini, sum ikki vænta, at tey klára seg til desembur og at halda jól við teirra kæru.
Nú er alt tað mista í hvítu amerikansku fátækramentanini tikið fram á pallin aftur. Íroknað skotvápn, sum the Second Amendment tryggjar amerikanska fólkaræðinum, ið sær til, at fyri hvørjar hundrað amerikanarar eru hundraðogtjúgu skotvápn.
Polarisering er drívmegin í allari hesari perlurekkju frá jiddiskum til hillbilly, country, bluegrass, skotvápn, arbeiðsloysi, alkoholismu og alt katalogið av vónloysi í falleraða Rust beltinum frá A til Z.
Sum í lærdómskvæðunum kemur so ein, ið ikki lá eftirá, men megnaði at reisa seg, sum vjetnamveteranurin Travis Bickle, ið hevur mist svøvnin og tekur rættin í egnar hendur. Tað var í Taxi Driver í 1976. Nú er hesin nýggi gullfuglur, Vance, næsti maður Trump’s, sum hann einaferð í desperation kallaði Hitler.
Tíðin í dag er bara hin rættasta til polarisering. Tað er tað, sum riggar og skapar persónliga profilering og pondus, hyggið bara herheima, í Gasa og Miðeysturi, Moskva, Ungarn, Fraklandi, Bretlandi – og nú av nýggjum í USA. Spyrja vit Copilot um stytsta samandrátt av Hillbilly Elegy, svarar vitlíkið: ”The book explores the decline of the work ethic in Middletown, where Vance grew up, and the challenges faced by working-class white people. It’s a powerful account of resilience and the pursuit of success despite adversity.”
Seinasti setningur hevur keldu í einum opnum lesibólki, Sparknotes, á netinum.
Einki er at ivast í, at Trump hevur funnið sítt nýumvenda alter ego í J.D. Vance, og fer at vinna forsetavalið so dyggiliga. Ikki tí eg ynski tað, men eftir í fleiri førum at hava vitjað fátæka, hvíta Amerika kann eg merkja tað.
Førarin Trump hevur loysnina, ið skal gera Amerika stórt aftur, Make America Great Again, sum síðan 2016 er lagt niður í 4-stavilsins-rørsluna MAGA, ið Encyclopedia Britannica í einum broti skrivar soleiðis um: “The MAGA movement is also known for having an antagonistic relationship with mainstream news media, which are thought by a majority in the movement to be biased against MAGA views, at best, and to be lying on behalf of the movement’s enemies, at worst.” Eisini har er ein loysn, feyknjús. Tey, sum ikki eru við okkum, eru móti okkum.
Hóast hann ikki nyttar tað stóra, er Netflixfilmurin Hillbilly Elegy ein roynd at lýsa tað bakgrund, J.D. Vance er runnin av, og hvussu Ron Howard velur at lýsa hana.
Eftir bara fáum døgum hava sjónvarpstalurnar hjá Vance sjálvum longu yvirhálað filmin og fara at gera tað javnt og samt hereftir. Tær eru eitt retoriskt orkuverk av orðasnildum og tankasambondum, sum eiga at fáa okkum at kenna okkum illa, nú vit so hondfast hava allierað okkum við amerikanska heimin, ið hevur tað, at fara undir kav og so koma atomdrivin uppaftur, tá tað tænir teimum best. Beint fyri køksvindeyganum.