Sæð úr køksvindeyganum í Havn, heldur polariseringin fram og er blivin ein lívsstílur og inngrógvin hugsunarháttur. Ikki bara úti í heimi, men sanniliga eisini her hjá okkum. Á politiska veinginum verða teir báðir Framsóknarlimirnir, sum atkvøddu móti abort, takkaðir fyri vælgerðina og bodnir limaskap í Miðflokkinum, hóast øll vita, at tað ikki hendir. Tað er tað bera spæl fyri gallarínum. Og tó. Á Útvarpsvonginum í morgun hoyrdi eg ein skilagóðan fyrrverandi stórreiðara úr Leirvík, tosa um tríggjar væleydnaðar túrar í 42 fót glastrevjabátinum Gusta, har hann, sjálvur triði, hevði avreitt fimm túsund pund av Bankatoski í juli.
Prátið, sum í sjálvum sær var sjáldsama gott og væl fangað, sum Tórði á Túri hevur sum seiglívað vørumerki, var við fyrrverandi reiðaran og politikaran Kjartan Joensen, sum nú er 76, men fyrr átti tveir rækjutrolarar, báðir við navninum Hviltenni. Reiðaravirksemið byrjaði í 80’unum og í 2011 seldi hann alt virksemið, landingarstøð, smáu bátarnar Høvnin, Norðleivur og Birtingur, hin fyrsti línubátur og hinir báðir trolarar.
Nú hevur hann verið á Føroyabanka og nágreinur, sum hann er, veit hann at siga, at teir tríggir umborð eru 210 ára gamlir tilsamans, og tá tríggir vóru á dorgini, mátti teir hjálpast, so stórir vóru teir, Bankatoskarnir. Hugaligt prát.
- Spennandi at fiska hesar stóru fiskarnar, sum allir eru toskur eitt, sigur hann, imponeraður av fonginum og leggur afturat, at einki sást til smáfisk. Tað er ein gáta. Og ein toskur var merktur og hann fari eg til Havnar við í morgin, sum ein annan dag, leggur fiskiklógvin afturat.
Men so kemur óredigeraða polariseringin inn í hugaligu samrøðuna, so snedig, at eg aftur fari at undrast, hvar redaktiónin er, og hvar Felagið Føroysk Miðlafólk, sum ikki toldu ein fimmpartapodd í góðari maskintakt úr einum bilverkstaði herfyri, eru í bestu morgunsenditíð.
- Eg havi ongantíð haft ráð at bitið í ein bankatosk. Veit ikki hvussu hann smakkar, og um hann er øðrvísi. Hann er grovur, skræðan er sum hjá neyti. Annars havi eg aldri smakka tað, sigur stórreiðarin í Útvarpinum í morgun. Eg trúgvi ikki mínum egnu oyrum, at ein vinnulívsmaður kann halda so hánt um Bankatosk, at sum vøru tosar hann hana bara niður, og hevur kortini aldri smakka hann. Og tað verður verrið enn.
- Tretivu krónur kilo verða teir seldir fyri. Á borðiskinum í Havn kostar hann ellivu til fimtanhundrað krónur fyri trýhundrað gramm kuvertin. Tað líkist ongum. Eg unnið mær ikki høvdið, sigur hann, og siterar hin fátæka í Skriftini.
Ongantíð smakkað sína egnu vøru, eg havi ikki hoyrt so galið.
Hugsa tær ein danskan svínabónda, sum fær enska vitjan og ikki dugir at svara, tí hann aldri hevur smakka svín, tíansheldur beykon, ja kanska etir hann ikki heimaalt svín av átrúnaðarligum ávum. Tá hevði eg undrast og vónandi journalisturin við, hugsaði hann um støðuna, at útvegarin og íspinnarin av virkseminum aldri hevur smakka vøruna, tú umhugsar at keypa, kanska fyri eina heila handilsketu og ikki bara eina kroysu í Havn, sum bygdamenn vildu mála við svørtum, var hon ikki svørt frammanundan.
Kanska er føroyska gatronomiska várið á føroysku fiskamatstovunum, sum onkuntíð er ein, onkuntíð tvær, fari framvið uttan at nakar í vinnuni gav sær far um tað. Tá reiðarar og vitanarpersónar í fyrsta liði ikki hava størri virðing fyri vøruni, teir sjálvir draga av grunni, er trupult at hava tiltøk við Bankatoski, sum John Mikkelsen heiðurliga stóð fyri í Áarstovu og matstovunum Heima í Havn, tey rópa.
Reiðarin, sum ikki hevur smakka Bankatosk, tí hann ikki hevur ráð, veit eisini at siga, nú hann er í gongd, og mikrofonin er opin, at fyrr vóru menn. - Í dag dugu teir ikki at smyrja eina breyðflís uttan mamman er uppií.
Umframt at várið við Bankatoski er farið, verður nú latið upp fyri Bankanum, har toskur eitt, verður handlaður á Marknaðinum sum allur annar fiskur fyri tretivu krónur kilo. Hetta kann ikki bera til. Umframt at skilja millum góðan og enn betri fisk í flokki eitt, burdi hin veiðandi navigatørurin verðið kravdur at havt eitt gastronomiskt førleikaprógv, skal hann veiða á Bankanum.
Tá kundu vitanarmenn, sum alt lívið hava verið í fremstu røð, veruliga sloppið at víst sítt virði at førleikament Føroya fremsta fiskafong, Bankatoskin, og sæð til at niðursetandi tosingarlagið, ikki minst av elstu monnum á Tingi, heldur uppat, og vit byrja at tosa Bankatoskin upp, har hann glorifiseraður hoyrir heima og ikki millum alt annað grams, sum havið gav ein tilvildarligan dag, sum pensjónistar, tá teir fara ein túr, løgdu upp. Fyri opnari mikrofon.