Fylgir tú til gerandis við í útlendskum skriftmiðlum, er tað stuttligt at seta nýggju føroysku Google Translate tænastuna á miðilin og fáa alt umsett til føroyskt. Sum frálíður kanst tú savna tær eitt heilt kompendium um ymisk evni, skuldi hugurin verið til tess. Men stuttligast er at minnast til, at í morgin er aftur ein dagur. Venur tú teg til at týða úr einum fremmandum mál, kanska serliga enskum, so verður tað ein sportur í sær sjálvum. Omanfyri havi eg umsett mína favortittavís, The Guardian, og biðið týðaratænastuna gera alla forsíðuna føroyska.
Her havi eg funnið eina løgna BBC grein um svørt hol í rúmdini og eftir ongari løtu gjørt hana føroyska í Google maskinuni. Vert er at hava í huga, at tá umsetingar verða gjørdar við maskinum, kann henda at mannahond skal leggjast á hana, týðingina.
Deutsche Welle, omanfyri, er ein av mínum favorittum um evropeisk aktuell evni. Her er tað Orban, sum fyrstu ferð vitjar í Ukraina, og niðanfyri skrivar franska Le Monde, um fyrsta valumfarið.
Fyri árum síðan fekk eg ein enska grein frá einum niðurlendskum journalisti í Katwijk at brúka á mínum bloggi. Eitt samtak av gravandi journalistum har í landinum hevði skrivað greinina í 2021. Greinin var um kvotakongar, ið hava samband til Føroya. Her er parturin um "sterka lobby":