Mín góði starvsfelagi, Katrin, sum veit eina rúgvu um film, viðmælti mær herfyri at síggja Netflix-røðina Midnight Mass, sum Mike Flanagan hevur leikstjórnað yvir egna søgu, ið eisini bróðurin, Jamie, hevur skrivað.
- Hendan er ikki einasta filmsrøðin hjá leikstjóranum Mike Flanagan, sum mær hevur dámað serliga væl, sigur Katrin, og nevnir eina aðra, The Haunting of Hill House.
- Tó at nógv av verkunum eftir Flanagan eru innan ræðusjangruna, hevði eg ikki sjálv sett Midnight Mass beint í somu sjangru, sjálvt um røðin eisini lýsir óhugna og yvirnatúrlig evni. Tað sum tó ávirkaði meg við hesari filmsrøð er, hvussu menniskjan við øllum sínum margfeldi, eigur skermin og søguna. Tað yvirnatúrliga, sum vanliga verur sett í miðdepilin í slíkum verkum, verður her sett í útjaðaran. Hetta skepilsi fær karakter av einum dýralíkum frummátti, sum drívur plottið í røðini, heldur enn at verða miðpunktið í plottinum, sigur Katrin.
- Við høvuðsevnum sum avbyrging, religión, eksistentialismu og fanatismu lýsir Flanagan bæði tað besta og tað ringasta í menniskjum. Hyggjarin sleppur at fylgja við í, hvussu tann sama hendingin, ella heldur ávirkanin uttanífrá, fær fram ymsar reaktiónir í persónunum í røðini. Tað er ikki tann yvirnatúrliga ávirkanin, sum er “góð ella ond”, hetta skepilsi fylgir bara sínum yvirlivingarinstinktum. Heldur eru tað fólkini, sum antin snara tingunum at passa teirra áskoðan, ella tey royna at fáa tað besta burturúr íkomnu støðuni. Tað eru tær kenslusomu støðurnar, har fólkini møtast, práta, dansa og sum heild koma hvørjum øðrum við, ið standa sterkast í filmsrøðini. Og so hevur røðin ein tann mest fantastiska og devulsetta andstøðu karakter, sum eg leingið havi sæð, sigur Katrin og sipar til leiklutin Bev Keane.
Áhugavert er, at leikstjórin er føddur í heksabrennubýnum Salem, og bróðurin Jamie hevur vunnið Bram Stoker virðislønir. Vitandi um, at amerikanski Robert Eggers ger ein nýggjan Nosferatu film, má eg longu fyri byrjan sanna, at í filmshøpi eru vit í eini renesansutíð, djúpt í altjóða horror-, heksabrennu- og vampýrsjangruni.
Og við Føroyum sum karmi skrivar komandi filmurin No rest for the wicked seg inn í hetta spennandi rák. Tann filmurin byggir á týsku vampýrsøguna Manor, sum Karl Heinrich Ulrichs skrivaði í Føroyum í 1884. Vampýr søgan fer fram á Slættanesi og í Vestmannasundi.
Amerikanska Netflix-røðin Midnight Mass (2021) er í sjey pørtum, har hvør er ein góðan tíma, so tað bar til at skivsa hana inn í mín aldrandi og eftirhondini tronga horisont. Hvør partur hevur eitt kapitulheiti úr Bíbliuni. Hin seinasti er Opinberingin.
Nú nakað er fráliðið, havi eg ikki bara hugt eftir, men eisini sæð og sanniliga tikið til mín allar teir sjey partarnar í røðini. Og eg eri imponeraður, hóast eg av og á sovnaði frá hendingunum, so langrøkjutar kundu tær verða. Hetta er ikki Hollywood flash.
Filmurin er stillførur og lýsir av einslistum eitt fjarskotið enskttlandi oyggjasamfelag, Crockett Island, har bara 127 fólk búgva. Savningardeplar eru fyrst og fremst kirkjan, avhaldsfundirnir, har presturin í kirkjuni, sjálvur triði, tá best vil til, førir orðið, skúlin og so fangahúsið hjá løgrelumanninum, sum er muslimur og hevur ein son, ið er um at konvertera.
Ein dagin, tá sonurin kemur úr almenna skúlanum við eini Bíbliu, ið sambært læraranum als ikki er ætla til undirvísing, hon er bara ein privat gáva, almannagagnliga Bíblian, tekur hann orðið á einum virðiligum foreldrafundi.
Lærarin, tær eru tvær, er eisini kirkjutænari. Hon er so víðsýnd og inkluderandi, heldur hon, at hon kann upplýsa, at hon er virkuliga kedd av at hoyra hann siga so.
- Og tú av øllum, sigur hon í teirri totalu ekskluderingini, sum bara manglar orðingina ”Vit skulu biðja fyri tær!”.
Men í berum næstrakærleika hevur hon eina bíbilska verjurøðu, sum, heldur hon, prógvar alt tað mótsætta.
Og so síggja vit hana í spískamarinum, har hon í loyndum setir ein dunk á ovastu hill. Fari ikki at siga, hvat er í, tí so spilli eg alt.
Henda kvinna (Samantha Sloyan), sum er kirkjutænari og lærari í heimkunnleika, er mest spennandi persónur í søguni allari, haldi eg. Kanska tí hon gevur føroyska samfelagnum eina grundleggjandi virðisheilsan, tí hon tvinnar saman tveir heimar, ið eftir mínari sannføring aldri áttu at verið hildnir saman - skúli og kirkja - sum í sjálvum sær ikki er ein trupulleiki, men verður tað, tí at samanrenningin elur fram og skapar ein jarðiskan, himmalskan og persónligan pall fyri maktpersónum, sum søkja fullkominleika. Skipaður religøsitetur er ein maktfaktorur, sum púra ómotiveraður sleppur at breiða seg. Her hevur søguhøvundurin á ein undirfundigan hátt lagt framdriftina í søguna, soleiðis, sum eg úr føroyskum optikki fati hana og taki hana til mín.
Styrkin í góðum filmi er, at síggja og uppliva figurar og leiklutir, taka teir til okkara, og síggja hvussu teir interagera við onnur, tá tey taka á seg leiklutir, rættar ella skeivar, ella bæði í senn, fyri okkara eygum.
Einki er sum at ganga í biograf, har heilafimleikurin millum áskoðaran og løriftið er so krevjandi, at tú alla tíðina skal hava góða kognitiva kondi.
Til hetta endamál er umráðandi at varðveita upplivingarrúmið at síggja film, biografin, og ikki skriva hann út úr lógini, sum mentanarnevndin hjá Føroya løgtingi gjørdi herfyri.
Høvuðsleikarin í Midnight Mass (Zach Gilford) er komin av fastlandinum, har hann hevur sitið í fongsli í fýra ár, tí hann koyrdi fullur og varð atvoldin til at ein genta doyða. Hann sær hana fyri sær, doyggjandi. Men stjørnur á himmalhválvinum lýsa upp fyri sjálvdestruktivu tonkunum.
Heimanífrá í fastlandsfongslinum hevur hann lisið allar bøkur hjá heimsreligiónunum, og í einum árabáti saman við ungdómsvinkonuni (Kate Ziegel) úr heimbygdini, sær hann seg sjálvan í eini kosmiskari ringrás millum lív og deyða.
Hann er blivin fráhaldsmaður og helst ateistur eisini, hóast hann fer í katólsku kirkjuna, kanska tí at hetta er einasta upplivingar- og savningarrúm í bygdini.
Í veruliga lívinum er Kate Ziegel kona Mike Flanagan, og tann leiklutur, ið Zach Gilford fær sum Riley Flynn, er biografiskt knýttur at egnu søguni hjá leikstjóranum.
Nú høvuðsleikarin, Riley, er heima aftur, fær hann samband við foreldrini, sum eru gudsóttandi verkafólk.
Men vinkonan er uppá vegin við einum fremmandum, ið eingin veit um at siga.
So byrja løgin ting at henda hjá læknanum, og tá altarvínið verður tvinnað við ein anna reyðan drykk, ið eisini fløðir í kirkjuni, og summi fólk í kirkjuliðnum, teirra millum prestur, bara kunnu koma út um náttina, tá dagsljósið hvørki rakar ella røkkur, tá undrast fólk, men summi nikka og eru sannførd um, at nú er nýggja tíðin blivin ein sannføring av øllum tí gamla, tey fyrr kendu og vóru trygg við.
Vit fáa nýtt innlit í lívið hjá unga prestinum (Hamish Linklater), sum er komin ístaðin fyri hin gamla, ið hvarv á pílagrímsferð til heilaga staðin Jerúsalem. Í einum helli møtti hann óvæntaðu yvirmaktini og hvarv, senilur kanska sum ein amerikanskur forseti.
Nú er ungi presturin, ið er meinlíkur tí gamla, vit síggja í einum gomlum avísuppslagi, komin til bygda, uttan at siga hví, hvussu og hvaðan hann er komin, ella hvat kirkjulið hevur innsett hann.
Í tíðarleysu bygdini spyr eingin, men sum tíðin gongur, fellir ymist uppá pláss. Alt er ein ringrás millum fyrr og nú, aldurdóm og ungdóm, har Bíblian og skriftstøð eru snúningspunkt at skilja trongdu tilveruna og útleggja hana í tulkingarfelagsskapinum, sum gongur út frá kirkjuni.
Í roynd og veru er tað førleikin at sleingja um seg við skriftstøðum, ið er tað, eg mest hefti meg við í Netflix-røðini, Midnight Mass, soleiðis sum eg fati hana. Ikki fótbóltur ella onnur fólkslig ítrótt, men trongdin og førleikin støðugt at bera fram Bíbliuørindi, tað er fremsta ítróttin í oyggjasamfelagnum.
Soleiðis fati eg filmin, ið er so søkjandi, at hann er beint fram hugtakandi til okkum at brúka í einum øðrum oyggjasamfelag, ið ikki er so ólíkt.
Og so eru tað Neil Diamond sangirnir og framúr mannfólkarøddirnar, ið bera fram teir slitsterkastu sálmasangir úr okkara hvítu evangeliserandi kirkjumentan, sum alla tíðina leggja ein sakralan karm um søguna, frá Nærri min gud til tín og Ver tú hjá mær. Touching me, touching you, fyri at sitera Neil Diamond.
Ein Netflix-røð, sum varisliga skiftir millum tvær siðvenjur - á tí ytra skrivar filmurin seg greitt inn í endurbornu horrorsjangruna, meðan filmurin í tí innara frásagnarsubstansinum í størri mun hellir til persónliga játtanarslagið av filmi, vit eisini kenna úr bókmentum.
Midnight Mass er ein sjeypartarøð, sum eg vil viðmæla, tí hon er so stillført hugtakandi og sannførandi, at eg mátti í atlasið at finna Crockett Island. Úrslitið sigi eg einki um.
Takk til Katrina fyri viðmæli at síggja hesa spennandi røð, ið er so funktionelt rík í innihaldi.