Í dag var Filmsfelagið boðið á vitjan hjá Mentanarnevnd Løgtingsins. Ørindini vóru í fundarhøli nummar trý, næst við einasta biografin í landinum, at skifta orð við alla nevndina og skrivaran um uppskotið at seta úr gildi løgtingslóg um biografar.
Filmsfelagið er móti uppskotinum, tí uppskotið elvir til, at orðið biografur nú verður útskúgvað og aktivt skrivað út úr føroyskum lógarsmíði.
Filmsfelagið takkaði fyrst fyri høvið at sleppa til orðanna í hesum máli.
Filmsfelagið, sum er áhugafelag ið vísir listarliga áhugaverdan film, varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Í dag er biografurin hin einasti í landinum, eins og felagið er tað einasta av sínum slag. Tí er felagið serliga takksamt á fyrsta sinni at verða spurt um biografvirksemi. Tað gevur tær eina stóra makt, at kunna ávirka lógarsmíð á einum málsøki, sum hevur felagsins áhuga, ella tín persónliga áhuga. Tað sóu og hoyrdu vit í gjár, tá løgtingslimir í samgongu tosaðu móti einum vinnumáli, sum um teir umboðaðu felagsskapir, ið ikki vórðu nevndir.
Hetta skjal liggur frammi hjá nevndini í sambandi við málsviðgerðina:
Í Filmsfelagnum vísa vit listarliga áhugaverdan film hvørt mikukvøld í Havnar Bio. Sum óheft áhugafelag, ið ikki er knýtt til filmsgerð og ikki rekur biograf, halda vit, at tað er nakað kubbut at leggja niður lóg um biograf. Heldur enn at strika biografvirksemi úr regluverkinum, vilja vit hjukla um biografin sum fyribrigdi. Nú vit bara hava ein regluligan og virknan biograf, vil Filmsfelagið heldur mæla til, at lóg verður gjørd, sum hevur til endamáls, at tryggja biografrúmið og møguleikarnar at uppliva film í biografi. Fyrr eru bæði Filmseftirlit og Miðlaráð løgd niður. Ikki tí at Filmsfelagið ynskir eftirlit, men tí at felagið sannar, at nú er einki ráð ella skrivstova, sum á nakran hátt sær til, at dagsins miðlaveruleiki, serliga viðvíkjandi børnum, verður loftaður og viðgjørdur í praktiskum vegleiðingum, sum byggja á hevdvunna filmsgransking við høvuðsdenti á ávirkan. Hyggja vit longur fram, ynskir Filmsfelagið eisini, at fleiri filmar í biografi, og tá serliga filmar, ið venda sær til børn, antin fáa føroyskan tekst ella føroyska talu og versjonering. Eingin av hesum møguleikum er í almennu ringferðini í Føroyum í dag. Vit halda at tað er órættvíst, serliga móti børnunum, sum eru okkara komandi brúkarar. Og so eru vit aftur við útgangsstøðuna: ábyrgdina hjá tí almenna, at tryggja biografin sum listarligt upplivingarrúm. Við hesum orðum takka vit fyri møguleikan at verða hoyrd.
Vinarliga
FILMSFELAGIÐ
Birgir Kruse, formaður
Ole Wich, nevndarlimur
Rannvá Jónsdóttir, nevndarlimur