Ymisk eru húsini, tí sum smádrongur fert inn í. Og færri eru tey, tú javnan vendir aftur til, og gjøgnum lívið fært fragd av at hava upplivað. Grannin, Mourits, og eg komu eitt kvøldið at tosa um mongu húsini í grannalagnum úti í Grønlandi. Tey fáu, har mann fór inn, og tey mongu, har rátt var frá at fara inn. Veit ikki av hvørjum, men tað lá í luftini, at har tey royktu, fór tú ikki inn, og har ein snapsafløska segðist hava verið á lofti, har fórt tú ikki um gáttina, og har tey søgdust kvøða og dyrka føroyskan dans, og ikki at vera nakað so abstrakt sum gift, ella kanska enntá fráskyld - tað dugdu summi at tevja langan veg - har fekst tú innvortis tey vaksinatiónsráðini, aldri at koma í nánd. Okkara himmal var av eini aðrari verð. Ein dannilsisdemarkatiónslinja sum lítlingurin tekur til sín, bara hann lotar av hanakjafti, sum eg elski Anfinn, løgmann, fyri at siga upp í saman. Tað líkasum knýtti aftur í anarkistiska lívið úti í hesum arbeiðarabýlingi. Reglubrótandi hanakjaf...