Tað er kenslan eg siti við, eftir at hava sæð nýggjasta heimildarfilm í Kringvarpinum Suðuroyartunnilin og skuggatølini.
Samstundis er filmurin ein sjáldsama væl fangað studia í manipulation, tá vit síggja hvussu nógvir menn og bert hendinga kvinna, eru við í hesi søguliga stóru ætlan, sum vit øll skulu bindast niður við, uttan at nakað innlit fæst í privata felagið, sum fær uppgávuna.
Virðislønarverdi moment-of-zen-sekund-parturin er, tá suðuroyartingmenn
og ein kvinna, eisini úr Suðuroy, skriva undir hesa ætlanina. Í fullum
dagsljósi og uttan at nakar heldur teim byrsumunnan fyri tinningin.
Eftir duell millum ein landstýrismann, eisini úr Suðuroy, og
løgmann, fáa vit skorið út í papp, at løgmaður hevur tunnilin og allar hinar
eisini.
Ein gjøgnumarbeidd sjónvarpssending úr Kringvarpinum, sum
bit er í. Marjun er gjøgnumførd og fyrireika, og kann longu eftir fáum minuttum
fanga løgmann í eini undanførslu.
Smyrlarnir síggjast í einum stuttum yvirliti.
Tjóðpallur, sum ongantíð hevur kostað tí almenna nakað og
ongantíð fer at gera tað, verður aftur drigin fram sum prugelkabe, hvat tey
kunnu fáa frá tí almenna har norðanfyri, verður sagt í kjaki, sum hevur tað at
blíva so polariserandi, at tey, ið búgva longst frá fólkatættasta økinum, kunnu
finna uppá hvat sum helst. Og í denn grad í hesum føri. Tú hoyrir fyri tær
gamla Pipar og Salt sangin um Suðuroy, sum mundi doyð.
Kvinnur tosa sakligan kunnleika í hesum filmi og einstakir
menn, hóast ógvuliga fáir.
Landsbankastjórin ávarar og vísir á, at hetta ber slettis
ikki til, tí tað fer at kosta vælferðina.
Siglingin fer at kosta sjey milliardir og fasta sambandið twenty-four-seven
fer bara at kosta fimm milliardir, sigur løgmaður. Tað er skeivt, sigur landsbankastjórin um væl
fyrireikaða sjovið hjá løgmanni í Tinganesi. Samanberingin heldur ikki, tí tað
inniheldur ikki samanberilig tøl, sigur hon.
Vinnurekandi tunnilsmaður sigur, at trygdin við Smyrli er
internationalt regulerað, so øll tey viðurskiftini eru í lagi. Til ber ikki at
blanda pengar og trygd, sigur hann. Tingfólk eru leikfólk, sum bara kunnu siga
ja ella nei, sigur hann. Eg dugi ikki at meta um, hvat trygdin er í Suðuroyartunnilinum,
sigur hann.
Sannlíkt er, at 1,3 ár eru millum smáar eldar í tunnilinum,
fáa vit at vita. Vandin fyri eldsbruna er nógvar ferðir størri og títtari her
enn í norska tunnilinum, sum í allar mátar er samanberiligur. Hartil er føroyska vegahallið
stórt. Seinni eru trygdarrúm nevnd sum møgulig, men tað sæst ikki í ætlanini, sigur
okkara upplýsandi vertur, Marjun.
Meðan okkara fíggindapartar í hesi dokumentariskt filmaðu heimildarsøgu
heilt greitt eru suðuroyartingfólkini, øll sum ein, er landsbankastjórin hetjan
og hon, sum vit av givnum ávum fara at halda við sum okkara sannleiksvitni og umboð, tá
øll parlamentarisma fellir og er fallin, sum í hesum lýsta føri.
Einsamallur er løgmaður. Tað er gott og reiðiligt at hann
vil vera við í filminum, men hann er veikur og kann ikki annað enn siga, eg
hoyri hvat tey siga, men eg eri ikki samdur, tá sipað verður til landsins
hægsta embæti á fíggjarbógnum, landsbankastjóran og tey, sum í minsta lagi eru ivasom og eisini beint ímóti tunnilsætlanini til Suðuroyar.
23 kilometrar uttan rýmingarleiðir, sigur sivilverkfrøðingurin
hjá landsverki. 1,8 milliard skal nú brúkast til ein líknandi 25 ára gamlan norskan
tunnil bara fyri at dagføra trygdina, tí hann livir ikki upp til núgaldandi
krøv. Sami norski ráðgevi er í Føroyum. Ikki eingong ein jarðfrøðilig kanning
er við í hesi ætlanini hjá løgmanni, undrar verkfrøðingurin seg okkara vegna um. Hvørki
lýsingar ella kanningar, sigur hann, sum hyggjarans vegna er ein av bestu
heimildum í hesi sending.
Eg siti eftir við einum ringum smakki av, at breið og sakkøn
semja er um, at fremsti og størsti manipulator er landsins leiðari, løgmaður.
Hetta er so óunniligt, at her ber ikki til at halda fram. Hetta má steðgast.
Lukkutíð eru røddir á sosialu miðlunum, sum gera júst tað, Petur Hammer, Liljan Weihe, og fremstur í dag er
Hergeir Staksberg.
Bóndi í Suðuroy vil ikki av við hagan, til tunnilin, men hevur
víst á aðrar leiðir. Borgarstjórin á Tvøroyri vil fegin taka ímóti grótinum,
sum borða verður upp úr tunnlinum, og leggja tað í Trongisvágsfjørð.
Landsbankastjórin vísir á gomlu ætlanina um stutt og skjótt ferjusamband
millum Suðuroy og Sandoy, sum nú er bundin í meginpartin av ferðslunetinum. Men
politisk undirtøka er ikki fyri hesum, sigur løgmaður. Løgtingspolitikari úr Suðuroy
sigur tað sama. At suðuroyingar vilja ikki ta loysnina. Fyrstu ferð eg sá tað
loysnina var í eini væl grundaðari verkætlan hjá verkfrøðingi í sjeytiárunum.
Kost-nytta verður borin saman við viðurskifti og kanningar,
sum ikki kunnu samanberast, skilst úr sendingini. Løgmansskrivstovan veit
annað, betri og best. Tey liva í teirra egnu boblu, hvussu Landsverk so ávarar,
og landsbankastjórin staðiliga og presist peikar á, at vit hava ikki ráðini til
hesa íløgu, og vit hava ongan grunn, sum norðmenn hava.
Hvalbingur ávarar um hesa vanlukku, sum vit enn kunnu
steðga. Hon er gjørd við liniál í Havn og uttan fyrilit her suðuri, sigur hann,
saman við bóndanum. Men hetta er fyri alla tíð, sigur prátið, hóast teir eru
ósamdir um framtíðar sambandið. Tað má starta í Hvalba, sigur hann so skilagóður,
at eg vildi hoyrt meir frá honum.
Fíggjarmálaráðarrin er mest sum burturi úr kjakinum. Hon
letur løgmann standa, ella rættari sita, einsamallan. Eins einsamallan og hann
er settur í sjónvarpsupptøkuni.
Fyrrverandi tingmaður úr Suðuroy setir spurning við hetta
tilboð, sum er merkt av tankanum um beint áðren vit steingja. An offer you can’t
refuse tá tú ert sunnanfyri í summarferiu.
Ein fylgibólkur varð settur, sigur fyrrverandi
løgtingslimurin, sum hann sigur bara fevnir um suðuroyingar, menn og ein kvinna,
har eingin er serkønur, men bara valdir politikarar hesa tilvildarligu tíð, sum
er okkara og nú.
Hetta verður mær sum hyggjara ov nógv at bera, skal eg hugsa meg sum veljara og skattgjaldara her í landinum. Tað er málda effektin av hesi framúr sending hjá Marjun Dalsgaard, sum fremur research, journalistiskt kanningararbeiði, í einum ódyrkaðum lendi.
Roknskapir fyri tunlarnar higartil eru ikki atkomuligir,
sigur Marjun.
Ímeðan undirhalda løgtingspolitikarar av tingpallinum við
vendingini Show me the money.
Soleiðis er tað bara. Projektið verður vekk, um ballið opnar
aftur, sigur suðuroyartingmaður.
Men vit missa vælferðina, sigur landsbankastjórin. Tað er
tað ringasta sum kann henda. Vit missa okkara fólk.
Ein annar kvinnuligur búskaparfrøðingur sigur tað sama. Vit
missa ungdómin og atdráttarmegina.
Tað fær meg at festa meg við, hví bara menn eru knýttir at
tunnilsætlanunum, politiskt og vinnuliga. Hevði føroyski veruleikin og ikki
minst føroyska náttúran sæð annarleiðis út, um kvinnur sluppu at vera við
tunnilsborandi verkætlanum við hópin av gróti, til dømis rúgvuni, sum enn
liggur á Velbastað og opnu sárunum í lendinum, ringast í Norðragøtu, har sprongt
og borða er, bara mennirnir hava brúk fyri einum neva av gróti. Høvdu kvinnurnar hugsað eins óstortliga og menninir hava gjørt í hesum førum?
Marjun Dalsgaard hevur lagt Suðuroyartunnilin og skuggatølini, sum varir ein stívan tíma, til rættis og Ivan Niclasen hevur verið redaktørur undir leiðslu av Katrin Petersen. Eitt sterkt og útfarandi Kringvarpstoymi. Gott og upplýsandi public service arbeiði, hyggjarans vegna.