Er de fanger, hr Kruse, spyr grønlendski formaðurin, nú høvuðsmálningurin er valdur til ferðandi framsýningina Hunters of the North.
Nej, det vil jeg ikke sige. Men skrivebordsfanger kan vi
strække det til, sigi eg, og vit grína báðir við fundarborðið.
Men han ser mig nu noget lyserød ud, sigur grønlendingurin um einsamalla dreingin á skerinum.
Nú eg fjórðingsøld seinni sá hann aftur í Reykjavík, kom eg í tankar um hesa stuttligu søgu, ið lýsti, hvat vit visuelt kunnu vísa, men ikki siga við orðum.
Orð eru staðfestandi, tí skalt tú verða varnari við teimum, enn við myndum.
Í morgunsjónvarpinum TV2 er ein amerikanskur kokkur, ið partú
vil hava vertirnar at eta majonesbefongdan beykonburgara, stoktan í svimjandi smøri og borðreiddur við osti og trimum eggum omaná. At sannføra seg sjálvan, hvussu hann rakar einasta rætta smakkin,
brúkar kokkurin vendingar sum ”this is how we roll” og at enda avdúkar hann
avvápnandi navnið á egnu fyritøkuni, sum ger hesar feitt flótandi burgarar: ”Eggslut”.
Fyri at kveistra alla sexismu til viks, kroystir hann bollan, sum liggur omaná,
so eggjareyðin sprotnar og rennur niður yvir tað heila. ”This is the Eggslut!”
Orð eru gandur.
Hesar málsligu transformatiónir, sum hava tann snildisliga
eginleika, at tær fjala útyvir tað, ið ikki kann sigast, tabu- og noaorð, sum
hvast við lær umborð á báti. Men akkurát sum í ævintýrinum um Gandaða
Lyklaholið, kanst tú klippa halan av trøllinum, dugir tí orðið og stavin.
Lat okkum taka tvey dømi úr morguntíðindunum, Kristi himmalferðardag.
Nú Putin, ið summi siga vera so friðarelskandi, at hann vil frelsa
ukrainar undan nasistum, ger klárt til ein heilt serligan summaroffensiv, kemur
hann í allar miðlar. Orsøkin er, at friðarelskandi maðurin, tí maður er tað,
vælsignar tíðindaheimin við glitrandi nýorðinum summaroffensivi. Slettis ikki gamalsliga
orðinum kríggj, mann móti manni. Nei, hetta er ein tíðarrøtt bjarging av
mannaættini, sum vit, takka verið miðlunum, frammanundan eiga at takka harra Putin og hansara summaroffensivi fyri.
Nú Netanyahu, ið summi siga vera so friðarelskandi, at tey
kalla hann Bibi, sum kom hann beint úr Barbie kabinettinum, alldeilis ljósabláur,
og vil frelsa palestinar í Gasa undan Hamas og teirra djevulsskapi, ger hann klárt til ein heilt serliga strategiskan summaroffensiv, og kemur tí í allar miðlar, sum opna fyri tíðindum og sendingum um heilt serligar neyðhjálparvørur á fáum úrvaldum støðum, frá okkum til tey, kliniskt rætt og sømuligt. Bibi eigur at verða avmyndaður við veldissprota, sum orðabókin sigur fyri
scepter, og innrammaður sum vælgerðarmaður. Tí tað er hann í allar mátar.
Um nú allar tíðindaredaktiónir løgdu av at brúka skriviborðsorðini fyri kríggj, sum lýsingafyritøkur hava uppfunnið, so hevði tað helst gingið sum hjá Sørin Smið, tá hann motiveraði seg
til at lesa. Tí tá fekk hann makt yvir øllum trøllunum, russiskum og ísraelskum og út til enda jarðarinnar.
Men fyrst mátti hann læra at lesa. Tí øll makt liggur í orðinum. Tað er tann nakni sannleikin.
Helgi þorgils Friðjónsson: Fiskar sjávar (1995)