Skip to main content

Hví spyrt tú ikki á føroyskum?

 

- Hví spyrt tú ikki á føroyskum, sigur amerikanski læknin, Mimi Syed, ið er av pakistanskari ætt. Ein farri av suðuroyarmáli liggur í óvæntaða setninginum.

Meðan Føroyar hyggja eftir fótbólti á tveimum vígvøllum eri eg farin í Finsen, har Elisabeth Skarðhamar Olsen innleiðir og bjóðar vælkomin til fullsettan fyrilestur í auluni við Mimi Syed.

Fimtan ára gomul var hon skiftisnæmingur í Føroyum skúlaárið 1996/97, og búði hjá Elisabeth Holm, sum gamaní er av Tvøroyri, men býr í Hoyvík.

Fyrilesturin úr Gasa byrjar og endar við sitatinum hjá týska prestinum, Dietrich Bonhoeffer "Silence in the face of evil is evil itself." Orðini hjá Bonhoeffer, sum týsku nazistarnir drupu í 1945, hanga skilliga lýsandi í heimligu auluni, ið er prýdd við Sjúrði og orminum á Glitraheiði.

Fyrst er ein heimildarfilmur í 25 minuttir, “Kids Under Fire: An investigation into Israeli soldiers shooting children”, sum tíggjufaldi Emmyvinnarin, algersk-amerikanska Amel Guettatfi, hevur gjørt fyri amerikansku Al Jazeerasendingina, Fault Lines Documentary. Sterkur filmur um gloymdu børnini í Gasa, ið liggur opin at síggja á YouTube.  

Mimi Syed hevur verið í Gasageiranum í tveimum umførum og arbeitt sum sjálvboðin lækni har, ein mánaða hvørja ferð. Eftir vitjanina í Føroyum fer hon aftur til Gasa fyri triðju ferð. - Hesuferðina veit eg ikki um eg sleppi inn um markið, nú eg havi verið so nógv frammi, sigur hon.

Í sterka heimildarfilminum, har hon medvirkar saman við øðrum læknum, og sjálv er um særdu børnini í einum totalum krígsøki, sum er uttan reint vatn og elektrisitet, sigur hon frá um gongdina á sjúkrahúsinum, og hvussu streymslit forðar fyri at doyvandi heiligvágur og insulin virka. Oftast er úrslitið deyði.

Eftir filmin sigur hon í dagbókamerktum formi frá um egnar og meira gerandisligar, men tó horror-ræðuligar royndir og upplivingar á sjúkrahúsinum, har hon arbeiðir. Blóðdálkaðar upplivingar, sum við fotomyndum av egnari telefon støðugt fáa meg at hugsa um Honnu Arendt og heitið á bókini frá 1963, “Eichmann in Jerusalem: A Report on the Banality of Evil”, sum skapti og føddi varandi hugtakaði The Banality of Evil.

- Ein veruleiki, ið vesturlendskir miðlar ofta tiga burtur, sigur hon og vildi vera við, at orsøkirnar í og úr hesum øki, mótvegis Ukraina, eru beint fram rasistiskar. The truth is deadly, sleppur nakar inn í Gasa at siga frá veruligu støðuni. Hetta er ein liður í dehumanisering, úttanífrá at ákæra fólk í Gasa at drepa síni egnu børn og at alt er pallsett. Eg vísi verðini, hvat eg sá, sigur braneggjaða og órædda kvinnan. Men eg eri eisini mamma at trimum børnum, tað er ræðslan og drívmegin hjá mær. Men saman eru okkara røddir sterkar, sigur hon, tá onkur í auluni nevnir smáu Føroyar, sum neyvan kunnu gera nakran mun. Our voices together are stronger, minnir hon á, og fær meg í innara oyranum at hoyra sangin hjá Sting um "Russians", og vónina um, at eisini russar elska síni børn.

Eftir fyrilesturin var samrøða við Mimi og fleiri nýttu høvið at seta henni spurningar, eisini á føroyskum. Eitt kvøld, sum prógvar virðið í grasrótavirksemi. Eisini tá Samhugi við Palestina skipar fyri, og eingi fløgg síggjast á vegginum ella í túninum. Framúr tiltak, sum í mínum huga var fyriskipað og hildið púra uttan tankar og ætlanir um potensierandi polarisering við erigeraðum flaggstongum. Friðarliga upplýsandi frá fólki til fólk. Framúr, ja.