Ítróttamynd, sum Jens. Kr Vang tók, og sást í Blaðnum frá kappróðrinum á ólavsøku
Kanska er summartíðin ikki hin rætta at gera upp, hvussu
journalistiska avrikið í føroysku miðlunum kann mátast.
Meini so við, hvør skal máta og hvussu skal mátast?
Fara vit aftur til Ársfrágreiðingarnar hjá Ríkisumboðnum fyri
aldarskiftið, so sást, at meðan svenskarar høvdu heimsmet í avíslesing, sambært
Guinness Book of Records, so kundu vit á heimabeitinum lesa fyri vist, at fleiri
enn túsund bløð sirkuleraðu, vóru í umfari og vórðu lisin, fyri hvørjar túsund føroyingar.
Hartil skal sigast at upplagskontroll, alment eftirlit við
prentaðum bløðum, hevur aldri verið í Føroyum og er enn ikki til.
Helst var tað bara skrivstovufólkið, sum fór burtur frá,
taldi upp og skrivaði rokningina til blaðstjóran, ið visti veruliga upplagið á
føroysku bløðunum.
Umframt upplag, sum altíð er knýtt at lýsingaprísum, er
eisini hin redaktionella linjan og skrivaða innhaldið avgerandi fyri ein og
hvønn miðil.
Frá oddagrein blaðstjórans, útdýpandi tíðargreinar, og førleikin
at lofta tí, sum frammi er. Alt í sama miðili.
Í hesum døgum mest um Miðeystur.
Beint nú
hevur tað so mín allar mesta og hægsta áhuga.
Men hvat fái eg?
Óðar parlamentarikarar í øðrum londum enn okkara, sum á egnum Facebook profili filma seg sjálvar og gita um líkt og ólíkt, sum í teirra optikki er ein hóttan, trúgvandi læknar og so óðar konur, sum ikki vilja vita av, at palestinar skulu fáa innivist á teimum leiðum, ið bera Guds eygnastein um hálsin.
Her eru bara potensierandi markeringar og óneyðugar polariseringar. Eingin redaktionell miðlaviðgerð.
Sum Terji flýggjar til tónleikin, so má eg flýggja til
útlandið at finna miðlar, sum redaktionelt avrundað og javnvigandi bjóða til, duga
og vilja viðgera ein so átroðkandi trupulleika í okkara tíð, sum støðuna í
Miðeysturi, uttan at missa seg sjálvan burtur í sjálvuppfunnum dagdvøljum sum
støðugt verður róð afturá, ikki minst av religiøsum ávum, men eisini fyri at
verða afturvaldur.
Avbalanserað tíðindi um áleikandi stórmál uttan úr heimi
finnast ikki í føroyskum miðlum. Eg má sum sagt lesa og skrúva frá fyri
útlendskum miðlum.
Hinvegin, lesi eg ítróttateigarnar eitt tilvildarligt
summarvikuskiftið í somu miðlum, serliga netmiðlunum, so er ikki endi á góðum orðavali,
framúr setingskonstruktiónum, frágera rættstaving og fyndugum orðavali, sum alt
samalt kínir forvitna føroyska lesaranum, ið fær eina framúr servisering,
uppvartandi tænastuveiting, frá hesum úrvalsmiðili.
Hvussu ber tað til, at so stór vekt verður givin ítróttinum
til innihalds, tá so lítið verður latið teim ørstuttu stubbunum, notitsunum,
sum í einum, tveimum ella kanska trimum setningum siga eitthvørt um kettur, ið
verða illa viðfarnar í Bretlandi ella okkurt tílíkt, sum onkur á somu redaktión ella miðili heldur, at vit ikki kunnu liva fyriuttan. Og ikki at gloyma døgnrapportina hjá
politinum og, hvussu fólk hava skikkað sær, og um nakar bóndi á bygd hevur
koyrt skít í traktori meðan øll síggja og helst er ein nýggjur happingarháttur.
Sig mær, hvar fór hin heiðurskrýndi debatterandi og
engasjerandi journalistikkurin, sum fyrr varð kallaður fjórða statsvaldið, og
skuldi fáa maktapparatið at rista í brókunum?
Nei, eg bara spyrji, hvar tann lesnaður og tíðindaflutningurin fór.
Er tað veruliga so, at ráðini eru ikki at seta útbúnar
journalistar í starv? Og so yvirhøvur ikki journalistisk fólk, ið hava fingið
sær eina útdýpandi útbúgving omaná, so tey enn betur kunnu bera fram og seta á
skrá fyri okkum lurtarum og lesarum alt tað, ið rekur á kíkin, fyrst og fremst her
hjá okkum í Norðuratlantshavi, men eisini í USA og Kina, uttan at referera donsku
miðlarnar DR og TV2, sum unga útvarpsfólkið gjørdi í gjáramorgunin?
Vit síggja, hoyra og lesa allar útlendskar (les: danskar) miðlar frammanundan, vit hoyra og síggja Kringvarpið, ella, hann náði tú meg,
púra velja tað frá.
Og nú vit tríva í seinastu av hvannatíðindunum í hægstu
agurkutíð: er tað veruliga so illa stætt, sum nýggi kringvarpsstjórin segði, at
lægri lønirnar eru til journalistarnar, jú fleiri av teimum kunnu vit hava.
Hvat siga Føroysk Miðlafólk til tað?
Haldi ikki eg hoyrdi skeivt.
Men summa summarum, so eru kanska stundir, at
ítróttaskrivarar og -journalistar fara at læra aðrar føroyskar arbeiðandi journalistar,
hvussu tú handfert títt fak og hvussu væl tú pussar málið, tú velur til givna og vinklaða endamálið.
Tit journalistar hava nógv at læra frá ítróttaskrivarum. Tað
legði eg serliga til merkis í netútgávuni av Blaðnum um vikuskiftið.