Átta fóru í flogvanlukkuni í Mykinesi. Føroya størstu katastrofu í okkara útvarpstíð. Í Hesti fóru ellivu mans í bátsvanlukku eftir einum degi í 1919. Tá vóru 25 hús í lítlu bygdini. Samtíðarmiðilin, Dimmalætting, sigur, at fýrs fólk búðu í Hesti hetta árið. Í dag búgva seytjan. Aðrar báts- og skipsvanlukkur eru, sum gjøgnum tíðirnar hava merkt bygdasamfeløg og elvt til tignarligar minnisvarðar og -talvur.
Var tað útvarpsuppslestur av tí vanliga slagnum ein sunnudag
seinrapart um hetjumerktar lagnusøgur av teim sjey høvunum, so rak hann helst framvið,
lesturin á tíðarinnar havi, meðan eg ypti øksl um aftur eina søgu av slagnum,
sum menn meitla í stein, tí søgusýnið er mannligt, úr mannligum keldum, har
menn vóru í vanda, og lisið upp av monnum í mandigum útvarpi.
Annarleiðis er í hesum føri.
Her er søgusýnið kvinnuligt og sett í karm av the female
gaze, sum tey siga í filmiskum ástøði. At kvinnur eiga søguna. Stillisliga taka
hana við einum greiðum og sannførandi uppleggi, sum allir partar stuðla upp
undir og medvirka í.
Tað eru fýra kvinnur, ið bera søguna fram og seta hana í karm. Gunnvá Zachariasen, sum úr eini mynd við átjan børnum finnur upphavið, ommuna, sum var rakt av bátsvanlukkuni í Hesti. Gunnvá, persónifiserar seg við og sum hana, ommuna, í ymsum aldri, og vit fáa eitt heilt livað lív við bátsvanlukkuni sum baksýni. Ein hugtakandi og nemandi máti, forteljaragreb, at siga søguna, og at skapa identifikatión við áskoðaran. Her eru vit longu í kjarnumiðling, sum eigur at finna sítt pláss úti um landið, á Ovasavninum í Nólsoy, Róðrarneystinum í Klaksvík og Bátasavninum í Leirvík, fyri at nevna trý uppløgd støð, locations, fyri hesi flytbaru sýning, ið umframt listarliga úttrykkið, eisini hevur eina missión at siga uppvaksandi ættarliðnum frá um tilveruna hjá konum á bygd, eitt steinkast úr Havn, fyri hundrað árum síðan. Leikstjórin er Marita S. Dalsgaard, sum í arkinum, vit fingu í hondina fyri frumsýningina sigur, at 25 ár eru liðin síðan hon og Gunnvá vóru lidnar á sjónleikaraskúla, og - hetta er tað týdningarmikla í hesum konteksti - ”Fyri mín part er tað fyrstu ferð eg eri á eini verkætlan, har tað bert eru kvinnur, og tað er ikki so galið.”
Hinar báðar eru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, sum komponerði nærverandi og atmosferufylta ljóðið í støðum við sakralum kvinnusangi, og Silje Grimstad, ið gav leikinum eitt sjáldsama originalt visuellum úttrykk, frá at vísa kensluna av at drukna, til smáu flótandi pappírsbátarnar, sum vit, ið sótu fremst, fingu í hondina. Ein vakur gestus, sum ikki bara er ein gimmick, men ein hugfarsliga nemandi tanki, ikki minst um leikurin verður framførdur innan frásøgukynstur í lærugreinini handaverk og list.
Og so løkini á bakvegginum, sum eftir at tey hava verið myndalørift við uppvarpaðum projektiónum, verða tikin niður av snórinum, inniliga kýnd, borin fram fyri okkum, ikki bara í sorg, men eisini í dansi, meðan óunnuligi veruleikin andar sum havið á okkum, nú eru løkini lík. Kvinnurnar tora sanniliga eisini at nema við grammleika á havinum. Men bara varisliga í einum inntonktum tanka, sum Gunnvá gevur veingir og letur flúgva til okkara millum løkini.
Millum áskoðararar vóru enskt talandi fólk, sum kundu fylgja við dialoginum á einum breiðum skíggja uppi undir loftinum. Myrka rúmið, ið var karmur um flytbara leikin Upphav, var innast í Skálanum. Stólarøðini vóru sett hóskiliga upp, soleiðis at øll sóu sjálvt teir minstu lutir, ið voru á pallinum. Intimt og væleydnað.
Eftir leikin hitti eg Katrin, sum segði at langabbi hennara var ein av teimum, ið fórust henda skaðadagin í Hesti í 1919. - Hann var komin at landi, men fór at leita eftir hinum bátinum. Langomman sat eftir, einkja við trimun dreingjum. Abbi var seytjan ár og tók við festinum Uppi í Stovu eftir pápan, sum var bóndi. Langomman megnaði at senda tveir synir til Danmarkar á skúla, Jóan Peter Joensen á læraskúla, og Hergeir Joensen á maskinmeistaraskúla. Hon tók eisini tveir foreldraleysar dreingir til sín. Ein úr Havn og ein av Velbastað. Flott, tá man hugsar um umstøðurnar tá í tíðini, sigur Katrin, við lítla bátinum úr leikinum í lógvanum.
Tað er feministiski filmteoretikarin, Laura Mulvey, sum í 1973, vildi gera upp við mannliga mátan at siga søgur:
- The Male
Gaze is a theory that visual media is essentially created from a heterosexual
man's point of view. It's also believed that because women are rarely portrayed
in positions of power, they are normally reduced to objects to be admired
instead of playing an actual role.
Undir yvirskriftini
“Visual Pleasure and Narrative Cinema” komu hennara tankar á prent í bretska
filmstíðarritinum Screen í 1975. Greinin er síðan givin út sum bóklingur í
fimtan síðum. Mulvey er nógv granska, eisini av Rachel Simpson, sum í “Film Inquiry”
(2015) tekur saman um the Male Gaze við trimum kontantum staðfestingum: “From
the feminist perspective, this theory can be viewed in three ways: How men look
at women, how women look at themselves and finally, how women look at other
women.”
Upphav er besti leikur eg havi sæð, at lýsa hetta
fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin. Takk
fyri innbjóðingina, Gunnvá og Marita.
Myndirnar tóku Bjarni Árting Rubeksen og Gwenael Akira
Helmsdal Carré - og eg sjálvur.
Comments