Í ABC álmanakkanum fyri vælveru í einum virknum oktobur, stendur fyri ST dagin, sum er í dag: ”Bið familju, vinir ella onkran annan koma út at gera okkurt saman við tær”. Sum sagt so gjørt. Út at eta stuttflutt í einum konsentrati av heimligum heystarsmakki, sum Tilde frá Örnsköldsvik, og føroysku Janus Einar og Sebastian borðreiða við inni hjá Katrinu Christiansen í Bartskersstovu mitt í Havn.
Symfonisku stuttfluttu satsirnir eru fýra í tali í spælimanshúsinum, har William Heinesen (1900-1991) fyrstu ferð sá dagsins ljós. Og innan vit byrja, hava vit hug at dvølja við titulsangin á nýggju fløguni hjá Stanley Samuelsen, Solskin, sum er úr savninum hjá Williami Heinesen, Høbjergning ved Havet, frá 1924. Ein vøkur og hóskandi intro at hava fyri sær eftir sendingina Leitistein, seinrapartin í dag, har Uni tosaði við Stanley og Merete.
Nú er borðreitt við fýra separatum heitum. Fyrsti stuttflutti spælimanssatsur ber heitið Jørð. Sebastian er fyrstur við reyðbrúsandi undandrykkinum, sóldís, við bláberi, roykøl, roykt og fresh, sum skerpir sansirnar, og maibryggj av Dímunargarði, framýr fyldugt at nippa til.
Vit fáa torvroykt smá og føst epli, gandað upp úr jørðini heima á Sandi við pesto, bótarurtakremi, og turrum fiski omaná, og á einum øðrum fati við snerktum skerpikjøti, trøllaostasós og steiktum spískkáli afturvið. Góðum smakki av lambafeitti brasað á pannu við pálmakáli og grønkáli. Tað er sum forspælið til nærum hundraða ára gomlu dreymaferðina hjá Carl Nielsen úr kongliga danska sjónleikarhúsinum til Føroya í 1927. Nú taka vit jørð í Føroyum. Landkjenning, sum Grieg segði uttan av havi í 1872.
Annar stuttflutti satsur ber heitið Hav.
Nú verður
borðreitt við kalva, ystur í mysu, jomfrúhummara við føroyskum eggum, ið eru
gjørd til køku, og saltfiskasalati við mairót frá Spírum og Sporum. Sebastian
skeinkir brut ipa, ið er sum perlandi spansk cava, hevur ligið í tanga, er
næstan vín, men er øl. Samansetingarnar
hjá Sebastian eru spennandi. Nú er villa Barba úr Dímun við góðum og feitum konsistenssmakki. Triðja
glasið er ein dagførdur flúgvarasjussur við slush ísi, sitrón og reipatara
omaná. Tónleikurin undir loftinum minir meg á Kuba.
Fjórði og seinasti symfoniski satsur hevur frámerkið Søtt. Svenska Tilde serverar søtt, sum við súrgaðari mjólk, hvonn og broysknum molum, makrón, reinsar feittið undan gómanum. Afturvið er karameliseraður hunangsmjøður við kolsýru, og ein snapsur av akvavitslagnum, sum er goymdur í fýra ymsum tunnum hjá Fair Isle, afturvið. Og so kaffi.
Gott, stuttligt,
hugnaligt, tænastusinnað og prátingarsamt.
Kring borðið tosa vit um hugtakið stuttflutt, nú Janus Einar heilt ítøkiliga hevur sett fyri okkum fýra umfør úr stuttfluttu kompositiónini í fýra heimasatsum - jørð, hav, kjøt og søtt - og vit nú kunnu njóta eftirsmakkin og alt gastronomiska kurteisið í søguligu Bartskersstovu, har William Heinesen varð føddur á kvistinum og livdi barnaárini.
Vit
skifta orð um sildina harengus, herring, sum onnur hava foredlað í øldir, og
sum vit frysta í blokk og selja til Russlands. Hvussu handfara vit havsins
ríkidømi og alt tað, sum hagin gevur? Kjakið fer til grønu fløturnar heima á Sandi,
tí í dag, sjálvan ST dagin, eru tað fleiri hagani, ið vilja vera við, at nú hvarv
grøni dreymurim hjá teimum, ið hava alsk til náttúruna.
Í dag er gamli handilin, Katrina Christiansen, har Haldor seldi petroleum, varðveittur í mest sum øllum lutum og blivin til hugnaligu matstovuna við sama navni, fyri tey ótolnu eisini stytt til stavirnar KC, niðan móti Húsabrúgv, yvir av Klokkarastovu í brøttu Bringsnagøtu áðrenn tú kemur niðaná mitt í Havn. Gangandi fram við Arnes Minde hevur tú Fiskimannafelagið og gamla Útvarpshúsið fyri tær, og sært Dómkirkjuna og Vesturkirkjuna í einum og sama sýni. Staðsetingin við tøttu húsunum og smølu gøtunum, ið liggja til allra ætta, er somikið í topp, at hon er ein turistmagnet, staðsetingin, ið innrammar hugtakið stuttflutt.
Tá eg á
sumri í 2021 var í Gásadali og sá blanka sølukassan við bastant prentaðu áskriftini
Stuttflutt, fekk eg um upprunan til orðið. Jákup Sørensen segði mær, at fyrstu
ferð hann hoyrdi orðið, var úr einum húsum har í bygdini. Mamman er ættað
hagani, og systkinabarnið, Jóhan Dávur, er bóndi har nú. Tað er hann, ið selur
úr blanka skápinum, sum við stuttligu áskriftini Stuttflutt stendur nakað yvir
eftir vegnum til vinstru. Kortreist, sum norðmenn siga. Jákup og svágurin,
Gutti, royndu seg við orðunum nærmatur og nærvøra, sum ikki riggaðu, men nú
tykist snøgga orðið stuttflutt at hava tikið við. Orðið er úr grannalagnum, tað
er kaldbakskonan Lena Reinert, sum hevur smíðað tað til Tøðuna í Gásadali. Gott
at eiga eitt livandi mál, má eg sanna saman við Jákupi. Árið eftir, í 2022,
varð stuttflutt ársins orð.
Stuttflutt
er eitt altjóða orð og hugtak, sum eisini verður praktiserað sunnanfyri okkum. Undir yvirskriftini “Shetland Maet” skrivar A
Taste of Shetland í dag: “We are celebrating the versitility of local produce
and embracing the diversity of Shetland's culture - hosting home cooks and
chefs with influences from around the world, living in Shetland. Using the
finest and freshest local ingredients, our chefs will demonstrate dishes from
Italy, India, Spain and the Philippines - with delicious tasters included for
the audience. As well as the international flavours, we will include some soup
and bannocks as a welcome to the events. The events will be held in Skeld Hall.”
Í dag er ST dagur, dagur
Sameindu Tjóða, ein av stóru døgunum, tá eg gekk í skúla. Burtursæð frá Rúna í
Morgunsendingini, takk fyri tað, er einki at hoyra um ST, har eg havi lurtað,
innan vit fóru til borðs, hvørki í skúla ella miðlum, hóast russiski parturin
av Miðevropa á triðja árið skjýtur sentrala kornkamarið av verðini. Kanska er
alt horvið í blinkstrandi upplýsingarsamfelagnum, har øll vilja verða hoyrd, og
alt tí endar og druknar í larmi. Informatiónslarmi, sum Heini ávarar um, og skúlin
er hin seinasti at informera um. »Tí er so lítið burturúr her blivið», sum skúlaskaldið
yrkir í fremsta lærarasanginum.
Fyri tíggju árum síðan gjørdu eg og mín trúfasti starvsfelagi gjøgnum mong ár, Rói, undirvísingargongdir um júst heystið við støði í fyrsta Eplafestivali og heystgudstænastu, sum tá eins og nú var ein tøkk til skaparaverkið og tað, ið guddómliga jørðin gevur av sær, afturvið hugvekjandi sálminum «Nú hvítna tindar».
Nú Hesthugni eisini eru blivnir til dagar í Havn, ikki færri enn tveir, er tað einki annað enn eitt ripoff, plagiat, av fyrst Eplafestivalinum á Sandi og síðan Heystfagnaðinum á Eiði. Men tað skulu tey eiga í Havn, at handilsligar jólagávur fáast fyri vist hesar báðar Hesthugnahøvustaðardagar. Men Harrajemine, vit eru í summartíð í oktobur. Og í næstu viku er Black Friday. Undangongutankar hava tað svárt í Havnini.
Upprunatilfarið hjá
okkum báðum Róa, heiman av Sandi, er enn atkomuligt at brúka, og faktiskt er
tað nokk so hugvekjandi, tá eg hyggi aftur á tað, nú Heystfagnaðurin á Eiði
eisini hevur fingið avgrøðina inn í gudstænastuna, sum vit øll sóu í
sjónvarpinum sunnudagin.
Men aftur til ST dagin
í dag.
Seinast eg hoyrdi um
ST, var í fimm ára gamla biograffilminum, Quo Vadis, Aida, har bosniska Jasmila
Zbanic bar okkum søguna hjá landsmanninum og yvirlivaranum, Hasan Nuhanović, um
Srebrenica í 1995, har friðarvarðveitandi ST herliðið, undir niðurlendskari
leiðslu, Dutcbat, hevði ábyrgdina av leguni.
Hasan, kallaður Elie Wiesel frá Bosnia, var tulkur og skrivaði á bosniskum um hendingarnar í 2012, sum sjey ár seinni komu út á enskum, The Last Refuge: A True Story of War, Survival and Life Under Siege in Srebrenica. Hasan ákærdi niðurlensku stjórnina fyri at hava dripið øll í hansara ætt. Eftir níggju árum fekk hann viðhald. Ein sterk søga, sum á ST degnum og allar dagar vit enn eiga, kann síggjast ókeypis á Filmstriben.
Tá tú hevur sæð henda film og hoyrt kvinnuliga tulkin í filminum, Aidu, ringja úr Srebrenica til ST høvuðsskrivstovuna um hjálp, bara fyri at fáa svarið: «Veitst tú ikki, at tað er juli og vit halda summarferiu?», tá hevur tú hildið ein ST dag, tú aldri gloymir.
Henda
summardag í 95 vórðu átta túsund dreingir og menn skotnir. Ikki tí teir høvdu
gjørt nakað til sakar, men tí teir etniskt hoyrdu til skeiva slagið. Í okkara
tíð og mitt í Evropa.
Meðan vit
bíða eftir at hoyra um ST í almenna rúminum, kunnu vit sláa okkum til tols við,
at hendingin í Srebrenica fyri tretivu árum síðan er hin einasta í Evropa, ið
er staðfest sum fólkadráp í fýrs ár, tað er síðan annar heimsbardagi endaði. Og
tað er tað «Marta, Marta» hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs nemur við og vildi siga
frá um á Holocaustdegnum í skúlanum við Løgmannabreyt í ár, men slapp ikki.
Avleiðingarnar vóru ongar fyri útinta sensurin. Nú er dagurin niðurspardur.
Til lukku
við 75.000 krónu stóru virðisløn M.A. Jacobsens, Marjun. Dómsnevndarlimir eru Ragnar
Sigrunarson, Bergur D. Hansen, Gunvør Balle, Barbara Gaardlykke Apol og Astrid
Breckmann.
Og til
lukku Sakaris Stórá og Vónbjørt Vang við 300.000 krónu stóru Norðurlendsku Films-
og Bókmentavirðislønini hvør, sum formaðurin í stýrinum fyri Filmshúsið fyri
fyrstu ferð slapp at innstilla saman við eini nevnd, ið sum krav skal vera
óheft av føroysku filmsvinnuni, sum Norðurlendski Filmsgrunnurin sigur: «Each
national jury consists of three members appointed by the Nordic Council of
Ministers (Ministers for Culture). The
members are selected from prominent figures whose work relates analytically and
critically to film”. Tey valdu í Føroyum, sum ikki eru knýtt at filmsvinnuni,
eru Jan Berg Jørgensen, formaður, Marita S. Dalsgarð og Eir í Ólavstovu. Umboðini
fyri Rithøvundafelagið í tilmælisnevndini eru Guðrun í Jákupsstovu, Rúni Weihe
og Sanna Klein.
“Seinasta paradís á
jørð” sæst eins og “Quo Vadis, Aida” ókeypis á donsku bókasavnstænastuni
Filmstriben, sum Býar- og Landsbókasavnið hava so gott samstarv við, at allir
teirra lánarar hava fría atgongd til ótømandi savnið av filmum. Og vilt tú hava
film úr øllum norðurlondum, eisini “Seinasta paradís á jørð”, so byrjar einasta
stevna í heiminum, sum nú í 67 ár hevur sett sær fyri at visa nýggjan
norðurlendskan film í einum og sama býi, um tvær vikur. Tað er Nordische
Filmtage Lübeck, sum eg vil viðmæla, hóast hann sigur, at okkara vinnandi
filmur er ikki føroyskur, men danskur. Og tá ein punktligur týskari sigur tað, so er
at lurta.
Men tá eg fyri hálvari øld síðan fekk áhuga fyri norrøna samstarvinum, vóru norðurlendsku virðislønirnar krúnan á verkið, hvørt ár, at fáa mentanaravrik umsett, eisini føroysk, og gjørd atkomulig í øllum okkara grannalondum, frá einum avmarkaðum marknaði, sum totalt er í mesta lagi 50.000 brúkarar, til 28 milliónir úti í øllum Norðurlondum. Ein ljóð- og ljósvarpari av Gudsnáði. Týsmorgunin klokkan ellivu varð í einum tíðindaskrivi, sum rúmaðist á einum arki, kunngjørt, hvør vann allar virðislønir, og eina viku seinni fær tær í størsta høvuðsstaðnum, Stockholm. Sådan. Í einum høggi hevur spariministari allra landa lukkast at kvetta allar mennandi listafólksligar røtur í øllum Norðurlondum. Í einum høggi. Nú er eingin orsøk, onnur enn hon hjá teim vinnandi fimm, at møta og verða eksotiskt krýdd tá troyttir bureaukratar og livibreyðspolitikarar møtast. Fyri at sitera Heðin Brú, sum árini 1951-1964 var fyrsti formaður í Norrøna Felagnum: «Vit byggja ikki Føroyar av praktiskum orsøkum.»
Eitt
evni, vit nema við kring stuttflutta matborðið hjá Janusi Einar er, at tá tey
oljufeløg, sum tann tíð ta var, fingu loyvi at virka í Føroyum, kanska koma tey
aftur, settu tey meir enn 80 milliónir av til føroyska førleikamenning í stutta
tíð, ikki til mentan, list og filmsgerð, men bara til menning av bussiness, sum
táverandi Oljumálaráð kravdi. So pengar eru, bara attraktiónin verður miðsavnað
og kann ávísast í rakstraverdari dygd her hjá avmarkaðu smáu okkum, sum nú hava
fingið eitt bókmentanarligt og filmiskt boost. So hava vit okkurt at koma við
og at bjóða út, áðrenn útlendingar fara avstað við óslípaða diamantinum, sum
Føroyar verða nevndar á altjóða filmsløriftinum. Bjóða hann út, so ber tað til.
Og ikki sum nú, at hann er teirra og ikki okkara, óslípaði diamanturin. Kanska
er hetta kjarnin og grundtankin í at flyta stutt, verða lokalur, og dyrka tað
stuttflutta uttan á nakran hátt at melda seg úr altjóða samfelagnum, men fyrst
og fremst at síggja opna og fevnandi virðið í tí heimliga, sum í norska sanginum
«De nære ting», sum í føroyskari týðing er blivin til «Nánd», uttan at blíva so
stuttflutt, at vit í eini politiskari vetrartíð verða fastfryst, uttan at vit vita
av tí.
Og tá
henda norrøna vikan í Føroyum er úti, endar summartíðin, the Daylight Saving
Time. Hetta var tað. Nú er vetrartíð. Ásett av klokkuni.
Sum tey
siga í Noregi eftir eitt gott borðhald: «Takk for skiftet!»














Comments