Skip to main content

Skuggin av donskum

Fjølmentanarvika hevur júst verið í Havn og indiski filmurin "All we imagine as Light" varð sýndur. 

- Er tað bara fyri danskttalandi, at tit hava Fjølmentanarviku, spyr týska Agnes-Katharina Kreiling, tá hon sær, at filmurin hevur danskan undirtekst, sum hon ikki skilir. 

Í kjalarvørrinum á hesum kjaki, skifta vit bæði, Anges og eg, orð um støðuna hjá donskum í Føroyum og hví indiski filmurin, sum er á malayalam, hindi og marathi máli, hevði danskan undirtekst.

Agnes-Katharina Kreiling, hvør er tín bakrund og hvussu komst tú til Føroya?

- Eg eri lívfrøðingur og flutti til Føroya fyri fimm árum síðan. Eg búði í Íslandi, har eg hevði arbeitt í fleiri ár, tá eg møtti mínum maka. Hann er eisini lívfrøðingurog hevur gott og fast starv í Føroyum, sum ikki er so lætt at fáa innan okkara arbeiðsøki. Tað var í sambandi við hansara arbeiði, og so nøkur onnur viðurskifti, sum gjørdu, at eg flutti til Føroya, ístaðin fyri at hann flutti til Íslands. Nú eri eg so heppin at hava eitt gott starv sum lívfrøðingurí Føroyum. Tað er orsøkin til, at vit eru her enn. Stutt sagt kom eg higar av kærleika og bleiv verandi av arbeiði.

Eg havi hoyrt teg tosa føroyskt um Koltur og mýggjabitar í tíðindunum. Hvussu hevur tú lært teg at tosa so gott føroyskt og um eitt so avmarkað vitanarøki?

- Eg plagdi at tosa íslendskt, og mítt móðurmál er týskt. Hetta er eitt gott og nyttugt bland at læra føroyskt. Eg var ongantíð á málskeiði ella skúlabonki at læra føroyskt, sum heldur ikki var gjørligt, tá eg kom higar, og samstundis at arbeiða fullan dag, men royndi sjálv at læra meg føroyskt úr bókum og saman við mínum maka. Eg eri í stóran mun ein “learning by doing” persónur, tá tað snýr seg um mál, so eg bara tosi og vóni, at tit skilja meg, hóast gramatikkin ikki altíð er heilt uppá pláss.

Og so fari eg til enskt, at útgreina næsta spurning, sum er orsøkin til okkara samrøðu:

When adopting a foreign language, Faroese, using and practicing it in your professional and daily life, how is the situation, and what is your feeling when you come across quite another more shadowy language, Danish, e.g. as subtitles in the movies, television or formal papers and formulas to fill out at the immigration office or similar places?

- Eg fati blandið av donskum í gerandisføroyskum sum slag fyri bróstið, ein frammaná ella “a slap in the face” yvirfyri tilflytarum sum mær. Eg royni at læra meg staðbundna málið, men tað tykist ikki vera nóg mikið fyri at gerast ein heilur partur av føroyska samleikanum og samfelagnum. Alla staðni í mínum gerandislívi renni eg meg í danskt, og teirri sannkenning, sum fylgir við, at danskt duga og skilja øll. Bara nøkur dømi: Eg fari til læknan, sum byrjar at tosa við meg á donskum, innan eg noyðist at bróta hann av, og vinarligast spyrja, um hann kann tosa føroyskt ella enskt við meg. Eg fái eitt bræv frá Útlendingastovuni og má biðja makan umseta brævið, so eg til fulnar kann skilja, um eg kann verða verandi í Føroyum ella ikki. Eg elski filmar í Filmsfelagnum og plagdi at fara í biograf hvørja viku ta eg livdi uttanlands. Men undirtekstirnir eru altíð á donskum, so nú má eg velja, nær eg fari í biograf, tí upplivingin krevur, at eg dugi upprunamálið í filminum. Til arbeiðis stendur mær í boði sjálv at læra um teldur og tøkni, stutt skeið um talgildisbúgving, men tey eru øll á donskum. Øll hesi ár, eri eg vorðin viðkvom, sensitised, um hesa gongd, ið eg fati sum ekstremt frustrerandi og demotiverandi.

Heldur tú, at tínar rondir at læra teg føroyskt verða virdar og tiknar í álvara, tá onnur, tað er danskt talandi fólk, sleppa undan at læra seg føroyskt og bara halda fast í teirra egna móðurmali?

- Tá tú flytir til eitt nýtt og fremmant land, skuldi ein sjálvandi lagt seg eftir at lært málið í landinum, uttan at eg vænti at fáa heiður og løn fyri tað. Hinvegin, er tað ørkymlandi at ikki bara væntað, men kravt verður, at eg sjálv og onnur, sum flyta til landið, ið ikki duga danskt, skulu læra føroyskt, meðan sama krav ikki verður sett danskarum. Hetta tykist at skapa eitt hierarki, eina skipan við tign, í samfelagnum. Danir sum fyrstafloks útlendingar og so allir hinir útlendingarnir, sum ikki duga danskt, og tí eru annanfloks. Til tað er at siga, at eg leggi ikki eftir danskarum í Føroyum av teirri orsøk. Eg havi góðar danskar vinir, og flestu danir í Føroyum eru virðiligir, og skifta til enskt ella føroyskt, tá tað gongur upp fyri teimum, at ikki øll skilja danskt. Men fleiri føroyingar hugsa ikki um hetta. Eg havi ofta verið í hesi støðu: Eg eri inni í einum rúmi, har øll skilja og tosa føroyskt, sjálv eri eg eisini við í lívliga kjakinum. So kemur ein dani inn, og øll skifta trúliga og íðin til danskt. Við eitt eri eg tikin úr samrøðuni og eri ikki longur við í kjakinum, tí eg eri gjørd ósjónlig. Tað er als ikki nøkur góð kensla. Og tað minkar um persónligu motivatiónina at læra meg betri føroyskt og at samskifta við og í nýggja málinum.

Eru føroyingar ov yvirberandi, góðtaka teir ov lætt at, at danskt verður talað og brúkt her?

- Ja, eg haldi at mong her eru ov lítið kritisk, tá tey taka til sín danskt mál og danska mentan. Fleiri føroysk fólk, eg kenni, hava lisið og búð í Danmark, aloftast Keypmannahavn, í nøkur ár, og eru nú stolt av at brúka danska málið. Og eg skilji tað væl. Men hetta burdi ikki sett tey til viks, sum hava eina aðra bakgrund, til dømis ikki-danskt-talandi tilflytarar, men eisini føroysk fólk, sum hava lisið og búð aðrastaðni og ikki eru von við, ella villug, at tosa danskt. Eg haldi, at summi føroysk fólk, sum hava búð í Keypmannahavn í eina tíð, halda, nú tá tey koma aftur, at tey kenna alla verðina. Eg elski Keypmannahavn, men tað er altso bara ein býur í einum lítlum landi. Samstundis haldi eg eisini, at tað er sigandi, at flestu føroyingar ilskast og mótmæla, tá eg kalli Føroyar eina koloni. Tí tað er tað, Føroyar eru. Fyri mær verður tað endurtikið aftur og aftur í øllum lívsins viðurskiftum, sum eg síggi tey.

Danskt sum skuggamakt í Føroyum

- Er tað bara fyri danskttalandi, at tit hava Fjølmentanarviku í Havn, spyr týska Agnes-Katharina Kreiling í føroysku samrøðuni omanfyri. Spurningurin fellir í Fjølmentanarvikuni, sum júst hevur verið. Filmsfelagið vísti indiska filmin «All We Imagine as Light», og tí skifta vit bæði, Anges og eg, orð um støðuna hjá donskum í Føroyum og hví indiski filmurin hevur danskan undirtekst.

Agnes er týsk, men hevur lært seg føroyskt, og var fyri stuttum í tíðindunum - á føroyskum við fakligari dýpd.

Eg skilji bastantu niðurstøðuna í samrøðuni omanfyri og eri ikki ósamdur. Havi bara vant meg við, at fremmanda málið hevur eina so sterka og rótgróvna støðu, at kemur bara eitt umboð fyri máløkið inn á eitt arbeiðspláss, har kaffisteðgur er, sum Agnes so livandi lýsir, har øll í áðni tosaðu føroyskt, eisini teir útlendingar, ið av einslistum hava lært seg føroyskt, so skiftir kollektiva brúksmálið til danskt í somu stund, danin kom um gáttina.

Tað er sum í Paprika Steen filminum «Det Nye år», har ein og bara ein sleppur at leggja støðið og hertekur rúmið. Eigur tað.

Sum føroyingar hava vit vant okkum við hesa kravlítlu málstøðu yvirfyri donskum í gerandisdegnum. Danskttalandi sleppa at tala danskt alt teirra lív, tí vit góðkenna tað, og soleiðis hevur tað altíð verið, eisini í almenna norðurlendska samstarvinum, har livirbeyðspolitikarar alt teirra politiska lív hava sagt, at teir berjast sum úlvur á skóg fyri føroyskum limaskapi.

Einki føroyskt í norðurlendska samstarvinum

Men hyggur tú eftir heimasíðuni hjá norðurlendska samstarvinum, so sært tú nakrar statiskar upplýsingar á føroyskum um norðurlendska samstarvið, men ikki eitt fon av føroyskum, tá tú vilt velja tað til funktionelt brúk millum enskt, danskt, norskt, svenskt, íslendskt og finskt.

Við føroyskum eru vit ikki ein møguleiki. Og áðurnevndu føroysku livibreyðspolitikarar, sum nú munnu vera nakað troyttir og linir í kongunum, nú tey púra ópolitisku føroysku listafólkini í einum yvirhálaðu teir við virðislønum fyri bæði film og bókmentir, hava, tað eg veit, einki uppskot um at gera føroyskt mál til ein valmøguleika, tíansheldur eitt redaktionelt umhvørvi, á heimasíðunum hjá almenna norðurlendska samstarvinum, nú vit hava formanskapin. Snópisligt, nú eg leiti eftir upplagda møguleikanum at lesa føroyskt á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum. Einki føroyskt flagg uppi í høgra horni, og statiska føroyska uppslagið «Upplýsingar á føroyskum» er ikki dagført.

Men rætt skal verða rætt. Ein føroyskur stubbi, notits, við yvirskriftini «Norðurlond 2026: Sameind í skiftandi tíðum. Formansskapurin hjá Danmark og Føroyum í Norðurlendska Ráðharraráðnum 2026» er lagdur út hin 28. oktobur í ár, og vísir til eina føroyska skreytpjesu, ið við 36 síðum ber sama heitið «Sameind í skiftandi tíðum», sum í sjálvum sær er fínt. Men tað broytir einki við tann veruleika, at enn er eingin møguleiki uppi í høgra hornið at velja føroyskt í gerandisfloyminum av norðurlendskum tíðindum. Eingin. Framhaldandi verða vit biðin at taka til takka við onkrum av hinum málunum, kanska enskum. Bara ikki føroyskum. Tað er ikki nóg gott, hvørki fyri okkum sjálvum ella tilflytarum, sum vilja læra føroyskt.

Comments