Skip to main content

Ársins orð

Í morgun var árliga sendingin í Útvarpinum at velja ársins orð. Og tað bleiv mikið hóskandi Suðuroyartunnil. 

Einki skeivt í tí. 

Men hvørt ár, hetta er tíggjunda móðurmálsliga morgunatkvøðusending, leggi eg til merkis, hvussu tey bæði innbodnu málumboðini mala sum hundur m/k um heitan greyt, at sirkla seg inn á eitt møguligt uppskot um ársins orð, hvat ýtið so er. Ullint og ógreitt.

Í hesum sussinum er útvarpsmaðurin greiður, tí hann hevur orðabrúkið inn at kroppinum, ja mest sum í dna’inum, snyrilsvundna mýlbygnaðinum í kromosomunum ið ber arvaeginleikarnar hjá livandi verum, um vit skulu fylgja Orðabókagrunninum, meðan hini í kjakinum leggja allan málsligan musikalitet, brúksnyttu og fynd til viks. Antin tey bastant vilja tað, ella tí, at tey ikki vita betur. 

Spell, at fáa ein tíma av roksi frammaná hvørji jól um føroyska málið. Tað eg veit, er málið so spilllivandi, at eg aldri havi rent meg í eitt fyribrigdi ella eina støðu, sum ikki kann sigast munnliga ella skriftliga á okkara máli, ár út og ár inn. 

Tíðin er komin, at árliga tímasendingin við ársins orði verður endurskoðað og hugd eftir í seymunum innan teir allir losna, seymirnir úr jarðarinnar málsliga húsi. 

Hatta var ein ummari, sum tey siga á skuggamálinum í Føroyum. 

Ikki fyri at verða potensierandi og nalvapilkandi, men eg haldi fyri vist, at málsliga eru vit væl fyri at møta heiminum og lívsins viðurskiftum heilt frá morgunstundini. Men henda morgunjólasendingin er blivin meira møsnut enn eg brýggji meg um.

Comments

Anonymous said…
Løgið so ymisk fatanin av somu tingum kann vera. Eg helt íkastið frá Málráðnum vera væl fyrireikað, skikkað og upplýsandi. Umboðið hjá KvF dugdi væl og sannførandi at grundgeva fyri, hví Suðuroyartunnil skuldi vera ársins orð. Eg helt tó at vísa til vitlíki og lesa, hvussu skeivt á leið tað var, var eitt sindur fesjut og ófyrireikað.
Birgir Kruse said…
Ja, fatanin er ymisk, lukkutíð vil eg siga. Haldi tó, at sum útvarpssending er hon farin av leið. Er flákrandi, serliga við innsparki frá gestunum, so lurtarin veit ikki hvat orðaspælið gongur út uppá. Her má ein redaktionell innskerping, til. Tað er so mín meining.