Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Skúlabókagrunnurin

The Reverends inn um skúlagátt

Fløgan When You're Done hjá The Reverends kom í fjør heyst. Nú er ein sangur teirra sloppin inn um skúlagátt (Myndir: Birgir Kruse og Tutl) Síðani fyrstu ferð eg hoyrdi Niclas Thorsteinsson syngja rokk við einum dismi av Americana, hevur mær dámt hann. Fyrstu ferð mundi verða, tá Náttarravnssendingin fór í luftina ein vetur fyri tjúgu árum síðani. Tað var ein egin kúrekasangur, helst kveiktur av Kansasheiðin, har Niclas hevði verið skiftisstudentur árið fyri. Eftir lærarabókini fekk hann 13 fyri avrikið. Síðani komu Mold og nú eru tað so Reverends. Nýggju fløgu teirra When You’re Done ummældi eg her á blogginum 24. August 2009 undir heitinum My Heart is the Open Sky , sum er ein regla úr einum av sangunum. Í ummælinum peiki eg á sangin Jim, Jack and Bud sum hin besta. Nú er hesin sangur sloppin inn um skúlagátt. Á almenna og opna undirvísingarpotalinum SNAR eru uppgávur lagdar út um júst henda sang. Sagt verður soleiðis: 10 uppgávur í enskum á miðnámi Uppgávurnar kunnu brúkast á

Kvæði á fartelefon

Rói Joensen smílist meðan hann fotograferar útgávuna Føroya Kvæði, sum hevur ligið órørd á goymslu síðani hon kom út í 1951. Fartelefonin hjá Róa er ein HTC, sum hevur stóran og sjónligan skíggja. Í baksýni hómast kaffikrússið frá Google (Myndir: Birgir Kruse) - Nú kanst tú læra teg kvæði í fartelefonini, sigur Rói Joensen og smílist, meðan hann blaðar í Føroya Kvæði I-IV á Føroya Skúlabókagrunni. Hóast útgávan hjá Christiani Matras frá 1941-51 kallast I-IV telur stórverkið tólv bind. Øll liggja tey á borðinum hjá Róa, sum er ritstjóri á Snar. Saman við Hans Jákupi av Skarði, sum er bókbindari á Landsbókasavninum, fer hann at skera upp allar kvæðabøkurnar, loysa tær í rygginum og ljóslesa tær síðu fyri síðu, so tær kunnu talgildast og lesast á undirvísingarportalinum Snar. Hevur fartelefonin so stóran skíggja, sum hon hjá Róa, so er laga manni at lesa on line tekstin beint úr lógvanum - og kvøða. Rói roynir seg við Brestis kvæði, sum longu er á Snar. Spennandi verður at síggja um k

Drotningar og einglablóð

Starvsfelagarnir Gunvá og Karina við sálmabók og bíbliu undir blýtungum himni uttanfyri Skúlabókagrunnin í januar 2010. Niðriundir sæst tusj- og einglablóðstekningin hjá Margretu drotning úr stóru bíbliuni frá 2000 “Partur av Himmalinum” og niðast forsíðan á Vikuskiftis-Sosialinum 27. januar 2000. Ovast í høgra horni sigur Niels Jákup Thomsen við sama høvið at barnabókin er alt annað enn hótt (Myndir: Birgir Kruse) Gunvá Hougaard og Karina Toftegaard eru ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni. Tær arbeiða við nýggjum tilfari til allar flokkarnar í fólkaskúlanum í kristni. Ikki smávegis uppgáva. Vit skulu heilt aftur í 70’ini at finna nýggjar grundbøkur í hesi lærugrein, har grundstøðið er bíblian og sálmabókin. Innan Gunvá og Karina fóru heim, avmyndaði eg tær í túninum á Lützenstrøð, har Skúlabókagrunnurin heldur til. Gunnvá víð svørtu sálmabókini og Karina við reyðu bíbliuni, sum eisini verður nevnd drotningabíblian, tí Margreta drotning II gjørdi 24 tusjtekningar til hesa serstøku útg

Verður hetta framtíðar Bíblian?

Karina Toftegaard ritstjóri og John Dalsgarð frá Gramar royna Kindle e-bókina hjá Amazon í køkinum á Skúlabókagrunninum. Kindle fæst fyri 1500 krónur og onnur hvør bók, sum Amazon selir er ein e-bók (Myndir: Birgir Kruse) Fyrsta hugsanin, tá eg sá elektronisku Kindle bókina var, at hetta verður nýggja Bíblian. Tað er Amazon, ið selur Kindle bókina, sum er snøgg og handug at hava við á møti. Fæst Bíblian sum e-bók, so er laga manni at sláa upp og fylgja við. Fyri ikki um at tala telefonbókina ella dagsins avísir og wikipedia. Tá verður laga manni at luttaka í spurnarkappingum. Nú fartelefonir mennast og møta brúkarum á nýggjan hátt, kann lættliga hugsast at ymsu e-bøkurnar renna saman í eittans format, sum fólk vilja hava beint í lógvanum. Spennandi verður at síggja um Føroyar eisini verða við tá.

Omma Blomma er metsølubók

Annika Árting, sum er kosins ársins ungi bókaseljari, vísir fegin fram metsølubókina á barnalistanum í Riti og Ráki í SMS (Myndir: Birgir Kruse) Tað er sjáldsamt at ein skúlabók røkkur ovastu metsølulistum í einum handilsligum bókahandili. Men tað hendi um jólini, stutt eftir at bókin Omma blomma abbi krabbi - vit tíma at ríma kom út. Sissal Rasmussen hevur savnað tilfarið, sum er rím og ramsur fyri børn. Pápin Árni Winther hevur teknað myndirnar í bókini, sum er ætla børnum undir skúlaaldur. Føroya Skúlabókagrunnur gav bókina út og hetta er fyrsta ferðin at ein útgáva haðani er komin á metsølulista.

Farvælkaffi á mentamáladeildini

Farvælkøkan, sum Jórun Skorheim gjørdi, og manningin á mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu: Olga Knudsen, Jákup Simonsen, Birgir Kruse, Katrin Ellingsgaard og Hanna Simonsen (Myndir: Johild Holm og Birgir Kruse) So er hundrað ára haldið av og farvælkaffi er á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu. Sum tað stendur á køkuni: Tað var eitt deiligt ár , sum eg eri takksamur fyri at eg slapp at samskipa. Eftir árskiftið fari eg aftur í gamla starvið sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Har er ikki minni spennandi. Samstundis sum farvælkaffi er á Vaglinum, hava tey kleynufund í mentamálaráðnum. Í Leirvík, har Jórun Skorheim gjørdi køkuna, hava tey forrestin sólarkaffi. Fyrsta dagin kunnu vit eins og tey fegnast um at sólin vendir og tað aftur gongur móti ljósari tíðum. Takk fyri samstarvið Jákup, Olga, Hanna og Katrin.

Elektronisk sálmabók

Sálmabókin kann longu lesast á netinum og heimsins størsti bókahandil Amazon sendur 'Kindle' á marknaðin við enskum elektroniskum bókum. Frá 'Kindle' er ikki langt til 'Vitan', sum nú skal umsita bøkur og tøkni til føroyska skúlan Í barnaskúlanum plagdu vit at spæla okkum við orð og orðatøk. Tá tey vórðu sett saman eftir okkara høvdi, góvu tey onga aðra meining enn at vera eitt orðaspæl, ið var púra okkara egna.  Í teimum tíðum mundi sálmabókin vera longst frá okkara lesnaði. Í vælmeintum pedagogiskum hondum var hon hat-objekt nummar eitt. Tá ilskir lærarar undir stirvna morgunsanginum spurdu hvar sálmabókin var, yptu vit øksl og hildu fyri at mann skuldi havt eina elektroniska sálmabók. Tí har lá framtíðin, vóru vit sannførdir um, í elektronikkinum.  Fjøruti ára gamla surrealistiska orðamyndin er vorðin veruleiki. Nú kunnu vit taka elektronisku sálmabókina til okkara, leita í henna og finna orð, evni, tekstarøð og yrkjarar í allari bókini. Og Bíbliuni eisini

Landnámið undir luppin

Eyðun Rannváarson hevur skrivað skúlabókina ”Komið og kannið landnámið”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gevur út (Mynd: Birgir Kruse) Eyðun Rannváarson, 40, er kanditatur í menning av ritbúnaði við søgu sum bachelor. Hann starvast á fíggjar- og ráðgevingardeildini á Gjaldstovuni í Havn. - Tað hevur verið spennandi, avbjóðandi og læruríkt um eina leið, sigur Eyðun um hesa fyrstu royndina at skriva eina lærubók í søgu. Men hetta er ikki fyrsta royndin hjá Eyðuni at fáast við bókagerð. Eyðun, ið hevur lisið italskt, var við, tá Gianfranco Contri gjørdi føroyskt-italsku orðabókina herfyri. - Við hesari roynd um landnámið havi eg lært framferðarháttin at gera skúlabøkur, so tað er ikki óhugsandi, at eg fari at skriva meira innan hetta fakøkið, sigur Eyðun Rannváarson, ið serliga hevur áhuga fyri víkingatíð og miðøld í Føroyum. Bókin ”Komið og kannið landnámið” er ætla at brúka í miðdeild fólkaskúlans í søgu. Í bókini sigur Eyðun Rannváarson okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fy

Handstavraðið

Fyri Skúlabókagrunnin hevur Janus Dam Guttesen teknað fyrsta føroyska handstavraðið (Mynd: Birgir Kruse) Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði. Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja , ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum arbeiðsbøkur, lærara- og foreldravegleiðingar, gjørt til bókina. Plakatin og bøkurnar fáast á Bókamiðsøluni og í bókabúðum kring landið. Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur Marjun Ziskason, ritstjóri, havt útgávurnar um hendi.

Senasti arbeiðsdagur hjá Borghild

Í fráfaringargávu fekk Borghild Sjúrðarberg, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, ein summarsligan málning eftir Torbjørn Olsen (Mynd: Birgir Kruse) Fríggjadagur 20. juni var seinasti arbeiðsdagur á Føroya Skúlabókagrunni hjá Borghild Sjúrðarberg úr Leirvík. Í fráfaringargávu fekk hon ein málning eftir Torbjørn Olsen. Hann málar á loftinum á Skipasmiðjuni í Havn, har tey fyrr teknaðu stálplátur til skip. Tá alt var klárt, vóru pláturnar skornar til. Mátini og mynstrini síggjast enn á gólvinum. Men nú verður hetta arbeiði gjørt aðrastaðni og við teldu. Myndaevnið hjá Torbjørn er av hesum somu leiðum kring Skipasmiðjuna – úr Álakeri og út móti Argjalandinum. Lætt, ljóst og summarsligt. Júst sum árstíðin. Í 1980’árunum málaði Torbjørn í grannalagnum hjá Skúlabókagrunninum á Lutzenstrøð. Tað var í gomlu kioskini hjá Goldney. Umframt bond til grannalagið, kunnu litirnir í aktuella málninginum eisini knýtast til Leirvíksmálaran Jóannis Kristiansen. Í fjør kom spennandi og litrík bók um Torbj

Óli P teknar føroysku arvafylgjuna

Óli P við tekningini, ið á skemtiligan hátt lýsir klovningar og arvafylgju føroyinga (Mynd: Birgir Kruse) Eyðun Rannváarson hevur skrivað tekst til søgubók, sum í stuttum sigur søguna um landnámið. Heitið er Komið og kannið landnámið . Henda bókin er ein av fimm í eini røð, ið kallast Komið og kannið og sum ætlaðar eru at brúka í heimstaðarlæru frá 1. - 3. flokki, og í søgu og landalæru í fjórða. Henda bókin um landnámið er ætla at brúka í fjórða flokki í søgu. Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At enda síggja vit ein søguligan stað, soleiðis sum hann er í dag. Vit síggja eitt sólur á helluni í Tinganesi, beint sum Norrøna leggur at. Óli Petersen, sum vit kenna úr Sosialinum, hevur teknað stuttligu tekningarnar um landnámið. Við skemtiligum speisemi hevur Óli tikið støði í m.a. Fyrstu Mósebók, har vit lesa um Nóa, sum 500 ára gam

Grindalykkjur og kola

Grindalykkjan og kolafløskan eru sjálvsagdar ímyndir millum føroysk børn, heldur Jóannes Lamhauge, ið teknar fyri Føroya Skúlabókagrunn (Mynd: Birgir Kruse) 22 ára gamli Jóannes Lamhauge teknar og málar úti í Hesti, har hann hevur leigað seg inn í húsini hjá Óla at fáa arbeiðsnáðir. Jóannes skal hava málningaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn í august. Meðan Jóannes fyrireikar einkarframsýningina í hesum sjáldsamu hølum, teknar hann eisini til eina bók í heimstaðarlæru til fyrsta flokk, sum Gunnvá Dam, lærari í Kollafirði, skrivar fyri Føroya Skúlabókagrunn. Tekningarnar eru einfaldar ímyndir av lutum og støðum, sum næmingarnir skulu duga at eygleiða og skriva um, longu í fyrsta flokki. Til framsýningina í Müllers Pakkhúsi, málar Jóannes við ymsum tilfari, mest olju, á lørift. Men eisini flamingo. - Olja og myggjabitar á lørifti er ein nýggj roynd eg arbeiði við, sigur Jóannes. Tá veðrið er gott og sólin setur, eru so nógvir mýggjabitar úti í Hesti. Og tá eg máli, hanga teir rímilig

Teldupostur í barnabókum

Marjun Ziskason, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, við bókini um Arna og telduna, har førleikin at skriva teldupost er umráðandi (Mynd: Birgir Kruse) Føroysk skúlabókagerð hevur flutt seg fram til nútíðina. Í nýggjari bókarøð, ætla yngstu skúlabørnunum, er tað í eina førinum teldupostur, ið ber søguna. Á bakpermuni á bókini Arni og teldan stendur at lesa: "Virgar og Arni eru bestu vinir, men nú fer Virgar at flyta. Arna dámar tað einki. Hann verður púra einsamallur. Virgar sigur, at teir bara kunnu skriva saman. Men Arni dugir ikki at senda teldupost..." Og so byrjar lesieggjandi søgan um Arna og telduna. Søgan um Arna og telduna er ein av sjey bókum, ið eru lættar at lesa. Bókarøðin, sum Føroya Skúlabókagrunnur og Bókadeild Føroya Lærarafelags geva út í felag, nevnast Krabbabøkur . Alexandur Kristiansen hevur umsett søguna um Arna og telduna. Og søgurnar fara heilt út í cyberspace. Ella í minsta lagi kjakið um tær. Hendrik Jacobsen frá KT-deplinum sigur, at arbeiðspláss

Tað besta til mín og mínar vinir!

Birgir Kruse er ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni (Mynd: Martin Sirkovsky) Skúlablaðið 2/2008 viðgerð fotokopiering í skúlunum. Ikki færri enn 6,7 mió fotokopi verða tikin hvørt ár. Tað kundi fíggjað tveir nýggjar Skúlabókagrunnar. Niðafyri er mítt íkast í kjakið um fotokopiering. Úr Skúlablaðnum 2/2008: ”Tað besta til mín og mínar vinir” Soleiðis sang Kim Larsen á palli herfyri. Øll fegnaðust vit og mintust góðar, gamlar dagar og gleddust um førningin at bera søgur og sangir víðari til næsta ættarlið. Førningin, sum er teksturin at lesa og gleðast um. Hjá okkum øllum í felag. Tí tann besta tekstin vilja vit hava, einki minni. Hetta er grundsjónarmiðið, tá Føroya Skúlabókagrunnur ger bøkur. Tað besta til okkara næmingar. Einki minni enn tað besta vilja vit geva okkara næmingum, teirra foreldrum og lærarum. Næmingurin skal hava góðar og vakrar bøkur, sum motivera næmingin og leggja lunnar undir læringina. Tær vakrastu bøkurnar, einki minni. Tí eru vit ógvuliga kedd, tá næmingurin fær

6,7 mió kopi um árið!

Kopimaskinurnar ganga heitar á føroysku skúlunum. Teljarin vísir 6,7 mió um árið. 6,7 mió fotokopi verða tikin á føroysku skúlunum hvørt ár. Tað staðfestir Skúlablaðið í nýggjari útgávu undan aðalfundi Lærarafelagsins. Kommunurnar rinda kostnaðin fyri kopieringina, sum helst svarar til tvær ferðir tað játtan, ið Skúlabókagrunnurin fær um fíggjarlógina at gera nýggjar skúlabøkur fyri. Formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen, sigur í hesum sambandi við Skúlablaðið , at kopieringin krógvar veruliga tørvin, og tað kemur bara okkum sjálvum aftur um brekkur. - Tí verða vit noydd at siga, at hereftir seta vit krav sum lærarar, at fyrstafloks undirvísingartilfar skal vera í øllum lærugreinum, og at tað tilfarið skal verða endurnýggjað minst fimta hvørt ár. Alt annað er óvirðliligt bæði hjá lærarum og næmingum. Lesið meir um hetta evnið í Skúlablaðnum .

Hond Fatimu

Fyri tjúgu árum síðani gav Føroya Skúlabókagrunnur í samstarvi við UNICEF út bókina Hond Fatimu , sum Harry Davidsen týddi. Nú so nógvur ágangur er á muslimar og Koranina er vert at gáa um hesa bók. Tá bókin kom út, varð hon lýst soleiðis: Fatima býr í Marokko. Trúgvin í Marokko nevnist islam. Profeturin Muhammed stovnaði islam í 7. øld. Mong børn í Marokko byrja í einum koranskúla, tá ið tey eru 4-5 ára gomul. Bókin er um dagliga lívið í tí lítlu bygdini, har Fatima býr. Aftast í bókini eru tvær síður við upplýsingum um landið Marokko og um arbeiðið hjá UNICEF har. Bókin kann eisini nýtast til evnislesnað. (frá: www.fsg.fo) Tað var høvuðseingilin Gabriel, ið gav Muhammed boð frá Gudi. Men Muhammed dugdi ikki at skriva, so hann segði dóttrini Fatimu alt, ið sær varð boðað, og hon skrivaði tað. Soleiðis varð heilaga bókin hjá islam til, hon eitur Koranin. Fatima hevði fimm fingrar á hondini. Teir ímynda tí tey fimm boðin í islam: 1) Tú skalt trúgva á Gud (Allah), og at Muhammed er profe

Who wants yesterday’s papers?

Birgir Kruse við “Sticky Fingers” hjá Rolling Stones í hondini. Tænarin tók myndina á samnevndu matstovuni hjá bassleikaranum Bill Wyman í London. Úr: Formæli “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í fjølmiðlunum er tíðarbundið. Rolling Stones spurdu í 1966: “Who wants yesterday’s papers?” og skundaðu sær longu í sama sangi at svara: “Nobody in the world!” Hyggja vit nærri at hesum einfalda sangi, sum var hin fyrsti, Mick Jagger yrkti, so varnast vit nakað, ið var alment viðkomandi tá, eins og nú. Tað er staðfestingin av, at vit liva í einum støðugt skiftandi heimi: “I’m living a life of constant change/Every day means a turn of the page.” Hetta eru korini, fjølmiðlarnir liva undir, og hetta eru korini, vit sum brúkarar mugu læra okkum, skulu vit skilja miðlarnar. Hvør dagur er eitt nýskrivað blað. Og dagin eftir blaða vit upp á eina nýggja síðu. Uttan at fáa Sticky Fingers ella feittutar pedagogfingrar, sum eg plagi at kalla tað, tá tilfarið ver

Tagnarmeldurin

Úr: “Hvør av øðrum liva má” bls. 23 í “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008): Týska Elisabeth Noelle-Neumann (f.1916) setti í sjeytiárunum fram ástøði um tagnarmeldurin í miðlunum. Ástøði lýsti hon í bókini “Die Schweigespirale” í 1980. Hvørt vikuskifti hevur Sosialurin ein teig, ið kallast ”Klumman”. Ein klumma er ein fastur teigur, har kend fólk skriva um ávís evni. Dimmalætting hevur teigin ”Hinvegin”. Hin 18. juni er yvirskriftin í hesum teigi: ”Eg arbeiði eisini”. Blaðfólkið ilskast inn á føroyingin, ið ikki er so tíðindafróður. Klumman byrjar soleiðis: Vit føroyingar eru eitt løgið fólkaslag. Vit vilja fegin hava umtalu, tá hon er góð, men er hon minni góð, skal eingin siga nakað. Tá gerast vit ofta varin, afturlatin og onkuntíð beinleiðis tvør (…) Tað er jú eisini tað, eg og mínir starvsfelagar á øðum miðlum gera. Okkara uppgáva er bara at gera tíðindir til føroyingar, úti og heima, og málið er at hava so fjølboytt tíðindi sum møguligt. Tí ringja vit onkuntíð til fólk úti u

John Sigurd pakkar bøkur til Google

Tíðindaskriv Føroya Skúlabókagrunnur 24. januar 2008: Um dagarnar eru send 538 pund av bókum til Sunnyvale í Kalifornia. Tá móttakarin, Google Book Search, pakkar upp, eru 904 ymsar føroyskar skúlabøkur at finna í teim 18 bókakassunum, sum klaksvíkingurin John Sigurd hevur pakkað á Bókamiðsøluni á Sandvíkarhjalla. Tað er Google Book Search, ið hevur heintað bøkurnar í Føroyum og síðani fer at lesa tær inn, so tær síggjast í einum lesieggjandi søluátaki á netinum.Á henda hátt gerst allur heimurin møguligur kundi hjá Føroya stórsta bókaforlagi, Føroya Skúlabókagrunni. Minst 20% av hvørjari bók sæst. Tó verða øll leitorðini virkin, tá leitað verður á Google. Knýtt at øllum bókum er leinkja til Bókamiðsøluna, ið selur bøkurnar. Harafturat er møguleiki at síggja um eitt bókasavn í nánd har tú býrt hevur viðkomandi bók í útláni ella á lesistovu. Tað kann verða hent, um tú lesir føroyskt ella norðurlendskt mál og vilt lána ella keypa bókina ”An introduction to Modern Faroese”, ella um tú vilt

Skúlabókagrunnurin á Google

Tíðindagrein, Dimmalætting 23. januar 2008: Nú skulu føroyskir skúlanæmingar og onnur finna kvalifiseraðan tekst, tá tey sláa orð upp á Google. Hetta er høvuðsendamálið, nú bøkur hjá Føroya Skúlabókagrunni verða at finna á Google Book Search. Smáar túsund bøkur, sum skulu skannast hjá Google Book Search, verða í løtuni pakkaðar og sendar av landinum. Hetta er liður í samstarvi, sum byrjaði í Frankfurt í 2006, tá fundur var við leiðsluna í Google Book Search. Birgir Kruse, ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni, bleiv samstarvsfólk hjá Føroya Skúlabókagrunni í samstarvi við ein norðmann, sum samskipar samstarvsavtalur fyri Google Book Search. Treyt er, at í minsta lagi 20 prosent av hvørjari bók skulu síggjast á netinum, men tekstirnir kunnu hvørki printaast ella margfaldast. Øll leitiorð í bókini eru at finna á Google. Tað vil við øðrum orðum siga, at tá leitað verður eftir onkrum orði í einari av bókunum, verður víst á viðkomandi bók, forlag og so framvegis. Eisini ber til at keypa bøkurn