Skip to main content

Farvælkaffi á mentamáladeildini


Farvælkøkan, sum Jórun Skorheim gjørdi, og manningin á mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu: Olga Knudsen, Jákup Simonsen, Birgir Kruse, Katrin Ellingsgaard og Hanna Simonsen (Myndir: Johild Holm og Birgir Kruse)

So er hundrað ára haldið av og farvælkaffi er á mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu. Sum tað stendur á køkuni: Tað var eitt deiligt ár, sum eg eri takksamur fyri at eg slapp at samskipa. Eftir árskiftið fari eg aftur í gamla starvið sum ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Har er ikki minni spennandi. Samstundis sum farvælkaffi er á Vaglinum, hava tey kleynufund í mentamálaráðnum. Í Leirvík, har Jórun Skorheim gjørdi køkuna, hava tey forrestin sólarkaffi. Fyrsta dagin kunnu vit eins og tey fegnast um at sólin vendir og tað aftur gongur móti ljósari tíðum. Takk fyri samstarvið Jákup, Olga, Hanna og Katrin.