Skip to main content

Who wants yesterday’s papers?

Birgir Kruse við “Sticky Fingers” hjá Rolling Stones í hondini. Tænarin tók myndina á samnevndu matstovuni hjá bassleikaranum Bill Wyman í London.

Úr: Formæli “Fjølmiðlar” (Føroya Skúlabókagrunnur 2008):


Tað, ið vit lesa, hoyra og síggja í fjølmiðlunum er tíðarbundið. Rolling Stones spurdu í 1966: “Who wants yesterday’s papers?” og skundaðu sær longu í sama sangi at svara: “Nobody in the world!”

Hyggja vit nærri at hesum einfalda sangi, sum var hin fyrsti, Mick Jagger yrkti, so varnast vit nakað, ið var alment viðkomandi tá, eins og nú. Tað er staðfestingin av, at vit liva í einum støðugt skiftandi heimi: “I’m living a life of constant change/Every day means a turn of the page.”

Hetta eru korini, fjølmiðlarnir liva undir, og hetta eru korini, vit sum brúkarar mugu læra okkum, skulu vit skilja miðlarnar. Hvør dagur er eitt nýskrivað blað. Og dagin eftir blaða vit upp á eina nýggja síðu. Uttan at fáa Sticky Fingers ella feittutar pedagogfingrar, sum eg plagi at kalla tað, tá tilfarið verður tyngri enn neyðugt, bert tí at tað er skúlatilfar.

Henda bók um fjølmiðlar byggir á bókina ”Samfelagsfrøði 1. Tú og samfelagið”, sum Petur Ove Petersen skrivaði, og Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1996. Støðið er tikið í kapitlinum um fjølmiðlar, bls. 57-64. Við loyvi frá rithøvundanum og ritstjóranum, Niels Petersen, havi eg dagført henda stutta kapittul og skoytt nakað uppí, har sum eg havi hildið tað vera neyðugt. Eitt nú um talgilda útgerð, telduspøl og ávirkan, um pressufrælsi og skiftið frá at skriva journalistiskt til at gera skrivingina
til list.

Leiðorðini til vinstru á hvørjari síðu eru hugtøk og viðurskifti, ið lærararin eigur at kunna seg viði innan undirvíst verður. Í hvørjum kapitli eru serlig kjakevni at taka upp í flokkinum. At enda eru uppskot um uppgávur, sum lærarin kann fylgja, ella bara brúka sum íblástur til egið arbeiði saman við næmingunum.

Lagt verður upp til at lesa bløðini, lurta eftir útvarpi og hyggja eftir Degi og Viku. Eisini er umráðandi at kunna seg við pressufrælsi, her og úti í heimi, serliga í Russlandi. At enda eru eisini uppgávur, har spælifilmur verður borin saman við staðfestar hendingar og veruligar fjølmiðlar. Hetta eru krevjandi uppgávur, sum nógv kann fáast burturúr á miðlabreyt og miðnámi.

Henda bók um fjølmiðlar er fyrst og fremst ætlað at brúka í samfelagsfrøði í elstu flokkum fólkaskúlans og á miðnámsskúlum. Somuleiðis kann bókin brúkast í føroyskum og á miðlabreyt í 10. flokki.

Eg takki 2. L flokki 2006/2007 á FøroyaLæraraskúla, sum royndi talgilda upprunatekstin, LMS-lærugreinaráðgevanum, Paula Hansen, fyri viðmerkingar, Øssuri Winthereig fyri fakligan rættlestur, Borghild Sjúrðaberg og Sonne Smith fyri málsligan rættlestur, Óla P fyri tekningar, sum Jón Einarsson á Sosialinum litprýddi, Emil Jacobsen, ið fann myndir á Dimmalætting, Jónu Dalsgarð, Elsu Thomsen og Benny Brockie fyri myndir úr sjónvarpinum og Ole Wich fyri uppsetingina og góð ráð.

Birgir Kruse, ritstjóri
á Pálsmessu 2008