Skip to main content

Handstavraðið


Fyri Skúlabókagrunnin hevur Janus Dam Guttesen teknað fyrsta føroyska handstavraðið (Mynd: Birgir Kruse)

Nú ber til at seta teknmál á veggin. Tí Føroya Skúlabókagrunnur hevur prentað fyrstu føroysku plakatina við einum fulfíggjaðum føroyskum handstavraði.

Teknmálsplakatin knýtir seg til bókina Hervør og Høgni í triðja, ið sum heiti bendir á, er lesibók til triðja flokk í føroyskum. Umframt teknmálsplakatina, er eisini annað tilfar, so sum arbeiðsbøkur, lærara- og foreldravegleiðingar, gjørt til bókina.

Plakatin og bøkurnar fáast á Bókamiðsøluni og í bókabúðum kring landið.

Fyri Føroya Skúlabókagrunn hevur Marjun Ziskason, ritstjóri, havt útgávurnar um hendi.