Skip to main content

Óli P teknar føroysku arvafylgjuna


Óli P við tekningini, ið á skemtiligan hátt lýsir klovningar og arvafylgju føroyinga (Mynd: Birgir Kruse)

Eyðun Rannváarson hevur skrivað tekst til søgubók, sum í stuttum sigur søguna um landnámið.

Heitið er Komið og kannið landnámið. Henda bókin er ein av fimm í eini røð, ið kallast Komið og kannið og sum ætlaðar eru at brúka í heimstaðarlæru frá 1. - 3. flokki, og í søgu og landalæru í fjórða.

Henda bókin um landnámið er ætla at brúka í fjórða flokki í søgu.

Eyðun Rannváarson sigur okkum søguna um hvussu Føroyar vórðu til og um tey fyrstu fólkini, ið búsettust her. Vit fáa eisini innlit í hvør ráddi í Føroyum, hvussu tey búðu og hvat tey trúðu á. At enda síggja vit ein søguligan stað, soleiðis sum hann er í dag. Vit síggja eitt sólur á helluni í Tinganesi, beint sum Norrøna leggur at.

Óli Petersen, sum vit kenna úr Sosialinum, hevur teknað stuttligu tekningarnar um landnámið. Við skemtiligum speisemi hevur Óli tikið støði í m.a. Fyrstu Mósebók, har vit lesa um Nóa, sum 500 ára gamal "gat tríggjar synir: Sem, Kam og Jáfet." - Við støði í hesi hugsan um ætt og arvafylgju, vit eisini kenna úr Kongshúsinum, havi eg valt at tekna fyrstu føroyingarnar á henda hátt, sigur ein brosandi Óli.

Niðanfyri er teksturin hjá Eyðuni, ið knýtir seg afturat tekningini hjá Óla P um arvafylgju føroyinga:

Sigmundur Brestisson og Tróndur í Gøtu

Kendasti Gøtuskeggin var Tróndur í Gøtu. Tróndur ber orð fyri at hava verið ein klókur og vitugur maður. Í Skúvoy búðu systkinabørn Tróndar, brøðurnir Brestir og Beinir, sum ráddu yvir helvtini av Føroyum. Hinari helvtini ráddi Havgrímur í Hovi yvir.

Ein dagin Brestir og Beinir fóru út í Lítlu Dímun, vórðu teir álopnir av Havgrími, Tróndi og øðrum. Bardagin endaði við at Brestir, Beinir og Havgrímur lótu lív. Synirnir hjá Bresti og Beini, Sigmundur og Tórir, vóru við úti í oynni og sóu pápar sínar verða dripnar. Teir vóru tá bert 9 og 11 ára gamlir.

Tróndur vildi taka lívið av smádreingjunum, men Svínoyarbjarni – sum var mammubeiggi Tróndar – bað Trónd lata dreingirnar liva. Tróndur tók dreingirnar við sær til Gøtu og fostraði teir har. Tróndur ráddi nú einsamallur í Føroyum. Tá ið summarið kom, seldi hann dreingirnar sum trælir til Ravn, ið var handilsmaður. Ravnur læt dreingirnar leysar í Noregi, og har búðu teir, til teir vóru vaksnir.

Tá ið Sigmundur var vaksin, fór hann heim aftur til Føroya at hevna faðir sín. Øssur Havgrímsson, sonur Havgrím í Hovi og faðir Leiv Øssursonar, varð tikin av døgum, og Tróndur gekk tá við til at gjalda bót til Sigmund. Tá ið stríðið var av, fluttu kona Sigmunds, Turið, og dóttirin, Tóra, til Føroya og búsettust í Skúvoy.

Tá ið Ólavur Tryggvason gjørdist kongur í Noregi, sendi hann boð eftir Sigmundi. Avtalað varð, at Sigmundur skuldi kristna allar føroyingar og leggja oyggjarnar undir norsku krúnuna. Sigmundur ferðaðist runt í oyggjunum og fekk føroyingar at játta kristnu trúnna við góðum ella illum.

Tróndur, ið nú hevði mist valdið í Føroyum, royndi fleiri ferðir at taka lívið av Sigmundi. Ein dagin var eydnan við honum. Tróndur og menn hansara lupu á garðin hjá Sigmundi í Skúvoy. Sigmundur, Tórir og Einar flýddu og lupu á sjógv. Teir royndu at svimja til Suðuroyar, men bert Sigmundur vann upp land. Í fjøruni í Sandvík tók Tórgrímur Illi lívið av Sigmundi, og so ráddi Tróndur aftur eina í Føroyum.

Tróndur og Leivur Øssursson gjørdu av at fara til Skúvoyar at biðja Tóru Sigmundardóttur um giftu. Tóra lovaði at gifta seg við Leivi, um hann kundi svørja, at hann ikki hevði verið við til at beint fyri pápa hennara, og um hann vildi játta at hevna faðir hennara.

Tróndur fór til Sandvíkar og fann Tórgrím Illa. Tórgrímur og synir hansara vórðu síðani dømdir til deyða á tinginum og hongdir. Síðani vórðu Leivur og Tóra gift og búsettust í Skúvoy.

Leivur Øssursson tók síðani lívið av øllum trimum skyldmonnum Trónda. Teir vóru Geyti Reyði, Sjúrður Tollaksson og Tórður Lági. Tá ið Tróndur frætti hetta, doyði hann av sorg. Leivur ráddi nú einsamallur í Føroyum undir Noregs kongi.