Skip to main content

Posts

Showing posts with the label kringvarpið

Bygnaðurin í eini góðari sending

Ummæli av útvarpssendingini Brunsj leygardagin 26. september 2020 Í hondgrípiligum lærugreinum hava tey anatomi og fysiologi, lærurnar um kropsbygnað og hvussu hvør liður virkar. Men í tí meira úrtøkiliga arbeiðinum, at gera útvarpssending ein heilan vikuskiftisfyrrapart, krevjast í størri mun abstrakt listarligir eginleikar, at kunna mála á útvarpsveggin, so sjálvt hin blindi sær, og - mest av øllum - at tann, ið slettis ikki ætlaði at lurta, verður ikki bara fangaður, tá hann við dustsúgvaranum fer fram við háttalaranum, men verður púra rúnarbundin, latenti lurtarin, sum henda morgun ikki var ein kjarnulurtari. Alt annað.  Soleiðis er gott útvarpsarbeiði.  Tú verður fangaður av tí óvæntaða, tí tað hevur nakað at siga tær, kemur út um senukantin, sum sjónleikarar siga, prædikar út um kórið, sum tey missiónsku siga, og sum teir verðsligu advokatarnir við mold undir neglunum kalla  ástaðarfund , tá partarnir møtast undir opnum himni og hava eina on-the-spot investigation , sum føroysk-e

Slitstyrkin í nýkomnum slagarum

Leygardagin kom Hallur Joensen á gátt við nýggju fløguni, sum hevur frámerkið HJ7, altso hin sjeynda í røðini. Fyrsta fløgan, “Pickin’ Time In Nashville” kom í 2008. Tann fløgan vakti ans, tí hon blásti nýtt lív í heimligu countrysjangruna við einum nýggjum navni í framúr framleiðslu. Á árligu samkomuni hjá Kúrekafelagnum valdi Petur Rouch sum vant fimm tær bestu útgávurnar, og nýggja navnið úr Klaksvík slapp innum hetta árið. Fimm tær bestu tað árið vóru hesar: Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur) Kathy Mattea "Coal" Teddy Thompson "Upfront and Down Low" Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville" Glen Campbell "Meet Glen Campbell" Síðan hevur gingið slag í slag, og allan vegin hevur Jákup Zachariassen verið fremsti samstarvsfelagi hjá Halli, tað verið seg ljóðtekniskt, sum innihaldsligani við løgum og fylgispæli, men eisini við bestu kontaktum til Nashville og føroyskar plátuyrkjarar og týðarar. Júst hett

Meistarlig ljósseting

Undir heitinum Einki eitur klokka førdi hóskvøldsdokumentarurin í Kringvarpinum okkum út til Kirkju og Hattarvík í Fugloynni og inn í tilveruna hjá trimum fólkum, Mikkjal Peturi, Emmu og Amaliu. Tvey tey fyrstu havi eg sæð á filmi fyrr og minnst serliga útisiglaran, Mikkjal Petur, úr frálíka filminum hjá Teiti Árnasyni Dahl, Burturhugur , sum varð frumsýndur á Listastevnuni í 2001. Fyrsta føroyska listaátak, sum veruliga gjørdi mun, og skapti líkindi fyri listaligum upplivingum í landinum. Men aftur til hóskvøldið. Umframt túnini millum tøttu húsini, takpláturnar, skotini niðan og oman, vindeyguni úr ymsum tíðum og improviseraðu pláturnar upp við húsaveggjunum, so útsýnið varð sum inn í allar málningarnar hjá Steffan Danielsen upp á eingang, so hefti eg meg aftur og aftur við ljóssetingina hjá fotografinum, tá hann var inni í teim trimum húsunum. Handverk, sum ikki bara stuðlar upp undir eina hissini útferð, men gongur í eitt við væl tilrættisløgdu søguna, ið heldur ikki bara

Hetta var ikki gott nokk

Havi verið framúr fegin um formidlingina av og um koronasmittuna í Degi og Viku seinastu tíðina. Men í gjárkvøldið gekk av skriðuni. Ein fakmaður tosaði um talvur og frymlar, men fotografurin á vaktini fangaði ikki talvurnar. Hvussu verturin so vildi, so krøkti faktalan ikki í myndirnar, tí tær vóru ikki har. Tá tær eina løtuni kortini vóru har, so var alt farið framvið og hevði fingið nýggjar útleggingar, tilsipingar og fótnotur, sum bara tey kønu í matametikk skilja, so vítt eg hoyrdi, fyri yvirhøvur at kunna skilja innslagið og fylgja við í fólksins almannamiðili. Í morgun hoyrdi eg tíðindaleiðaran í Pressuni í Kringvarpinum undirstrika, hvussu fegin hann var um innslagið, og hvussu redaktiónin hevði arbeitt við evninum allan dagin. Eg bleiv illa við og fór at hyggja aftur, um eg hevði hugt skeivt, misskilt, ella okkurt annað hevur forstýrað og ávirkað fakligu formdlingina úr tilbúgvingarvarpinum. Nei, eg dugdi ikki at síggja, at ein tíðindaredaktión kann verða nøgd við hett

Kringvarp av fyrstu parkett

Kringvarpið av fyrstu parkett, bæði í útvarpi og sjónvarpi, tað havi eg ikki roynt í mong ár. Men í dag varð tað. Og tó byrjaði tað við eini fyriboðan í gjárkvøldið, tá danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, hevði eina statesman røðu, sum fekk meg at støðga á, hóast eg var á veg í biograf at síggja nýggja danska terrorfilmin Krudttønden . Heimliga støðan, mest sum undantaksstøða, gav filminum ein brodd, sum gjørdi hann autentiskt viðkomandi millum Charlie Hebdo í París og hendingina í Keypmannahavn fyri bara fimm árum síðan. Tí vóru vónir og væntanir til løgmansrøðuna til fólkið í morgun sera stórar. Men innan vit komu so langt, skuldu vit dragast gjøgnum morgunprát í útvarpinum um Tattoo Óla í Nýhavnini, sum kundi halda fram, tað var einasta prát fyri klokkan átta, og eitt illusoriskt prát um eina framsýning ella ráðstevnu um dálking, sum ikki bleiv í grannahúsinum. Sindur mattur, ófokuseraður og lítið viðkomandi tómgangsmorgun í útvarpinum, munin verri enn tað, eg pla

Einarin í einingi, sum eg einki visti um

Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólki hann er av. Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen . Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2014 undir yvirskriftini That Old Boulder-Jumper, Finn. Fyrst er at siga um miðlaframleiðslur, at tað, sum eg óforvarandi fái innlit í, og sum eg einki visti um frammanundan, oftast er besta søgan at raka við, óansæð hvør miðilin er. Er miðlaða innlitið harafturat menniskjansliga meiningsfult, fyri ikki at siga eksistentielt, og leyst av tíðarbundnum spillingspolitikki, fæst neyvan be

Hvat er gott útvarp?

Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni. Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað. Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð frá Degi og Viku, sum á skránni er stutt og pinkulítil og burdi verið bygd út og floygd, so hon møtti einum gerandis tíðindatørvi hvønn dag í vikuni, twentyfourseven. Heimildarfilmarnir eru eisini eitt stórt Sjónvarpsaktiv, men annars er soltið, serliga við margháttliga norska tilfarinum. Tíðarinnar tonn hevur slitið Útvarpið, sum í dag kappast við bæði tøkni og innihald frá øðrum vei

Ljóskeldur

Hósdagin í farnu viku byrjaði kringvarpsfotografurin Bjarni Árting Rubeksen at leggja myndir út á Facebook, har hann hevur fylgt og enn fylgir politisku samgongusamráðingunum eftir løgtingsvalið. Nýggjastu myndir eru frá mánadegnum í gjár. Nú hevur Kringvarpið lagt myndirnar út á teirra heimasíðu , so øll kunnu fylgja við, síggja og uppliva myndirnar. Tí ein mynd er ikki bara tað avmálda knips, sum tú gjørt í eini handavending við iPhonini ella tí, sum fyri hondini er, tá onkur stendur framman fyri tær og ger okkurt forvitnisligt, sum kanska verður søguligt, tí tað ikki ber til at endurtaka. Myndatøka er at steðga heiminum, at steðga søguni, at steðga ferðini og lata okkum síggja løtuna, grundfesta í tí liti og ljósi, sum er til handa. Meistaraverkið, tí tað er tað, er ljóskeldan í hvørjum einstøkum føri hjá Bjarna. Ljósið, sum natúrliga er til staðar, heita peruljósið, sum krýpir upp við bakvegginum og skapar dýpd og rúmklang, meðan hangandi perur kasta ljós á hvítu borðplátu

Alttilølluppáeingang

Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1 , sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki. Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút. Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund. Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang. Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði. Tann tíðin er farin. Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun. Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum

Savningarmegi

Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um. Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama. Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan. Halt kjaft sum

Hjartaslátturin í Pressuni ein fríggjamorgun

Einki er so óstuttligt sum endursent skemt. Tað var mín fyrsta landkenning á vesinum meðan morgunútvarpið gekk. Men so spæla tær báðar, hon við hofreportararøddini og hon við steiningarlagnum, Stjørnurnar blinka við Maluni Thomsen og einzweidrei eri eg í jólalag. Keypi morgunbreyð frá enn eini kvinnu í Morgunmylnuni, sum hvørki er við Myllutjørn ella Klingurstjørn, og verið myntur á jólini, tí har hava tey kalendarar uppá tilboð, ein til bý ein til bygd. Jólini eru komin fyri fátøk og rík. Øssur, einasti free lancari sum ikki ger bíligar tónleikasendingar fyri Kringvarpið, er farin út um Stóragarð og Ringvegin, hevur slept høvuðsstaðnum við Kringvarpsbastiónini og er farin heilt inn á Skálafjørðin at hitta privatmiðilin R7, sum heldur til í Saltangará, tá hann ikki sendur úr Skiparaborgini sunnanfyri ringin har suðuri í Havn. Og á nýggja Føroyakortinum, sum vit enn ikki hava loyvi til at prenta á føroyskum í okkara egnu bókum í okkara egnu skúlum, kunnu vit sígga, hvar tað er

Pressan í pressuni

Pressan var fyrstu ferð í luftini í morgun. Heitið brúkti Jan Müller longu í Sosialinum fyri mongum árum síðan, kanska var tað í sjeytiárunum. Prentaðu greinarnar vóru so nýskapandi góðar, at eg goymdi tær fotokopieraðar í plastlummum í nógv ár. Besta yvirskriftin var frá Finnboga, sum segði at Útvarpið var tann parturin av føroysku pressuni, sum nærum var nóg góður. Síðan eru fjøruti ár liðin, alt er blivið betri á tekniska økinum, alt ber til, ja tú kanst stovna tín egna støjsendara og skriva bløð uttan rættlestur og redaktionella viðgerð um tú vilt, men hvussu er við skrivingini og formathugsanini? Tað er væl har, henda sendingin skal gera mær mun, sum Pauli plagdi at siga á Læraraskúlanum. Gjørdi hon tær mun, sendingin? Meðan øll sum hava eina meining um miðlar, journalistikk og kringvarp, í dag svørja til podcast, so eri eg av tí gamla skúlanum, sum altíð hevur Útvarpið frá, tá sent verður. Spyr bara starvsfelagarnar. Men í arbeiðstíð er so nógv forstýrilsi, at ikki ber til

Frítt at gera útvarp

Nú hevur Kringvarpið varnast, at tað livir í og við einum marknaði. Hurrá, soleiðis má og skal tað vera. Ein so stórur miðil í so lítlum landi skal sansa marknaðin. Og ikki minni vísa í verki, at hann hevur fatað hesa sansing og er í korrelatión, í takføri, í synch og hvat tey marknaðarstrategisku við sosiologisku orðabókini kunnu finna uppá at kalla tað, sum bara merkir, at tú hevur nakað uppá hjartað, og dugir at bera tað fram við staying power og innan ein avtalaðan útvarpskarm. Men at fyrsta útspælið er hard core nýggjheitsjournalistiskt á aktualitetsdeildini, hevði eg ikki væntað. Eg hevði væntað at byrjað varð við einum bleytari starti við mentan og einum snerti av undirhaldi afturvið. Men gott er. Hetta er í veruleikanum ein vátur dreymur, sum eg havi havt alla ta tíð, eg tímdi at gera útvarp, í eini trý-fýra áratíggju. Fantastiskt, at latið verður upp fyri hesum sjálvsagda møguleika, og at eitt varisligt framleiðsluumhvørvi kann sleppa at næla uttanfyri Kringvarpið,

Reyðgløðandi ummæli

Best dámar mær, tá ummæli fara beint eftir málinum og tí, ið øsir ummælaran, sum verður drivin av eini eygleiðing, ið er uttan óneyðug fyrilit, sum í roynd og veru púrt einki hava við ummælið at gera. Tá faklig vitan og djúp indignatión tørna saman í einum reyðgløðandi ummæli. Tað er laaangt síðan at eg havi lisið eitt fyndugt ummæli í einum føroyskum miðili, sum er soleiðis háttað og andliga borið. Men í dag hendi tað. Dimma hevur eitt tílíkt á prenti. Tað er Høgni í Jákupsstovu, ið hevur drúgvar framleiðsluroyndir úr miðlaverðini, sum í dag ummælir Faroese Music Awards (FMA), ið miðla- og mentamastodontarnir báðir, grannahúsini Kringvarpið og Norðurlandahúsið, skipaðu fyri saman við Miðlahúsinum. Gjørdu vertirnir sítt besta, so gjørdu tónleikararnir sítt allarbesta. Tað undirstrikar ummælarin eisini, altso at tónleikararnir gjørdu sítt allarbesta. Men onkuntíð er tað ikki nóg mikið. Og her eri eg so rørandi samdur við ummælaranum. Sum sending, produkt, framleiðsla, var het

Dømikraft, dømikraft, dømikraft

Í einum miðili í intelektuella fedralandinum er ein sjónvarpssending um at duga á at skyna hús og býli og alt í hesum sambandi, tá familjur har í landinum eru boligsøgende . Við fyrimynd í hesum danska teveprogrammi, Beliggendhed beligghenhed beliggenhed , velji eg í dag yvirskriftina dømikraft, dømikraft, dømikraft. Tann visuelt sjónligi sjónvarpsjournalistur, sum traðkar inn í hvørja føroyska stovu, eigur at hava so mikið av dømikraft, at hann ikki fer í ein militerjakka beint av tjetenska frontinum, at tosa við russarar, sum fyri fyrstu ferð eru komnir ta longu leið til Føroya at halda forsetaval fyri Putin og teir á Kremli. Óansæð hvat merki militerjakkin er, er hetta manglandi dømikraft. Ikki bara hjá klædnaberanum, men eisini hjá fotografi, redaktøri og tíðindaleiðara. Har vóru fýra fyrisitingarligir jouranlistiskir instansir, ið ikki vístu dømikraft, tá teir komu inn í mína stovu. Dømikraft, dømikraft, dømikraft, dømikraft. Hinvegin kann eg ikki bara mær fyri at lata

Røddin aleina

Fyrsta eg minnist av Útvarpsrøddum var Tonglatummas, ið las um uppreisturin umborð á Bounty. Eitt aldubrot av eini skøvaðari grammofonplátu innleiddi upplesturin í nøkur sekund. Minnist ljóðmyndina, sum var hon í Dolby umfarsljóði, sett í karm av Kurosawa við samuraisvørði á Kyrrahavsstrondini. Stórbært og fevnandi. Seinni komu jólamenn í Útvarpið, sum allir høvdu rødd av Sandoynni. Allir sum ein. Ikki av skarpastu knívum í mentaskuffuni, fyri ikki at siga pillbýttir. Men æviga stuttligir í teirra júkandi tvørballsframburði. Seinastu árini hava ymsir Útvarpsmenn, ið ikki eru jólamenn, spælt gamlar føroyskar grammofonplátur. Hóast stak ymsir persónar, bæði í aldri, útbúgving og lokaliteti, hava allir til felags eina undarliga messandi rødd, sum er púra fastfryst. Havi hugsað við mær sjálvum, at kanska finst ein serligur skúli fyri menn, sum fullmánanætur spæla svartar føroyskar grammofonplátur og læra at messa. Grammofonplátumessa. Ikki er hetta eitt aldurdómstekin, tí eingin a

Ein elegantier í føroyskum fakjournalistikki

Ikki bara við einum djúpt persónligum útgangsstøði oman í barndómsins Ebenezer, sum hann ikki hevur samband við í dag, so sum sæst á myndini omanfyri, har hann demonstrativt fer om hornið, men eisini við religiónsfakligari gransking og framúr journalistiskum innliti, førdi Heini í Skorini okkum í kvøld inn í fyrsta part av seks, har hann leggur kristindóm og gudsdyrkan á blik í Føroyum í dag. Stílurin er eins elegantur, og verturin - ein sannur elegantier - ið dugur at seta seg í senu. Hvør biti er gjøgnumhugsaður, og eg kann hugsa mær, at tá allar samkomur eru valdar við redaktiónsborðið, eru krossandi spurdómar valdir sum tema. Krúnan á verkið er innlagda spurnarkanningin, sum í fyrsta parti spurdi, hvørt ein trýr á Gud ella ikki, og hvar í landinum respondenturin býr. At gera sendingar, sum uttan frávik hvíla á fleiri beinum innan sama tematikk, hevur altíð verið ein avbjóðing. Ikki minst tá hvør sending er ein knappan tíma, og tilfarið tíðuliga setur sær sjálvum tað krav, a

Frálíkt fyrsta lystakast

So var fyrsti partur av lyst sendur í sjónvarpinum. Ein mentanarsending hvørt fríggjakvøld eftir Dag og Viku, har Finnur Koba er vertur og klippari, Hallur Thomsen filmar og Petra E. Mikkelsen ger grafikkin. Trý fólk, sum lystiliga dekka listina í eitt korter ella so, í kvøld sekstan minuttir. Fantastiskt. Men fyrsta, ið slær meg, er hvussu nógvir blankir deyðir flatar eru í øllum skrivstovum í allari verðini. Tað er mín ræðsla, tá eg skal taka eina mynd á eini skrivstovu, skúlastovu ella bókasavni. Øll rúm eru frá skaparans, tað er arkitektsins, hond so kalliga fløt, at eg sjálvur fari beinanvegin at leita eftir urtapottum og øðrum kitsj at fjala stranga arkitekturin, ið eisini gongur undir navnini Scandinavian design. Men tá Hallur zoomar inn á Koba, og vit bara síggja vinnulívið í Norðragøtu aftanfyri, tá síggi eg tað, sum er uppaftur ljótari. Tað er sum at sigla inn á Klaksvík og Tvøroyri. Tað ber ikki til at siga, at bygningarnir venda reyv, tí tað er ein organiskur likam