Skip to main content

Savningarmegi


Nú gevst hann, ímyndin av einum sonnum og slitsterkum akkersmanni í landsins førandi tíðindasending í sjónvarpi, Johnsigurd í Degi og Viku. Perman á skúlabókini um fjølmiðlar og á forsíðuni á dagsins Sosiali. Ein tjóðarsavnandi ímynd, sum er trygg og slitsterk, sjálvt tá heimligu tíðindini fáa óvæntaða vend, sum kann verða torskild hjá meiniga føroyinginum at fata, tíansheldur at hava eina meining um.

Hann, Sigrún og Bogi verða nú loyst av og yngri kreftir koma til eftir nýggjum skipanum. Frálíkt tekin um ein stovn, sum stillført arbeiðir við sær sjálvum, okkum at frama.

Tó, einki er sum at hoyra gamlar útvarpssendingar. Endursendar matsendingar frá kreppuárunum, tá eg sjálvur stóð á høvdinum og gjørdi Náttarravnssendingar, og sum júst í morgun, nú eg lurti eftir fuglaláti omaná morgunlesturin, og so við mergjaðum fosturlandsangi, meðan Johan gongur í fjøllunum og er skóti um ups og ás. Eitt konsept, sum eg enntá minnist frá Janusi Mohr langt, langt undan Johan.

Halt kjaft sum eg eri blivin gamal. Og halt kjaft sum útvarpið er stadnað, skránað og skropnað. Tað er bara uppteljingin á Hálsi í Havn eftir valið, ja hvat sum helst val, sum er enn meira afturhorvandi í vitanar- og samskiftissamfelagnum.

Meðan sjónvarpsverturin, oftast Sigrún, av einslistum roynir at siga okkum okkurt um gongdina í uppteljingunum langt, langt eftir at høvuðsstaðarhurðarnar eru latnar aftur, so yppa øll starvsfólkini hjá kommununi og valstýrinum øksl, og bara ganga framvið og eru demonstrativt ó-servicemindaði.

Slíkur atburður hoyrir ikki heima í nútíðarsamfelagnum, og so slettis ikki tá ein almannamiðil er til staðar. Úti á bygd eru tey ikki so forstokkaði sum í Havn, tá umræður at siga frá um valið í samskiftandi vitanarsamfelagnum, sum er støðið undir almannamiðilinum.

Men nú verður lukkutíð boðað frá nýggjum í Kringvarpinum. Tað sigur Ivan við morgunsendingina. Flaggskipið og andlitið úteftir og inneftir er Dagur og Vika, sum verður enduskoðað og styrkt, fokus verður onkuntíð á eitt evni, nýtt studio verður bygt, redaktørur og vertur skulu smelta saman í ein leiklut, eitt ferðalið fer til arbeiðis og skal levara – ja, levera – úr einum Kringvarpsbili hvønn arbeiðsdag í vikuni, tí beinleiðis senditøkni skal í størri mun verða nýtt.

Hvat Degi og Viku viðvíkur ynski eg mær bara at allir dagar verða tíðindadagar, serliga sunnukvøld.

Dagur og Vika eigur at verða ein redaktionell eind, sum kann spæla út fyri hvørjar 24 tímar og siga okkum, hvat er hent. Sjónarringurin skal aldri verða longur burturi enn 24 tímar. Tað er mítt ynski á hasari fjølmiðlakontu.

- Vit skulu menna tað savningarmegi, sum hesin stovnurin og Dagur og Vika eru, sigur Ivan í morgunsendingini, og lovar, at tað fer at hoyrast í ein ávísan mun frá mánaðarskiftinum september-oktober.

Hóast upp móti helvtini av sendingunum í gamla Útvarpinum komu frá fríyrkisfólki, er tað ikki fyrr enn nú, at somu ella líknandi sendingar hava verið bodnar út í almennari lisitatión. Tað er frámúr. Men einasta nýskapandi sending eg havi varnast er Pressan hjá Øssuri í Útvarpinum fríggjamorgnar. Hinar sendingarnar eru ikki nýskapandi sum sendingar, men í selektivum fokusi eru tær áhugaverdar, tí tær eru so smalsporaðar, at tað ofta verður komiskt, kanska ófrívilliga komiskt.

Havi altíð sagt og tvíhaldi enn um at Føroyar er eitt útvarpsland burturav. Tí gleðir tað meg, at Ivan fer at styrkja útvarpsskránna við høvuðsdenti á tíman millum 17 og 18, við hvestum aktualitetssendingum, eftir okkara arbeiðstíð og innan okkara nátturða. Tað er savningarmegi. Akkurát sum í tí gamla samfelagnum, bara tað ikki verður ov feudalt. Útvarpið er uppá gott og ilt karmurin um tað samfelagið.

Hetta er fyrsta av fleiri menningarstigum, at aktuelt verður ment, lovar Ivan og nevnir dokumentarar og eina undirhaldssending, sum eftir ársskiftið verður fyri alt húskið.

- Vit skulu duga betur at greiða frá um aktuelt í samfelagnum. Fýra tilboð um mentanartilfar eru komin inn og her er potentiali, sigur Ivan uttan at avdúka nakað.

Men hann nevnir eisini gomlu avbjóðingina hjá øllum heimsins almannamiðlum, tey ungu, sum als ikki brúka vanligu miðlarnar av public service og tjóðarbyggjandi slagnum, og tí eru trupul at finna og røkka.

- Teimum fara vit at geva eitt tilboð, til dømis ungdómsdokumentarar, í eini sending úr stóru høllini, har samstarvað verður við miðnámsskúlar, og vit fara at vísa føroyskar filmar mótvegis útlendskum filmum og ráki, eisini við kriktiskum ummælum av Netflix og HBO, sigur Ivan, sum kanska er ov mjúkur og bleytur av sær mótvegis innlendskum kritikki av sama miðlatilfari, tí innlendska, sum hevur lyndi til at hvørva í sussi, meir enn so av tí sjálvsmakkandi slagnum.

Heimasíðan hjá Kringvarpinum er eisini ein raðfesting, men hon er ikki við í hesi fyrstu ætlan, sigur Ivan. Ofta havi eg hildið, at heimasíðan er avgjørt veikasti og mest heimleysi liður hjá Kringvarpinum, so veikur, at eg onkuntíð, og tað er ikki sjálvdan, ynski at hon ikki var har.

- So skjótt vit megna at fáa studiosendingina til ung, so byrjar hon, lovar Ivan. Og tað er vegurin at ganga. Róliga at seta við og aldri kvetta á stokkinum. At øll framdrift byggir á tað hevdvunna úr heimligu Kringvarpssøguni. Tað er fyrsta treyt fyri savningarmegi innanfyri og uttanfyri Kringvarpsmúrarnar.

Takk fyri vaktina, akkersmenn og akkerskvinnur!