Ummæli av útvarpssendingini Brunsj leygardagin 26. september 2020
Í hondgrípiligum lærugreinum hava tey anatomi og fysiologi, lærurnar um kropsbygnað og hvussu hvør liður virkar. Men í tí meira úrtøkiliga arbeiðinum, at gera útvarpssending ein heilan vikuskiftisfyrrapart, krevjast í størri mun abstrakt listarligir eginleikar, at kunna mála á útvarpsveggin, so sjálvt hin blindi sær, og - mest av øllum - at tann, ið slettis ikki ætlaði at lurta, verður ikki bara fangaður, tá hann við dustsúgvaranum fer fram við háttalaranum, men verður púra rúnarbundin, latenti lurtarin, sum henda morgun ikki var ein kjarnulurtari. Alt annað.
Soleiðis er gott útvarpsarbeiði.
Tú verður fangaður av tí óvæntaða, tí tað hevur nakað at siga tær, kemur út um senukantin, sum sjónleikarar siga, prædikar út um kórið, sum tey missiónsku siga, og sum teir verðsligu advokatarnir við mold undir neglunum kalla ástaðarfund, tá partarnir møtast undir opnum himni og hava eina on-the-spot investigation, sum føroysk-enska orðabókin hjá Sprotanum sigur um hetta slag av fundi.
Eitt livandi Kingoørindi úr Tjørnuvík kemur tær beint í oyrað og tú undrast, at mikrofonin fangaði tað í tjúgutjúgu. Løtan stendur still.
Veit ikki, um eg nakrantíð havi verið í kirkju í ár, men her var eg í kirkju. Heima hjá mær sjálvum framman fyri hátalaranum. Takk fyri tað, og at tú púra óvæntað dróg meg hagar.
Hetta fekk meg at hugsa um bygnaðin í eini góðari útvarpssending. Fyrst at hava eina greiða ætlan, sum kanska er íkomin av koronastongsilinum, og nú hevur ment seg og lagt seg í ein karm, sum ikki tykist endaliga fastur og læstur, men opin fyri tí, sum hvør einstakur og úrvaldi gestur hevur at koma við eftir einum avtalaðum og fyrireikaðum leisti.
Og har er so tað, kravið at koma við nøkrum, sum kann verða so ymiskt í huganum hjá ymsu lurtarunum.
Tað fer aldri at bera til at gera øllum til vildar, og vildi ein vertur lagt seg eftir tí sum tað fyrsta, so gjørdist sendingin skjótt fløt, tannleys og sjálvfylgilig ein heilan vetur.
Hetta varð ikki lagið í morgun, har gesturin veruliga hevði nakað at koma við til hetta formatið av sending, beinleiðis av bygd, ein leygarmorgun, til øll í Føroyum.
So væl varð beinleiðis sendingin fyrireikað, at tá eini sangurin ikki riggaði at syngja einu løtuna, tí gesturin, vit vóru heima hjá, týðuliga varð rørdur, so varð farið beint víðari, og sangurin kom so innaftur seinni. Skilti eg tað rætt, so var hetta eitt meistarligt forteljaragreb á staðnum fyri opnari mikrofon.
Hetta er útvarp tá tað er gott. Livandi og beinleiðis, og altíð við einum vilja at bera nakað fram, hvussu afturlítandi støðan so kann tykjast í nútíðarsamfelagnum og útvarpslandinum Føroyum.
Hetta var óluksáliga gott útvarpsarbeiði - og ein framúr ástøðisfundur í Tjørnuvík!