Í morgun hoyrdi eg Útvarpið siga frá um nýggja Gøtuskipið Gitte Henning1, sum í einum háli kann fáa fýrahundrað tons. Bara soleiðis í einum slurki.
Fýrahundraðtonsíeinumtáegtímioghavigjørtmegút.
Samstundis fái eg at vita at barnaútvarpið er ikki komi úr feriu enn, so nú fáa vit tónleikfyriølluppáeingangeinamánamorgunsmorgunstund.
Ja, ikki sannheit, tað er eitt sundur trunkerað og trupult at røkka og náa inn til øll uppá eingang.
Tann tíðin er farin. Tíðin tá postmaðurin við einari skjáttu kom við øllum til øll í einari útbering í einum distrikti ein Gudagivnandag, sum Ludvig segði.
Tann tíðin er farin.
Tí velja vit tað, sum flestu kunnu kaperað uttan at fáa tannkremið í rangastrúpan, so alt verður spruttað upp á speglið. So sosialrealistiskt vildi eg ikki at morguntoilettið skuldi verða afturvið Útvarpinum í morgun.
Fyrst norski Grieg við morningmood’inum og síðan okkara egni Martin við Morgun – hann høvdu vit longu hoyrt undir morgunlestrinum við meistarliga sálminum Uttan teg – og so Trøllapætur við eitttveytrísoetavitmorgunsanginum.
Ogsoerutíðindi.
Eg plagdi at halda, at Útvarpið eigur at senda á tveimum rásum. Einari undirhalds- og ítróttarás, og so einari alment dannandi útvarpsrás við smalri sendingum.
So eigur Útvarpið allan marknaðin í heimsins fremsta útvarpslandi. Tað er tað.
Men hvørt til sína tíð og ikki alt í senn.
Og so slettis ikki sum podkast við deyðum produktum at sløða út á heimrustina til onkran at taka fram ein illveðursdag tá tey keða seg.
Nei, dynamikkur og sannførandi savningarmegi her og nú.
Tað er tað.