Skip to main content

Posts

Showing posts with the label politikkur

Hvat er mentan?

Í kvøld varð eg so heppan at síggja byrjunarfilmin hjá minnilutafestivalinum, FIMFF, í Norðurlandahúsinum. Nýggjur iranskur filmur um ein syrgnan mann, ið hevur sagt upp, tí hann hevur dømt hin skeiva til deyðis, og nú roynir at vera um einkjuna og deyvu dóttrina afturfyri. Tað gongur ikki væl. Einki gongur væl í hesi hugtakandi iransku tragediu, The Ballad of a White Cow , sum kvinnuligi høvuðsleikarin, Maryam Moghadam, hevur gjørt. Rós til FIMFF fyri sýningina um deyðarevsing og iðran dómarans í dagsins Iran. Meðan eg við Ringvegin í Havn, eins og aðrir biografgangarar úti í heimi beint nú, síggi henda stilført eksotiska arthouse film, kann eg ikki annað enn hugsa um, hvørja støðu mentan og mentanarmiðling hevur í høvuðsstaðnum, tá eg heimkomin lesi kvøldmiðlarnar. Stórhøllin, Føroya Arena, sum uppi í haganum kostar skattgjaldaranum nógv meir enn ætlað, er nú komin á donsku fíggjarlógina, pengar til parkeringspláss verða tiknir frá Norðurlandahúsinum og enn er ikki eitt oyra av týdni

Allur heiður til Ukraina!

Meðan vit veita russarum allar tær tænastur, ið hugsast kunnu, sum um einki er hent í Ukraina hetta hálva árið, krevur Kaja Kallas, ið er forsætisráðharri í Estlandi, at nú skal Russland byrgjast inni.  Flogferðsla er steðgað, so einasti møguleiki hjá vanligum russum at ferðast til Evropa er gjøgnum Finnland, Estland og Lettland. ES má seta í verk eitt visabann móti russum at ferðast, sigur hon og siterar Roosvelt fyri skjótt hálvfems árum síðan: Her er einki at ræðast uttan ræðsluna sjálva. Kosta hvat tað kosta vil, skulu vit byrgja Russland inni, tí vanligi russarin skal vita og kenna á sær, at landið er í kríggj og dregur alt Evropa við sær. Tað gera vit ikki í Føroyum, sum er in the middle of nowhere, tí í Russlandi eru ov nógvir pengar at heinta. Tað er føroyska politiska ambitiónin: pengar fyrst og einki næst. Og meðan Føroyar halda fram at stuðla Russlandi, hevur einasti hugsunarflokkur í landinum eittans mál í dag: Skulu vit stilla upp til danska fólkatingsvalið og aftur avspor

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar

Vit brúka minni og minni tíð uppá føroyskar miðlar, segði Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, tá hann í Norðurlandahúsinum í dag greiddi frá savnaða útboðnum av miðlum í eini miðal føroyskari stovu í dag. Sum Ivan fyrr hevur sagt við Neflixstjóranum í huga, so er tað ein ósvitalig sannroynd, at hóast bara 24 tímar eru í samdøgrinum, so er miðlaútboðið longu langt síðan tambað so vítt og langt, at nú er bara svøvnurin eftir sum seinasti fíggindi hjá miðlaframleiðarum. Sum brúkarar makta vit ikki at konsumera meir, hóast nýggj tilboð, pallar og appir stinga seg upp hvønn einasta dag. Við átakinum Biit hevur Kringvarpið umsíðir eydnast at fáa ungdómin á tal, og í heyst kemur ein app til barnatilfar, segði Ivan. Men hann segði eisini, at indavl, innannøring, er ein veruligur vandi í Kringvarpinum, tí journalistiska føðiketan er so veik. Hinvegin vísa kanningar at ung eru tíðindanoktarar, praktisera news avoidance, sum teigurin í kanningini sigur, sum so aftur merkir at tech stýrdar algo

Hvat sigur Javnaðarflokkurin?

Hevur landsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, Føroya so nógv best skipaða flokki - við Landsstevnu, Landsfundi, Floksleiðslu, Starvsnevnd og Floksstjórn - onga útmelding um førda javnaðarpolitikkin í høvuðsstaðnum, nú hann setur miðbýin, Mentanargøtuna og bygningarnar, sum har eru, til sølu?  Og hevur Javnaðarflokkurin eftirlit við, um allir valdir javnaðarpolitikarar halda grein tvey í landslóg fyri Javnaðarflokkin í allar verðini, sum sigur:  ”Endamál Javnaðarfloksins er at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund” -?  Nei, eg bara spyrji í stillari undran…úr Havn, um nakar skuldi ivast.

Hvør eigur miðbýin?

Eftir at hava hoyrt mín góða vin, Heðin Mortensen, greiða frá í Degi og Viku í gjárkvøldið, at nú fór hann at selja miðbýin , og mín eins góða vin, Albert Isfeld, opponera móti hesum hugskoti, sum er at selja alt undan okkum, fór eg ørkymlaður eitt rend til Klaksvíkar í morgun at stilla nervarnar.  Kanska var tað eitt tekin í tíðini, at inni í bjórsøluni hjá Einari Waag møtti eg fyrrverandi landstýriskvinnuni, Elsebeth, og kundi staðfesta, at hon var eins upptikin og eg av hesi sølu og bygging yvirhøvur, hvør skal skipa fyri og rinda, og hvussu royna summi at sleppa sær bíligast, helst fyri einki, úr stórskreytandi byggimálum. Vit tosaðu samtykkjandi um, at kommunalu myndugleikarnir her á staðnum fylla okkum útsiktina við einum risa stórum kappróðrarneysti, sum her inni á botninum skal binda býin saman, og draga øll hini í Klaksvík við sær, so vit fáa lív í ungdómstryggjaða býin. Tað hevði ikki hent í Havn. Jú, hóast allir hesir andskræmiligu kassar, ið stinga seg upp alla staðni í Kla

Pizza er fíggindi nummar eitt

Hin sjeynda juli kom fram í Útvarpinum, at Heilsufrøðiliga Starvstova, ið hevur havt eftirlit við gerð og innrætting av matstovum, og tí virksemi, ið fer fram har, hevði stongt seks matstovur higartil í ár. Matstovurnar eru í Havn, Klaksvík, á Strondum og Norðskála. Talan er um Nest Take Away, SK Pizza, Pizza King/Salt&Pepper, Joe Pizza, La Fiesta og No 12. Tað er tryggjandi at vita, at ein almennur landsstovnur hevur upparbeitt rutinu at seta krøv og gera eftirlit, tá nýggir køkar og brúksflatar verða gjørd í nýggjum og gomlum matstovum. Krøvini eru strong, og onkuntíð hevur verið at hoyrt, at smástøð, sum úti í Skúgvi, hava hildið, at eftirlitskrøvini úr Havn hava verið dekan og strong og dýr at eftirlíka, tá umræður reinleika, og at matvørurnar ikki skulu koma í bland við aðra vøru, og so gongd, serliga á vesi, við skaðiligum avleiðingum, ja kanska deyðiligum, fyri hin vitjandi eins og starvsfólk, fer hann ella hon ikki gjøgnum røttu dyrnar og til rætta vaskið, meðan matgjørt og

Sjálvtekt í Saksun

Gjaldsportrið hjá eina bóndanum í Saksun er ímyndin av tí illvilja, sum hevur tikið seg upp millum bøndur, ferðavinnumyndugleikar og privatfólk, sum vilja ganga í haganum Í dag boðar tíðindaportalurin in.fo frá, at Kristi himmalsferðardag fara fólk at ganga á portrið í Saksun. Og tað uttan at betala. So má svíða sum svøllurin. Eftir at allir politikarar hava kastað burtur og alment siga, at teir ikki makta uppgávuna, er hetta mest interessanta - og samstundis eisini mest sjálvsagda - sjálvtektsátak eg havi upplivað í Føroya nútíðar søgu. Í Degi og Viku hava vit hoyrt um tað fyrimyndarliga samstarv, sum fyrisiting, sjúkrahúsverk, flutningstænasta og einstaklingar hava, tá umræður nýrasjúklingar, ið hava tørv á dialysu. Tað er ikki smávegis logistikkur, ið skal fáast uppá pláss. Men við innliti, vilja og helst eitt sindur av treiskni, ber tað til. Soleiðis er ikki við gongd í haga. Meðan Visit Faroe Islands hava megnað marknaðarføringsuppgávuna úti í heimi so framúr, at ferðafólkini fyll

Hvat ger Putin mánadagin?

Í Rituvík er ukrainski Oleksandr ørkymlaður. Um eina viku er 9. mai. Tað er gamli ársdagurin fyri russiska sigrinum á Nazitýsklandi í stóra fedralandskrígnum, sum vit vestanfyri kalla seinni veraldarbardagi. Eystanfyri er tað Russland, sum einsamalt vann, og tí skrivar søguna. Tað gera vinnarar altíð, bæði í skúlabókum og almannamiðlum. Púra einsamallir. Men tá er fortreytin, at vit liva í einum fulkomnum einaveldi, sum við sensuri og terror verður dikterað av einum einsamøllum diktatori. Tí forniska slagnum, sum Chaplin lýsti í samtíðarfilminum ”The Great Dictator” longu í 1940. Beint nú ein av heimsins týdningarmestu filmum. Oleksandr fryktar fyri, hvat Putin fer at gera viðvíkjandi Ukraina henda dag.   - Putin segði fyri einum mánaði síðan, at 9. mai fer Russland at hátíðarhalda yvirtøkuna av Ukraina, ella í minsta lagi lyklabýum sum Donetsk, Luhansk og Mariupol við Azovhav. So missur Ukraina havnasambandið har. Og Kherson eisini. Um hesir býir verða yvirtiknir, so vil øll ídnaðarli

Ukraina og russiska fólkamorðið, sum Novosti lýsir tað

Sameindu Tjóðir samtyku í gjár at taka rættin frá limalandinum Russlandi at møta í Mannarættindaráðnum , The United Nations Human Rights Council. Úrslitið sæst omanfyri. Hetta er fyrsta altjóða avgerð, eg havi lagt til merkis, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina fyri 44 døgum síðani, hin 24. februar í ár.  Altjóða samfelagið hevur sagt nógv, ja eygleitt og kommenterað upp í spannir, sum vóru tey boðberar av tí avmálda skriviborðsslagnum við síðuna av djørvum tíðindafólkum, sum longu vóru har frammanundan. Og í dag fer forsetin í Evropakommissiónini , Ursula von der Leyen, at vitja Volodymyr Zelenskyj í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. Av trygdarávum er ikki upplýst nakað nærri um fundarstað og farleið.  Júst hetta er forstáiligt, tá vit lesa eitt himmalbræv, eina russiska koyriætlan um lebensraum og útrudding av øllum óynsktum elementum, sum 80 ára gamla Kremlkrámandi tíðindastovan, Novosti, sendi út í vikuni undir yvirskriftini ”Hvat skal Russland gera við Ukraina?” . Ja, hin reina fó

Ukraina bankar á dyrnar

Ken Lindenskov Olsen og Mariia Shvets Olsen avmyndaði uttanfyri húsini í Varðagøtu 18 í Rituvík leygardagin, tá tey bjóðaðu til kaffi og ukrainskar hunangssøtar pinjukjarnur á heitum hornum frá mammuni Gunn. Tað er sjáldsamt í føroyskum miðlum at síggja tekst, sum er skrivaður á so fremmandum máli, sum ukrainskum. Tað hendi í farnu viku, tá boð vóru frá Námi til ukrainskar flóttar í Føroyum um, at nú vóru skúlabøkur á teirra móðurmáli tøkar á opna føroyska pallinum Snar.  Samstundis upplýsti Býarbókasavnið í Havn, at lánarar nú kunnu lesa ukrainskar barnabøkur, sum talgilt eru samsagdar á enskum og ukrainskum. Flóttar á Sandi fingu gávubræv frá Lions, og fríggjakvøldið vóru tíðindi í Degi og Viku um, hvussu væl ukrainsk børn kláraðu seg í skúlanum á Tvøroyri. Hetta er ein púra nýggj støða, har vit á fyrsta sinni fingu annað beinið beint í altjóða samfelagið. Okkara egnu politikarar hava nevnt, at vit kunnu væntað so mikið sum 200 ukrainsk flóttafólk. 150 teirra eru longu komin sum ferð

Móðurmálsdagur

Í dag er okkara móðurmálsdagur, tí henda dag í 1819 varð Hammershaimb føddur. Saman við øðrum legði hann lunnar undir málið. Kanska eitt sindur tollfrítt og lættkeypt at siga. Útlendskir granskarar, serliga danskir, hjálptu okkum, so fjalladialektin hjá hálvkvødnum søgusigarum bleiv eitt fullfíggjað skriftmál millum slektaðu grannamálini, sum eisini hava ein móðurmálsdag at fegnast um. Danski stuðulin hevur staðið við, og er í dag so dyggur, at tú ikki kann hyggja eftir filmi uttan danskan undirtekst og orienterað teg um støðuna í Ukraina uttan danskan hernaðarkorrespondent, sum við vanda fyri egnum lívi er farin frontalt á sjurnalistiska hermótið. Einsamøll skapa vit ikki móðurmálið. Men sleppa vit donsku ávirkanini, sum í seinastuni er linkað so mikið, at summi vilja vera við at kontan er uppbrúkt, so ber til at hyggja eftir hinum báðum grannalondunum, Noregi og Íslandi, sum vit helst eru enn nærri í slekt við, ikki minst tá um málsligar fyrimyndir og nýyrði ræður. Úr Noregi hava vit