Skip to main content

Posts

Showing posts with the label skúli

Hvat sigur Fólkaheilsuráðið?

Gitte Klein, sum umframt Fólkaheilsuráðið nú eisini umboðar Kringvarpið, sigur á VP í kvøld, at sætta frágreiðingin hjá UNESCO ”The Global Education Monitoring Report - Technology in education: A tool on whose terms?" er rætt endurgivin í Kringvarpinum, tá sagt verður at UNESCO bannar snildfonum í skúlunum. So sigur Gitte, at “…men Birgir fær ikki við, at UNESCO finst at, at tað ikki eru lærarar, sum seta dagsskránna í mun til tøkni í skúlum. Ístaðin eru tað stóru tøknifyritøkurnar, ið hava marknaðarført glitrandi tøknina og ávirkað tey, ið vara av skúlum, til at keypa tøkni inn í stórum stíli.” Nú kann vera so ymiskt, hvussu vit lesa, men um Gitte dittaði sær at lesa tann bloggin , eg skrivaði um somu frágreiðingina, tann dagin hon kom út, og sum Gitte nú reagerar uppá, so hevði Gitte kanska varnast hetta drúgva brotið, sum handlar júst um tað evnið, Gitte eftirlýsir og tí heldur, at eg man hava gloymt burtur og ikki fingið við: ”Hóast stuðlað av grunninum hjá Bill og Melindu Ga

Trap Føroyar á netið

Niels Elers Koch er fyrisitingarstjóri hjá Trap Danmark og ritstjóri, nú sætta útgávan av bókaverkinum kemur út. Bøkurnar telja 34 bind, tólvtúsund blaðsíður, eg eitt bind er burturav um Føroyar, har 71 føroyingar hava medvirkað. Tann bókin fæst nú á føroyskum og enskum, við einum føroyakorti inni í bakpermuni.  Tað áhugaverda er, at Trap Danmark nú fer á netið, og Nám hevur tryggjað sær rættin til ikki bara føroysku og ensku bókaútgávuna, men eisini til talgildu netútgávuna av Trap bókini um Føroyar. Netútgávan væntast at verða klár um ársskiftið. Tað sum beinanvegin fangar mín áhuga, eru nýteknaðu kortini um havstreymar í Norðuratlantshavi og kring Føroyar. Fyrr hevur verið so ómakaleyst at siga, at tú ert úr einum landi, sum er við endan á Golfstreyminum. So vita øll hvaðani tú ert og hvar Føroyar eru. Jú minni landið er, jú størri er forvitnið úti í heimi, eins og egna trongdin at siga frá um landið, tú ert úr. Men um Golfstreymurin viknar so mikið, at hann ikki longur kann sigast

Kann tøkni skapa læring?

Nú eru aftur krøv um at taka telefonir úr skúlastovunum. Orsøkin er árliga UNESCO frágreiðingin, The Global Education Monitoring Report , sum kom í dag. Sum sæst á permuni omanfyri, er heitið "Technology in education: A tool on whose terms?" Tað er løgið, at so sterkar og ofta lítið rótfestar heimligar meiningar stútt og støðugt leggja seg upp at skúlanum. Men hvat, tað er har maktin er, í skúlanum. Og so í tí religiøsa umhvørvinum. Og har sum samanfallandi áhugamál og ynski um persónliga makt eru í hesum báðum pørtunum, tá er at verða uppá vakt. Nú varð eisini at hoyra í Útvarpinum , at UNESCO bannar snildfonum í skúlanum.  Havi leitað í allari frágreiðingini, um hetta er so. Hava leitað eftir orðunum "ban" og "banned", og ongastaðni funnið eitt krav um ella so mikið sum eitt tilmæli um at banna telefonum í skúlanum. Allíkavæl framtúrar Útvarpið við tíðindum um, at heimsins lærustovnur undir ST, UNESCO, krevur eitt bann av tílíkum amboðum. Hetta passar ik

ChatGPT - vinur ella fíggindi?

Í eitt gott hálvt ár hevur vitlíkið, artificial intelligence, fylt nógv uppá gott og ilt, oftast undir navninum ChatGPT, bæði í tíðindum og kjaki millum fólk, har eg komi.  Frá at verða ein spælandi fylgisveinur við skemtiliga óforpliktandi uppgávum sum ”skriva mær um hægsta fjall í Føroyum”, og "skriva mær ein sang uppá rím í tíggju ørindum um, hvussu ofta Dimmalætting er farin á húsagang", til álvarsligari uppgávur, ið krevja samrøðu og samskifti um úrvald spesifikk evni, har eg frammanundan billi mær inn, at eg havi eitt ávíst innlit, til dømis um film, og mest sum bara havi tørv á einum veggi at skriva upp ímóti, sum tá gentur lofta við fleiri bóltum, og einum hugsaðum ritstjóra at skipa lidna tekstin, á tí skriftmáli, vit velja, føroyskum, donskum ella enskum.  Men tað er ikki uttan bivan, ja kanska ógvuslig svørðsløg, at ChatGPT hevur gjørt innrás í føroyska samfelagið, og er blivin ein veruligur møguleiki at samskifta við, júst har tú ert, og til tað høvið, sum nú stin

Nýggj kokkaútbúgving á Tekniska skúla

- Hetta er spennandi, og umstøðurnar eru góðar, sigur Andras Sigmarsson Jacobsen, lærari á Matvørudeildini, sum er avmyndaður í køkinum á Tekniska skúlanum, ið er bygdur til endamálið. - Nýggja kokkaútbúgvingin varð kunngjørd fríggjadagin í næstsíðstu viku, sigur Andras, og vísur spentur til Kunngerðarblaðið .   - Vit hava arbeitt við hesum í eina tíð, saman við umboðum frá vinnuni, matstovunum og hotellunum, Yrkisdeplinum og so framvegis, og nú er so komið hartil, at kunngerðin er lýst. Fer tíðarætlanin at halda, so fáa vit tann fyrsta fult føroyskt útlærda kokkin í 2025, sigur Andras vælnøgdur, og fer at greiða frá um innihaldið í nýggju føroysku kokkaútbúgvingini, sum varir 3 ár og 9 mánaðir. - Útbúgvingin er skipað á sama hátt sum tann danska, bæði í innihaldi og longd, soleiðis, at um ein næmingur hevur tikið okkurt av skúlaskeiðnum í útbúgvingini í Danmark, so kann hann saktans taka restina í Føroyum, ella umvent. Men hjá okkum er ein nýggj lærugrein komin afturat, sum eitur føro

Tá Soutine setir á borðið

Við støði í ekspressionistiskt kjøtiliga myndastílinum hjá franska Chaïm Soutine (1893-1943) hevur klóka myndaforritið á telduni fingið til uppgávu at lýsa fine dining í Føroyum. Úrslitið sæst omanfyri. Nú listinlærdi kjattbotturin chatGPT , sum við sjeymílaferð førir seg fram við meir og minni klókum teksti, er blivin kendur um allan heim sum hin nýggi HAL9000, vit sóu í framtíðarfilminum frá 1968 um rúmdarferðina í 2001, tað er líkasum vitlíki í núlidnari tíð, er javnlíkin í myndum, AI image creator og generator , komin á marknaðin við leitimaskinuni Bing hjá Microsoft.  Tá tú altíð hevur brúkt Google Chrom, heilt aftur til Internet Explorer og undan honum Netscape, fært tú ein so stóran bundinskap í grafikki og leitihistorikki, at tú illa fært teg at hálsa um til nakað heilt annað, so sum Bing, ið eg fái ilt í fingrarnar av, tá eg av misgávum villi meg inn har. Tað geri eg altíð, tá eg raki við kagan Edge, sum allir almennir stovnar tykjast krøkja í. So er spurningurin, um Google e

Í fyrstuni var orðið, og tað var ikki føroyskt

Kjattbotturin chatGPT er enn við sítt fríska lív. Hvønn dag royni eg at fáa hann at svara og geva til kennar ein feril av førleika at orða seg á føroyskum og at grunda yvir tað skrivaða, hvat evnið so er. Hugsi fyri mær, at hetta er fyrsta høvið eg kann hugsa mær, at fáa næmingar í einum heilum flokki at sita við hvør sína maskinu og skriva, bjóða av, vinkla, venda og snara, og arbeiða við teksti og øllum teim smálutum, sum gera setningar, søgur og tekstir. Kjattbottur sum amboð at brúka í flokkinum, at bróta niður og byggja upp. Tekst eftir tekst. Framúr amboð. Í mínum dagligu skriviroyndum saman við kjattbottinum eri eg komin eftir, at føroyska orðfeingið er serstakliga avmarkað og ofta er ein samanseting av íslendskum og norskum, og allarminst brúkiligum føroyskum. Men onkuntíð bragdar, og fólk siga, at nú skal føroyski førleikin hjá bottinum bara byggjast upp í eina tíð. Men so er tað tað. Tá eg síggi hvussu jánkasligt og fátæksligt føroyska úrslitið mangan er, tá hugsi eg meir en

Vitlíki til skúlan

Fyri fimm árum síðan greiddi Ólavur Ellefsen frá um tilgjørdan vitleika, artificial intellegence , á stevnu fyri lærarum um framtíðarskúlan , sum Nám skipaði fyri í Norðurlandahúsinum. Í Útvarpssamrøðu , sum Leif Láadal hevði við Ólav Ellefsen í vikunu, kom fram, at nú er ein nýggjur kjattbottur í vitlíki, chatGPT , virkin á føroyskum.  Til ber hjá øllum at rita inn, til dømis við Google kontu, og frítt at kjatta við bottin, sum eftir sekundum gevur tær eitt føroyskt svar.  Tó, svarið er ikki altíð eftirfarandi og faktuelt korrekt, skuldi tú væntað tað.  Men eftir einum eygnablunki at fáa eitt ella tvey brúkilig stikkorð á tillagaðum føroyskum, er so stuttliga imponerandi, at mín fyrsti spurningur til kjattbottin, at vita líkasum hvar hann flýtur í mun til meg, er leitorðið hilarious. Og hann svarar soleiðis: Hilarious er eitt adjektiv, ið merkir "skrítið gott at fáa gagn av", "fullkomin lyndi" ella "skrítið skemtiligt". Eitt skemtiligt kvikmynd, skemtili

Nám X vann filmskappingina hjá Námi

Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum.  Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir. - Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin.  Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa

Semja um, at skúlin er forsømdur

Á politiskum valfundi um fólkaskúlan , sum varð hildin í auluni á Námsvísindadeildini í gjár, var stór semja millum valevnini um, at fólkaskúlin er forsømdur - bæði í tingarbeiðnum hetta seinasta valskeiðið og í valstríðnum. Tað skrivar heimasíðan hjá Skúlablaðnum. - Tingmaður hetta valskeiðið vísti á, at tað hevur verið trupult at skapa áhuga fyri fólkaskúlanum. Hóast fólkaskúlin er ein av týdningarmestu og berandi súlunum undir okkara vælferð, hevur almenna kringvarpið ikki fólkaskúlan sum evni á teimum mongu fundunum, sum miðilin skipar fyri, skrivar Skúlablaðið.  Eitt annað valevni segði á fundinum, at hóast stóra semju um, hvat eigur at verða gjørt, tykist tað nógv truplari at fáa eyka fígging til fólkaskúlan, samanborið við onnur øki. Styttri skúladagur, færri næmingar í flokkunum, betri umstøður til lærararnar og taka landsroyndirnar av vóru evnini, ið oftast vóru havd á orði á valfundinum, skrivar Skúlablaðið. Stendur tað til valevnini, sum umboðaðu teir sjey flokkarnar á almen