Í morgun varnaðist eg eina góða oddagrein . Føroyska, noyðist eg at siga, tí miðlafólk vísa oftast til útlendskar greinar, tá umræður at gera okkurt greitt, ikki minst at brokka seg um, hvar føroysku miðlarnir vóru í hesum føri; og um teir vóru uppá pláss, so var tað heldur ikki gott nokk, tí nú hildu tey við skeivum parti og siteraðu ikki rætta persónin, sum um vitan, samskifti og meiningsdannilsi eru eksakt hugtak, ið ikki eru til diskusjón til nakað høvið. Føroyska pressan hevur tað ikki gott. Eitt er at upplagstøl og útgávur eru lægri enn nakrantíð og bara lækka, men til innihalds er langt ímillum, ja eg minnist tað ikki, at innihaldið í einum publiseraðum journalistiskum miðili hevur verið umrøddur fyri tað góða og vælskrivaða innihaldið, ið er eitt fornoyilsi at lesa. Tað fari eg at gera í dag. At tosa miðilin upp og ikki niður. Ikki fyri pallin, funkur ella app, men fyri innihaldið. Ingi Samuelsen eigur dagsins tekst, og hann stendur í Blaðnum , sum løgið nokk ikki er eitt blað