Skip to main content

Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur

Tá Havnin í 2009 fylti hundrað sum fólkavald kommuna, møttust MC og eg í mentunargøtuni í miðbýnum. Fyri tey, sum ikki vita, má eg fyrst siga, at tað er Tórsgøta, og tað, sum síðan er av týdningi, var, at fyrsti heiðursborgari í Havn var Martin Christian Restorff, abbin, sum MC er uppkallaður eftir.

Út frá einum abstraktum, ja kanska absurdum og tó barnsliga ítøkiligum bíbliuørindi hjá Prædikaranum, tosaðu vit um at hava eina konsert á parkeringsplássinum millum posthúsið og Sjómansheimið. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, tí vit samdust um einfalda poesikonseptið - standhaftigar evergreens – sum eftir bókini var: “Kasta breyð títt út á vatnið, tí tú fært tað aftur, um so long tíð gongur!”

Frá MC er tað fleiri ferðir komið aftur. Søgurnar um, tá hann lovaði ungum fólkum inn í Ebenezer at spæla á elektrisk instrument, eisini um náttina, og miksa upptøkur, lag oman á lag, so meistaraverk spurdust burturúr, til onkur av teim eldru steðgaðu øllum og blakaði alt á dyr, tí klaverannslagið var ov hart, og líktist ótuktigum jazzi, ið var samheiti fyri sex, so alt skuldi bindast niður til ófreistandi pumpuorglið, treku urguna, sum í optikkinum hjá málsliga bróðurframbrotinum umboðaði enn ein fígginda, kongsríkið, sum meinigheitin eisini stríddust móti og bleiv mint á, hvørja fer kimað varð til gudstænastu og fremmanda flaggið varð vundið á stong, sum reytt fyri tarvi. Hesin áminniligi brøðratvídráttur skapti føroyska málið og lyfti tað fram til okkara tíð, fyrst og fremst við sangbókum og bíbliutýðing, sum ídnir prentarar góvu okkum. Men afturhaldið, konservatisman, gnaddaði uppvið øllum hesum entreprenøranta virksemi.

So kom MC, Hymnofon og Nikodemus sangbólkurin. Fyrsta LP plátan, Meistarans Hond, sum kom í 1972, er enn í dag ein reinur klassikari við fullsettum stjørnuummæli, sum leysur av tí happandi tvídrátti, ið fyrr var millum kirkju og samkomur, vakti undran og áhuga sum aldri áður. Hetta er størsta fylla og laging, MC hevur lagt í gjónna millum trúargreinar og savningarmentanir. Takk fyri tað, MC.

Seinni, tá eg inni hjá Ólavi á Váli skuldi finna eitt úrval av samtíðar gospeltónleiki til sendingar í Útvarpinum, vóru MC og Ólavur av bestu ráðgevum og plátusavnarum, tí Útvarpið átti ikki tílíkar plátur tá. Helst uttan at hugsa um tað, hevði kirkjan vaksið seg so stóra og mektiga í Útvarpinum, at har slapp einki annað inn enn tað, sum dogmatiskt var rætt, góðkent og sett á prestvígdu skinnararnar. Tá komu úr pláturúgvunum hjá teimum báðum The Imperials, Sherman Andrus, Andraé Crouch og so svensku nøvnini, sum í kjalarvørrinum á Samuelsons skaptu nýggjan áhuga í norðurlendskum samkomum fyri harmoniskum gospelsangi, fyrst og fremst Pelle Karlsson, ið nú hevur knýtt til dansbandtraditiónina við mínum favoritt slagara «När du går över floden», og norsku nakað meir eksperimenterandi Tvers hjá Arnold Børud.

Mitt í hesi broytingartíð, loftaði MC altjóða slagarum sum «Killing me softly» hjá Roberta Flack og «Top of the World» hjá The Carpenters og setti føroyskan tekst til. Hesa tíðina í sjeytiárunum vóru útimøti sunnukvøld frá Ebenezer og allan vegin omaneftir, so tú kundi hoyra flestu samkomur bera fram dagsins poppslagarar, til dømis Eli Andrésen, sum sang «Paloma Blanca» á føroyskum. Og nú eg eftir konsertina við MC og honum til heiðurs hugsi meg um, so sakni eg eina týðing, ella bara framførslu av George Harrison sanginum «Awaiting on you All» frá trídubultu LP plátuni All Things Must Pass. Tað hevði verið í evangeliskt-samtíðarrútmiska andanum hjá MC, kanska saman við Stanley meðan tíð er. Bara ein tanki. Ein breyðmoli blakaður út fyri árum síðan og nú funnin aftur eitt sunnukvøld í Hoyvík.

Jens Kristian, ímyndin av markleysum tænastusinni, ber mær kaffi og sjokulátu afturvið, og hevur givið mær sess, beint aftanfyri MC og konuna, Mariann, sum eisini síggjast á LP plátuni Lív frá 1975.

Freistaður við nýggari telefon kenni eg meg sum Peeping Tom og taki nakrar paparazzi myndir uttan at nakar veit, men sum vísa savnandi og fevnandi gleðina hjá MC og teim á pallinum, tá hann fæst við sang og tónleik, sum týðuliga er ein virkandi boðberi millum menniskju, fyrst og fremst sum lovsangur, men eisini tá tað óvæntaða hendir, og harða jazz anslagið hoyrist í eini uppgerð við fortíðina, sum tá bassspælarin Eyðun Johannesen setir seg við Bösendorfer klaverið í Lívdini og spælir «Kvøða til pinkubarnið» meðan MC syngur einsamallur móti drúgva endanum. Tá er samkomuknýtið perfekt og vinnandi, tá vit horva og hugsa aftur til Ebenezer í sjeytiárunum.

Kapellmeistari er Bernhard Højgaard undir hatti við klaverið og samskipari er trummusláarin Henning Nicodemusen. Teimum við lið eru Terje Rasmussen og Eyðun Johannesen.

Heiðurskonsertin fyri MC byrjar við at snøggu og informativu vertirnir bjóða instrumentalt eksperimenterandi bólkinum Gø inn á pallin við eini potpourri av kendastu av teim elstu sangunum hjá MC. Teir eru allir topp instrumentalistar í egnum navni, men eg hefti meg beinanvegin við tjúkt nærmast funk sláandi melodilinjurnar hjá bassspælaranum, Árna Jóhannesson, og eleganta twang og surf merkta elgittarspælið hjá Ólavi Gaard. Hinir eru Hjørtur Pæturson Háberg, trummur, Christian Pauli Ellefsen, tangentar, og Sjúrður Zachariasson, saxofon.

Systkinini, Guðrun og Hjørtur, syngja, meðan pápin, Pætur, fylgir við av fremstu røð, og konan og mamman, Anna syngur næsta sangin. Konteksturin er nemandi, og eg komi í tankar um, at fyrstu ferð eg var í hesi samkomu, hon helt tá til í skúlanum við Løgmannabreyt, tá var tað MC, ið bjóðaði mær við at síggja ein eksperimenterandi sangleik. Cutting edge, altíð cutting edge.

So syngur stóra kórið í Ebenezer og Dubultkvartettin upp eftir báðum senusíðum stutta lítla kóri hjá MC «Vit í Jesu navnið eru savnað her». Eftir henda hátíðarliga og væl vinklaða inngang, byrjar konsertin við Lisu Fredriksberg og Ebenezerkórinum, sum við amerikanskum fólkalagi syngur søguna um Nínu og Geira sambært Björgvin Halldórsson og Brimkló frá 1979, ið hjá MC á føroyskum verður til kvøðuljómaslagaran «Loksins tú fanst meg».


Svein í Prestgarði traðkar væl skøddur í djúpu countrysporini hjá Alex Bærendsen við væl paraða sanginum «Náðin frá tær», í báðum førum við strúkarum og húsorkestrinum, men nú við vælavstemmaðu og hunangsmjúku Dupultkvartettini.

So kemur ein av aktuellu The Gadders av Toftum, Petur Hans Hansen, á pallin, við strúkarum og veldigari rødd og syngur «Lívið» við hugtakandi kóri, sum er á pallinum, Laila Carlsen, Bjarni Jøkladal og Ólavur á Váli Olsen. Swingandi við vælavstemmaðari kraft.

Bárður á Lakjuni kemur nú á pallin at syngja høvuðsverkið, «Meistarans hond», nakið við strúkarum. Havi fyrr hoyrt hann sungið við kazoo instrumentum og fingið ein varhuga av, at hann lurtar eftir jiddiskum klezmer tónleiki. Tann varisliga ábending, eg eina ferð fekk hjá Tutl á Kata Horninum, kemur fram fyri meg aftur og eg síggi Bárð fyri mær sum ljóslivandi høvuðsleikara í Fiddler on the Roof. Stílistiski framburðurin, keipur, fraseringar og listinlærdu frávikini, ið bera brá av djørvum improviseringum, lyfta høvuðssangin upp á og í nýggjar hæddir, eg ikki havi hoyrt fyrr, meðan strúkararnir gera sítt, at seta stramma innlitssangin um lívið, og nær gøtan kemur á hall, í rammu. Fantastiskt.

So koma húsorkestrið og kórið aftur á pallin og spæla undir tá Kristina Bærendsen og Lena Anderssen saman við ungu Iris syngja væl paraðu sangirnar «Har einki varir við» og «Sunnudagsskúlin», sum eisini kom úr Íslandi og gjørdist kvøðuljómaslagari um somu tíð sum «Loksins tú fanst meg».

Anna Háberg og Magni Christiansen syngja duettina «Til minnis» við sama kóri sum Petur Hans og húsorkestrinum. Rútmiska undirtøkan er góð og Magni fær gott respons úr salinum, her væl meir enn sekshundrað eru inni. Fleiri útseldar konsertir hava verið, so hetta átak í Lívdini er eitt veldut nýbrot, ikki bara í ljóði, men eisini í ljósi og grafikki upp á veggin, sum ikki er sæð fyrr, og ger upp við vanahugsaða dansistovu stílin at skipa líkagildigar konsertir, har onkur kemur inn og lirar okkurt av sær. Tað er ikki galdandi her. Tað er nýskapandi og framúr at leggja støðið so høgt, í fokuspunkti á høvuðspersónin, MC, í úrvali av hansara sangum, solistum og undirspæli, og so skjóta senuskiftið frá sangi til sang.

Nú kemur tað, sum øll bíða eftir, eisini eg. Hvussu fer tað at rigga at lata Terja Rasmussen møta MC og tulka hansara sang, «Trúgv», sum MC kallar Rokkarin, sangin altso. Undansøgan er, at teir báðir møttust í grannalagnum hjá MC úti á Bóndaheygi, har Terje skuldi keypa gløs úr einum húsum til barrina Maggie’s í Nólsoy. Eitt úrslit er, at MC kemur á skránna í Maggie’s fyrrárið, og nú hevur Terje útsett Evropaferðina í kamparabilinum, so hann kundi syngja fyri MC. Sympatiskt og í andnum hjá báðum, so hjartanemandi er at síggja teir báðar heilsast og fevnast. Hetta er so hugtakandi, at eg havi ikki orð fyri tí. Her rapa allir múrar og eg hoyri fyri mær «Eg flýggi til tónleikin», ikki sum flýggjan, men sum tilvitsku og felagsskapandi identitetsfaktor. Vit syngja hvør fyri øðrum. Størri verður tað neyvan í okkara oyrum. Stórt. Og, ja, ein fulldrøn rokkari frá MC til Terja, frammanfyri okkum øllum.

Maria á Lakjuni heldur sama rokkandi stev við «Ein glotti fyri framman”, rútmiskt eggjandi. Grafikkurin á vegginum er laiv og øll á pallinum verða filmað og víst uppá veggin í einum show blandi, sum eg ikki havi sæð fyrr í Føroyum. Nýbrot, sum William Zoo Joensen stendur fyri. Húsorkestrið er Bernard, tangentar, Jákup Sofusson Kjærbæk, kassagittar, Jóhann Ziskasson, elgittar, Eyðun, bass, Henning, trummur. Tøkni stóð Hans Andor fyri og monitorljóð stóð Sofus Mikkelsen fyri.

Eftir at MC hevur sungið «Kvøða til pinku barnið» við klaverfylgispæli hjá Eyðun Johannesen, fær MC gávu frá fyrireikarunum.

- Hetta er ein brotamynd, mosaik, sum Eli Smith gjørdi í 2014-15. Myndin hevur heitið  ”Áarføri”. Íblástur til myndina stavar frá yvirfloymdu áunum í Kaldbaksbotni. Tilfarið til fjallið eru basaltsteinar frá Hundsarabotni, sum Eli hevur skorið til flísar. Luftin og áirnar eru basaltsteinar úr Kina. Í ánni er ein kvartssteinur. Í forgrundini stendur ein reyður fuglur, sum er gjørdur úr gimsteininum Jaspis. Í Opinberingini kapittul 21 vers 18 lesa vit, at múrur staðarins, nýggja Jerúsalem, var lagaður av jaspis. Haldi hasin fuglurin ímyndar MC væl, tá man hugsar, hvussu hann var móttikin við sínum tónleiki, tá hann kom fram í 70’unum, sigur Jens Kristian á Brúgvaskifti, formaður í PraiseHim.


So syngur kórið, Bjarni, Laila og Ólavur «Prísað verið Jesu navn», ein týðing av I just came to praise the Lord, hjá Imperials, ið er best valdi og hóskandi sangur at enda við, tá konsertfyrireikarin eitir PraiseHim. Hetta er hástøkk í fyriskipan og at halda konsert. Amen.


At enda koma øll á pallin at syngja «Føroyingar» hjá MC. Aftur ein kvøðuljómaslagari, men ein natúrligur, hugvekjandi og stuttligur endi, ið verður rundaður av við standandi felagssanginum «Møtast og skiljast», ið er mantra fyri allari skránni og tiltakinum, sum eg fati tað. Takk eisini fyri opna endan og krúllurnar hjá MC, sum 75 ára gamal hevur nógv at geva. Takk fyri tað, og takk fyri eina framúr konsert, ið setir nýggjan standard í hesum virku og framúr hølum í Hoyvík.

Breyðið, samveran og tónleikurin, alt kom aftur, um so hálv øld, og meir, er runnin. Takk fyri at tú kastaði breyðið út á vatnið. Um so long tíð gongur, kemur tað aftur.

Comments