Skip to main content

Jólagávutíð

Gløgg er komið á borðið, Beatles sangir úr Vestmanna eru í væntu í Reinsarínum, jólagávur frá Netflix eru longu komnar og brúktar, og Trump vil hava BBC á húsagang. Vónandi fær hann ikki ta gávuna. Í dystopisku tonkunum úr maskulinistisku tjúkkbókini og manifestinum ”Hey :-)” frá Trygva á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum, verið eg brotin av, tá indiski Savio prikar meg á økslina.

- Hvat sigur tú til loligohøgguslokk, loligo forbesi, úr Miðjarðarhavinum, sum nú er komin so langt norður, hann sleppur, spyr Savio í Barbara Fish House, og sigur, at hann er nýveiddur á Føroyabanka.

- Jú takk, hann vil eg fegin smakka, loligohøgguslokkin av Bankanum.

Fyrstu ferð, eg møtti Savio, ið er úr Goa í India, var fyri hálvsjeynda ári síðan í hesum somu hølum og køki í Baianstovu. Nú er Siddesh, sum er úr sama indiska býi, kokkur saman við Savio, ið er matstovuleiðari.

Tíggju-armaði høgguslokkurin er eksotiska moyrur og reinur í smakkinum, stoktur á pannu í ein minutt. Afturvið eru leim og bacalao krokettir. Dampaðir kræklingar, og soðið, víðka um smakkin av norðuratlantiskum havi, sum fær ein iberiskan jólagávusmakk, tá súpan, fiskasúpan, verður serverað. Høvuðsrætturin, hin hvítasti toskur, ger havgangandi máltíðina, veidd á línu, fulkomna. Omaná toskinum er frityrustokt purra, og afturvið er søtt reytt pipar og aubergine salat við einum dismi av turrum fiski. Frískliga hvítvínið, sum í súrni fer eftir smakkálini sitrón, leim og greyp, er úr Galicia, og vit tosa um Bilbao í apríl sum ferðamál, beinleiðis í fyltum føroyskum flogfari. Omaná er karamellbudingur, snøgt avmáldur til høvið.



Kjakevnini við fiskaborðið og uppiá í køkinum hjá Savio í Barbara Fish House eru mong og kærkomin. Meðan dreingir og menn, oftast við fremmandari bakgrund, klára seg væl í føroyska køkinum, ja eru mest sum einaráðandi, og tryggja og foredla hevdvunna matgerðarlist í føroyska køkinum - takk fyri tað, ið nú kemur okkum til góðar sum jólagáva undir gómanum - er verri í skúlanum. Tað er sum amen í kirkjuni, at føroyski skúlin kopierar hin danska í forhold eitt til eitt. Einasti munur er, at føroyskur virðispolitikkur ger, at vit nevna kristini fyrst og ikki rúma øðrum átrúnaði, ja og so móðurmálið, føroyskt, sum tó enn gevur rúm fyri móðurmálinum úr móðurlandinum, donskum. Men nú kunnu vit læra nakað. Í Danmark hevur vinnulívið, Dansk Erhverv, í trý ár kannað næmingaúrslitini hjá 9. flokki á útvið túsund skúlum. Dreingir klára seg munandi verri enn gentur í donsku skúlaskipanini. Herheima havi eg í nógv ár eygleitt og skilt, eisini sum próvdómari fyri mongum árum síðan, hvussu grundleggjandi kynsbýttur skúlin er heilt frá lesing til evning, har mest sum eingin appelerandi mannlig fyrimynd er í nøkrum liði, hóast undantøk summastaðni eru. Meðan menn fyrr sótu á øllum samfelagstættum, tingsessum og nevndum og lótu alla makt ganga út frá skúlanum, ja og kirkjuni eisini, eru tað nú kvinnurnar, sum hava sett seg á skúlan og allar avleiddar tættir. Kanska er tað bara hin rættvísasta karma og einki annað enn payback time, so nú er slætt jólaborð okkara millum í hesi kynsbundnu gávutíð. Slætt námsfrøðiborð. Men danska vinnulívið sigur nú, at einoygda undirvísingin má steðga og virða bæði kynini, dreingir og gentur: ”Sæt forsøg i gang. Vi kan ikke leve med en skole, der i så høj grad appellerer mere til det ene køn. Derfor eksperimenter med forskellige tiltag, og lav systematiske evalueringer, så vi for alvor kan få skabt nye undervisningsformer, hvor også drengene bliver dygtige.”

So drøna vit niðan gjøgnum túnið úr Gongini, millum Pæsastovu og Klokkarastovu og niðaná Bringsnagøtu, fram við kirkjuni, har ljóst er og tey gera klárt til konsert í morgin, oman brekkuna í Vágsbotn og yvir í Reinsaríið, har vit uppiá finna eitt pláss millum kátar kollfirðingar, so vit síggja beint niður á vestmeningarnar Brim, ið hava styrkt seg við meksikanska gittaristinum við góðu røddini, Sergio Martínez Muñoz. Brimbardu vestmenningarnir, ið tvær ferðir hava verið í Cavern Club, sum upphongda baktjaldið avdúkar, í Liverpool á Beatles Week og fara aftur í avgust. Eg haldi eg tekni meg beinanvegin. Afturat meksikanaranum eru teir orkesturleiðarin Vagnur Streymoy, Jónsvein á Rógvu, Jóan Pauli Magnussen og Dávur Magnussen.  

Í langa setlistanum, sum sæst undir myndini av snúsdósini hjá bass-spælaranum, hefti eg meg við sangin og samanspælið millum Vagn og Sergio, sum er gutsy og harmoniskt, tá teir koma til She loves you yeah, yeah. Framúr. Inngangurin til Drive my car sannførir meg síðan um meksikanska klangin í fyrsta gittarljóðinum, ið er sum at hoyra Los Lobos og Stevie Ray Vaughan í einum splittsekundi. Og so koyrir tað víðari, og fær okkum at grunda yvir, hví vit hava felagssang og sangbøkur. Svarið er Beatles. Artistiskt og disiplinerað samanspæl á hægsta stigi, higani eg siti á loftinum. Meksikanski endin er La Bamba. Og so í Tarv at tosa um Kuba afturvið einum Pisco Sour. Var tað ikki fyri Fidel, so hevði oyggin verið perfekta ferðamálið. Í dag er oyggin eitt livandi dømi um, hvat fátækradømi kann gera við eitt fólk, ið er leitt á ørmundarhús og hevur mist alt, uttan trúnna. Gott at hava Liverpool í væntu í august saman við Eyðólvi og teimum.

Árni M. Dam frá Norðskála og “løgtingslimur eina løtu afturat” fyri Framsókn, sum hann sjálvur sigur, hevur fyri viku síðan skrivað og sett saman eitt informativt skjal um Suðuroyartunnil, har hann í viðheftu skjølunum eisini nemur við avbjóðingar sum fráflyting, ikki bara í Kuba, men eisini hjá okkum. Hann sigur: “Eisini hava vit trupulleika av fráflyting av ungum føroyingum, sum ikki betrar um demografisku støðuna Føroyar eru í.” Við støði í tølum frá Hagstovuni setur Árni henda sigandi graf inn um nettofráflyting, tá umræður føroyingar og útlendingar, seinastu tíggju árini:

Comments