Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tónleikur

Eyði syngur við Evu

Fríggjadagin í næstu viku, hin 24. mars, gevur 29 ára gamli Eyði Horsdal úr Havn út fyrstu heildarútgávuna, Songs with Eva , sum er talmerkt LP pláta, ið eisini kann stroymast. Til FMA kappingina leygarkvøldið var Eyði ein av tilnevndu spírunum. Nýggja plátan, sum Tutl gevur út, er í sjáldsama vøkrum gate fold húsa, ið Mirjam Jørgensen hevur sniðgivið. Húsin hevur í mínum hondum ein taktilan líkleika við klassisku pláturnar Live at Leeds hjá The Who og Harvest hjá Neil Young. Tað kennist gott, at hava eina ordiliga LP plátu í hondunum aftur. Klokkan nýggju sama kvøld fer Eyði at hava almenna stovukonsert inni hjá Elini Brimheim Heinesen í Magnus Heinasonargøtu 8 mitt í býnum.  Útgávukonsertirnar byrja tó longu hóskvøldið fyri í Reinsarínum kl 20:00, og halda fram í sølubúðini hjá Tutl fríggjadagin kl 16:30. Dagin eftir, leygardagin 25. mars, eru konsertir í Listaskálanum kl 16:00 og kl 20:30 í Tøting í Gøtu saman við Bjarka Hansen. - Fríggjadagin, sjálvan útgávudagin, er lagt upp til

ABBA á fiól

Christian Svarfvar, violinist . Soleiðis stendur á estetiskt reinu heimasíðuni hjá 40 ára gamla klassiska svenska tónleikaranum, sum eftir at hava spælt Bach í Abbey Road, Infinite Bach , nú heldur fram at spæla ABBA í bretska høvuðsstaðnum. Hann sæst til vinstru omanfyri. Í miðjuni er Benny Andersson og til høgru er Anders Berglund. Bach útgávan, sum eins og aðrar er á Spotify, er nógv spæld á øllum stroymingartænastum. Svenski forlagsstjórin, Måns Uggla, sum síðan hann fór at geva Sunleif Rasmussen út fyri tjúgu árum síðan, er íðin at senda mær upplýsingar um spennandi Naxos-útgávur, upplýsir í dag, at á nýggju útgávuni, sum kemur 14. apríl, fer svenski fiólspælarin at tulka Benny Andersson saman við London Philharmonic Orchestra.  Úrvalið er úr skiftandi skeiðum í lívinum hjá Benny, so sum ABBA, Chess og Kristina från Duvemåla. Heitið á útgávuni er The Symphonic Touch of Benny Andersson , og telur tólv løg, sum Anders Berglund hevur útsett.    - Benny Andersson har ett väldigt lyris

Hvør sangur er bestur?

Við ársenda taka vit saman um. Tað gera øll. Eisini starvsfólk, sum fáast við sangtekstir av øllum handa sløgum, summi ið bara lurta til gerandisbrúk og onnur, ið syngja í kóri innan og uttan kirkjugátt.  Men henda dag vildu vit røkka longur og gera eitt meira varandi yvirlit, nakað sum indiánarin, Unkas hjá Chingachgook, ið tók knívin fram og høgdi í stóra steyran við litaðu skurðmyndunum, sum eru verndardýr, ið skríða fram eftir jørðini og vit sjálvdan geva okkum far um. Vit gjørdu ein sang-totem-pela. Hvussu langt upp á steyran kunnu vit seta bestu føroysku sangir? Og hvørjir eru teir niðastu? Og hvat er tað, sum gera av, hvør plaseringin er? Eftir fleiri umskrivingar kom eitt slag av semju um bestu og ringastu sangir á talvuna. Sálmar hildu sær ovast á øllum variantum av listunum, tí at sangbøkurnar eru nógvar, og í stóran mun hava tær skapt málið, tann hjá Brøðrasamkomuni, sum kallast sangbók og ikki sálmabók, hóast hon í fleiri førum er identisk við Sálmabókina, er hin størsta í

Hans Jacob ger tekstir til Marius

  Hóskvøldið 17. november varð tiltakið “Skifti - Lívssøgur úr føroysku náttúruni” sett  í Kolshøll á Eiði. Leygarkvøldið eftir var konsert við Marius, har Hans Jacob Kollslíð eigur tekstirnar, sum kunnu lesast niðanfyri. Men Hans Jacob hevur eisini íbirt meir enn tað. - Orsøkin til, at eg eri her, er at Ellindur Egilstrøð hevur valt at givið málningunum, sum hann sýnir fram á hesari framsýningini, heiti úr tekstum, sum eg havi skrivað til løg hjá tónleikabólkinum Marius Ziska. Og eg má viðganga, at eg kenni meg ikki sørt stoltan og kanska eisini eitt sindur smikraðan av, at Ellindur hevur valt at gera tað. Tað er nevnliga soleiðis, at vit báðir, Hans Marius Ziska og eg, vóru nokkso nógv í iva um, hvørt tann fyrsti føroyski sangurin, sum vit skrivaðu saman, ikki var ov løgin at geva út. Frá 2005 høvdu vit skrivað enskar sangir saman, men í 2013 kom Hans Marius so við tí hugskotinum, at vit kanska áttu at roynt okkum á føroyskum. Hann sendi mær eitt lag, og eg setti meg at skriva orð. M

Playmo í Spania

Í dag er spanskur tjóðardagur, og helst er tað orsøkin til, at Dávur Poulsen í morgun varnaðist at hansara lag hevur verið spælt fyri hópin av fólki í Madrid í nátt. Dávur er av Strondum og býr í Fuglafirði. - Richie Hawtin, 52, er helst tann størsti tekno dj, sigur Dávur, sum hevur havt samband við hann síðan í juli, tá Hawtin fór at brúka løg hjá Dáva, sum í hesum høpi kallar seg Playmo.  Síðan Hawtin, sum er úr Kanada, kom fram í 1990’unum, hevur hann verið fremstur at skapa stílin minimal techno, serliga undir listanavninum Plastikman. Í tímalongum heimildarfilmi frá 2006 verður søgan søgd um Richie Hawtin. Dávur hevur fleiri ferðir verið í Grundini á G! - Eisini í 2019, tá tað gekk fínt, men sum vera man, rýmdu fólk til síðst at hoyra høvuðsnavnið á Sandinum, sum tað árið var Fat Boy Slim, sigur Dávur. Á G! skránni lýsa tey Dáva við hesum ensku stílistisku frøðiorðum: "Dávur’s style can be described as heavy and pumping, with inspiration from Detroit and Berlin."  Í apr

Dansur í kirkjuni

- Du er so glad, skal vi danse? spyr ein kórsangari og bjóðar mær út á gólvið í Havnar kirkju. Men nei, eg haldi ikki tað er rætta løtan, staðið ella høvið. Men tað ger birgi síðumaðurin, Jónheðin, sum eg havi dyrkað útgávur hjá Kirkelig Kulturverksted saman við síðani í áttatiárunum. Hann er limur í kirkjuráðnum á Argjum, so hann tekur ein vals í Havn. Bert fá eru møtt, mest sum eingin, til fríggjakvøldskonsertina hjá norska Solheimkoret úr Alf Prøysenlandi á Hamar og Lillehammer leiðini í Hedmark har suðuri í Noregi, eystanfyri fjøllini. Tað er gammeldansmesse og heystfagnaður úr katólskari tíð. Kórleiðari er Pernille Stramrud og føroyska Angelika Nielsen er við á fiól. Fyrr um dagin havi eg sæð kendar íslendskar filmsleikarar sum Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrún Gísladóttir í grannalagnum, tí saman við Kyk-Myndum hjá Jón Hammer skulu tey taka upp seinastu senu í einum íslendskum spælifilmi, Missir (Loss), sum Ari Alexander og Ergis Magnússon leikstjórna við støð

Úr Hank bókini: Alone and Forsaken

Í dag kom nýggi sangurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, Alone and Forsaken , á talgilda Spotify marknaðin, og fæst eisini sum vælstoypt grammofonpláta av vinylslagnum í Tutlhandlinum. Útgávan er av Voodoo Pop útgávurøðini, sum er upptikin í Nashville. Sangurin er ein sterk og innilig Hank Williamstulking við elgittaranum fremst fyri í døkku ljóðmyndini av einum 75 ára gomlum sangi, ið enn hevur universella kraft og styrki, eitt kvæði við mantriskari kraft, sum eingin annar hjá plátuskaldinum, ið eg enn seti í fremstu røð, Hank Williams.  Tikin upp og ljóðblandaður í Smoakstack studio, har Mike Fahey og Vance Powell, sum eru kendir frá Chris Stapleton og Jack White, húserað. Her er einki Hanky Panky. Alt er ektað og beint fram í ótamdari styrki uttan at fortapa seg í larmi við Noah Denney á trummum, Byron House á bass, Matt Stanfield á einum stuttliga punktuerandi ljómborði og Benjamin á gittar. Elegant avbjóðing, ið er loyst við bravour! Sangurin er ikki í dur, men í mol, í upp

Náði oman á náði

Í dag er hvítusunna, vit ynskja gleðiliga hvítusunnu og vit ynskja allari kirkjuni til lukku, tí hálvtrýss dagar eftir páskir hevur hon føðingardag, kirkjan. Tí var konsert í Vesturkirkjuni í dag við 73 ára gamla organistinum Iver Kleive og 61 ára gamla gittaristinum Knut Reiersrud og stóra Bach kórinum í Oslo, sum telur útvið 60 røddir. Umframt hina almennu kirkjuna, er høgtíðin so stór, at ein heil privatrørsla hevur tikið navnið til sín, hvítusunnusamkoman. Mentasøguliga stinga heitini so djúpt, at fyrr varð sagt pinsameinigheit, sum í grannalondunum, og ynskt varð gleðilig pinsafest. Veitsla hoyrdi teim, sum stóðu uttanfyri til, teim sum spældu harðan jazz á klaver, heldur enn lagaligt pumpiorgul, og tí vóru æviga fortapt, fyri ikki um at tala tey, ið praktisera barnadóp og konfirmatión, og tí kúga teir bíbilsku sannleikarnar, sum ein pinsaevangelistur skrivar í dag og heldur enn at gleðast ávarar um trúarligt forfall, nú vit eru í endatíðini: ”Í endatíðini ræður um at koma sær ve