Skip to main content

Náði oman á náði

Í dag er hvítusunna, vit ynskja gleðiliga hvítusunnu og vit ynskja allari kirkjuni til lukku, tí hálvtrýss dagar eftir páskir hevur hon føðingardag, kirkjan. Tí var konsert í Vesturkirkjuni í dag við 73 ára gamla organistinum Iver Kleive og 61 ára gamla gittaristinum Knut Reiersrud og stóra Bach kórinum í Oslo, sum telur útvið 60 røddir.

Umframt hina almennu kirkjuna, er høgtíðin so stór, at ein heil privatrørsla hevur tikið navnið til sín, hvítusunnusamkoman. Mentasøguliga stinga heitini so djúpt, at fyrr varð sagt pinsameinigheit, sum í grannalondunum, og ynskt varð gleðilig pinsafest. Veitsla hoyrdi teim, sum stóðu uttanfyri til, teim sum spældu harðan jazz á klaver, heldur enn lagaligt pumpiorgul, og tí vóru æviga fortapt, fyri ikki um at tala tey, ið praktisera barnadóp og konfirmatión, og tí kúga teir bíbilsku sannleikarnar, sum ein pinsaevangelistur skrivar í dag og heldur enn at gleðast ávarar um trúarligt forfall, nú vit eru í endatíðini:

”Í endatíðini ræður um at koma sær vekk frá allari falslæru, og søkja inn í sannleikarnar í Skriftini. At siga ja til boðskapin á pinsadegi, er samstundis at siga farvæl við heimin, barnadóp og konfirmatión!”

Meðan ein røð av gráum hernaðarskipum sigla beint úr Opinberingsbókini og fram við køksvindeyganum, er tað nakað hugtakandi við hesum predikantum, sum í svávulsroyki minna okkum á burturrykking, falslæru og endatíð, meðan onnur savnast og gleðast um tað, ið verðin hevur at bjóða. Tað er sum at síggja Breaking the Waves umaftur, frame by frame, úr Skotlandi. Og samstundis verða vit mint á týdningin av filmiskum virksemi og meistaraverkum sum áðurnevnda.

Og fara vit í ensku tunguna, so siga tey pentecostal fyri hvítusunnurørsluna, sum er úr grikskum, pentekosté, ið merkir hin hálvtrýssinstjúgundi, ið er dagurin eftir páskir, tá heilagi andin kom yvir lærusveinarnar í Jerúsalem, sum vit kunnu lesa um í Ápostlasøguni 2,1-13, ið aftur kann síggjast sum eitt aftursvar til babylónska forvirringin, tá eingin skilti onnur tungumál, sum Fyrsta Mósebók 11,1-9 sigur frá um, tá Bábelstornið varð bygt.

Soleiðis definera brúktu orðini gerandisliga veruleikan, burtur frá øðrum eina tíð, men fella sum frálíður inn í ein nýggjan normalitet, sum tíðin gongur, katolikkur, protestantur ella púra uttanfyristandandi í øllum skipaðum religiøsiteti við ella uttan dópi fyri óvitar ella vaksin, hóast ein gleðiliga rindar kirkjuskatt, sum í dag kom mær fleirfalt til góða, hvat so dagsins pinsaevangelistur sigur, har hann stendur sum ein inngrógvin tánegl á hesum náðiríka veitsludegi. 

Aftur til kirkjuna.

Tí í dag læt Vesturkirkjan dyrnar upp fyri eini hvítusunnukonsert av teim heilt óvanligu. Náði oman á náði, sum signeraða fløgan frá 2006 kallast. 

Úr Noregi eru komin so mikið sum 70 fólk, kór, tónleikarar og teknikarar, og kirkjan telur í dag lítið meir enn helvtina av áhoyrarum, íroknað serstakliga forstýrandi børn og hostandi gamlingar. Hví áhugin og respektin fyri framførsluni á so høgum støði er so lítil, undrar meg, tí hóast árið ikki er hálvrunnið, verður trupult at yvirtrumfa og -bjóða hesa kirkjuligu fagnaðarkonsertina á nøkrum palli í Føroyum. Tað vóru síðumaðurin og eg samdir um.

Konsertin, sum var eitt tekniskt meistarastykki og vardi útvið tveir tímar, var skipað sum eitt gigasjov, eins og fyri bretsku drotningini í gjárkvøldið, men í hesum føri fyrst og fremst við Bach, ið leiddi okkum gjøgnum kirkjuárið, høgtíðirnar og árstíðirnar, men eisini gjøgnum norðurlendsku tónleikahevdina av fólksliga slagnum, altjóða evergreens sum What a wonderful World, og teir sálmar, sum vit hava mestan tokka til á okkara leiðum, so sum Hin signaða dag, Kirkjan hon er eitt gamalt hús, Verð tú hjá mær nú náttin kemur á og Vár Gud er føst og haldgóð borg

Men allarbest dámdi mær, tá Knut Reiersrud, uttan plektara hugsi eg, kom uppí við gittaranum. Fyrst tí grøna elektriska Fender, og síðan slide á knøunum og so akustiskum gittara, við skógvatrampi og øðrum gittarlicks afturvið, so sum at blása á streingirnar og at væta fingrarnar og lata teir renna eftir gittarkroppinum upp og niður. Ein out of his body uppliving, serliga tá hann framkallaði dronuljóð, ið eins og hjá Hendrix sleptu bumbum yvir tey óseku og uttan at eitt orð varð sagt, fekk teg at hugsa um Ukraina. Sterkari verður hvítusunnuboðskapurin, tá eg hoyri, at hetta er bluesklassikarin Ain’t No Grave frá 1934, sum Claude Ely skrivaði. Eg havi ikki verið so kirkjuskakaður í lívinum, uppá tann góða mátan altso, sum afturvið hesum sangi, har Knut Reiersrud eisini sang og mint meg á, tá hann spældi upp móti Juldeh Camara í Gambia og teir møttust í eksakt sama sangi, Baby Please Don’t Go, úr hvør sínum heimsparti, Tobakobe á málinum í Gambia. Onkuntíð stendur verðin still og tú fært tann tankan, at tú eigur at verða andliga skipaður og ganga í kirkju. Í hvussu er ein dag í senn. Og ikki eri eg liðugur at hugsa tankan, so skiftir Reiersrud yvir í He’s Got The Whole World In His Hands. Ikki á nakran hátt eksalterað, men beherskað, so boðini koma tvífalt so sterk út til áskoðaran. 

Tað var Jónheðin Tróndheim, sum í gjár vísti mær á, at organisturin Iver Kleive og gittarleikarin Knud Reiersrud, sum báðir eru úr Noregi, eru her, og fóru at hava konsert saman við Bach kórinum í Oslo, sum Kleive hevur stjórnað í meir enn trý áratíggju.

Við til forsøguna hoyrir, at Jónheðin var teknikari í Útvarpinum, tá Náttarravnssendingarnar byrjaðu sum eitt skemtieksperiment í telduni uppi á loftinum í Tórsbyrgi against all odds mitt í kreppuárunum fyrst í hálvfemsunum. 

Tá hevði eg eisini havt sendingar við norðurlendskum tónleiki og mentanarsendingar, har eg eins og Jónheðin altíð vendi aftur til upptøkur hjá norska plátufelagnum Kirkelig Kulturverksted, sum enn eru mínir favorittar, ikki bara í konsepti, tá tónleikur verður vinklaður til útgávu. 

Til dømis úr State of the Union taluni hjá amerikanska forsetanum, George W. Bush, um The Axis of Evil, ið taldi 3900 orð í 2002, og Knud Reiersrud setti saman til útgávu við fjúrtan mótsangum, við heitinum Vuggesanger fra Ondskapens Akse. 

Og so var tað í ljóðarbeiði, har tey skaptu eina heilt serliga traditión við akustiskum ljóði í turrum norskum trækirkjum, ið elvdu til eitt ólitað og ektað broyskni í endurgivnu ljóðmyndini, ið var crisp, samstundis sum talgildir miðlar troðkaðu hevdvunnu analog miðlarnar við vinyl plátum út av marknaðinum við svulstigum dynamikki hjá Guns’n’Roses ístaðin fyri hin kirkjuliga, sum The Trinity Sessions hjá kanadisku Cowboy Junkies. Kanska koma teir aftur, broysknu analogmiðlarnir, ið ikki bara seta sær dynamikk fyri í luftfalli eitt til eitt, eins og elbilarnir nú aksellerera frá null til hundrað eftir ongari tíð, men heldur dyrka eina organiska ljóðmynd, ið ljómar av rúmi og felagsskapi.

Erik Hillestad (f.1951) í Kirkelig Kulturverksted skrivar í eini NRK-tíðargrein frá 2015, sum er endurgivin í bókini En ny kirkelyd: Grunntoner i den norske kirkemusikken på 2000-tallet, at ”Salmer er også blitt breddekultur. Det har ikke alltid vært slik. I min barndom på 50- og 60-tallet sang vi salmer på skolen og kunne daglig støte på dem i morgenandakten i radioen. Men for de fleste var sjangeren forbundet med noe påtvunget, med pugging i kristendomstimene og dannet oppførsel i begravelser eller ved barnedåp. Akkompagnementet var oftest gitt: Piano eller orgel, om ikke et kor sang dem uten tonefølge.”

Høvundarnir, sum eru Ole Marius Hylland og Heidi Stavrum, byrja bókina sum er vísindaliga grundað og lýsir kirkjutónleik í Noregi í dag, við einum sitati frá norska høvundanum Lars Saabye Christensen (f.1953):

”I det samme begynte organisten å spille. Og gåsehuden sprang ut på skjelettet mitt. Det var en blå bølge av lyd, en dønning og et dragsug gjennom kirkerommet. Jeg var sandpapir og trekkpapir på én gang, svamp og tavle. Det var Bachs Toccata, d-moll, tvilerens og elskerens toneart. Lenge var det siden jeg hadde hørt noe så vakkert og det gjorde noe med meg, glemt var søvnløshet og hunder, fugledans, golf og torskehoder, glemt var mor og far og de hule metronomer. Jeg kom i et annet sinn, disse metalltungene snakket til meg, til mitt innerste; denne musikken, båret fra hånd til hånd, løftet gjennom århundrer og som nå steg i instrumentets luftkanaler og piper, berørte meg, som om en sommerfugl hadde landet på mitt pussige hjerte. Og er det ikke like sant det som Thomas Aquinas sa, at orgelet løfter sjelene mot det høye? Jo, like sant er det” (Jubel 1995).

Gleðiliga hvítusunnu og takk fyri óvæntaðu kirkjukonsertina!