Christian Svarfvar, violinist. Soleiðis stendur á estetiskt reinu heimasíðuni hjá 40 ára gamla klassiska svenska tónleikaranum, sum eftir at hava spælt Bach í Abbey Road, Infinite Bach, nú heldur fram at spæla ABBA í bretska høvuðsstaðnum. Hann sæst til vinstru omanfyri. Í miðjuni er Benny Andersson og til høgru er Anders Berglund.
Bach útgávan, sum eins og aðrar er á Spotify, er nógv spæld á øllum stroymingartænastum.
Svenski forlagsstjórin, Måns Uggla, sum síðan hann fór at geva Sunleif Rasmussen út fyri tjúgu árum síðan, er íðin at senda mær upplýsingar um spennandi Naxos-útgávur, upplýsir í dag, at á nýggju útgávuni, sum kemur 14. apríl, fer svenski fiólspælarin at tulka Benny Andersson saman við London Philharmonic Orchestra.
Úrvalið er úr skiftandi skeiðum í lívinum hjá Benny, so sum ABBA, Chess og Kristina från Duvemåla. Heitið á útgávuni er The Symphonic Touch of Benny Andersson, og telur tólv løg, sum Anders Berglund hevur útsett.
- Benny Andersson har ett väldigt lyriskt sätt att skriva som passar sig väldigt väl på fiolen, just för att det är så melodiöst. Jag har alltid haft en relation till Bennys musik. Abba förstås, men kanske än mer hans vackra alster från musikalvärlden, Chess inte minst, sigur fíólspælarin, Christian Svarfvar, við svenska útvarpið, nú spennandi savnið kemur út.
Christian, sum hevur verið frammi síðan hann var tólv, er úr eini virknari tónleikafamilju. Pápin er konsertmeistari, mamman er fíólpedagogur og systurin spælir í Kungliga Filmharmonikarna. Einki er at taka seg aftur í, at Christian Svarfvar er ein stjørna á konsertpallunum og darling í miðlunum, sum markleyst breiða út klassiskan tónleik, just like pop. Og tað dámar mær væl. Tónleikur, sum fer um øll mørk.