Í dag kom nýggi sangurin hjá Benjamin Petersen, Son of Fortune, Alone and Forsaken, á talgilda Spotify marknaðin, og fæst eisini sum vælstoypt grammofonpláta av vinylslagnum í Tutlhandlinum. Útgávan er av Voodoo Pop útgávurøðini, sum er upptikin í Nashville.
Sangurin er ein sterk og innilig Hank Williamstulking við elgittaranum fremst fyri í døkku ljóðmyndini av einum 75 ára gomlum sangi, ið enn hevur universella kraft og styrki, eitt kvæði við mantriskari kraft, sum eingin annar hjá plátuskaldinum, ið eg enn seti í fremstu røð, Hank Williams.
Tikin upp og ljóðblandaður í Smoakstack studio, har Mike Fahey og Vance Powell, sum eru kendir frá Chris Stapleton og Jack White, húserað. Her er einki Hanky Panky. Alt er ektað og beint fram í ótamdari styrki uttan at fortapa seg í larmi við Noah Denney á trummum, Byron House á bass, Matt Stanfield á einum stuttliga punktuerandi ljómborði og Benjamin á gittar. Elegant avbjóðing, ið er loyst við bravour!
Sangurin er ikki í dur, men í mol, í upprunaupptøkuni skorin inn á bein við einsamallum akustiskum gittara og eyðkendu berligu røddini hjá yrkjaranum sjálvum, the Hillbilly Shakespeare, hvørs eyðknevni kemur til sín rætt sum hvørki fyrr ella seinni í júst hesum sangi, tí skipanin og ørindalagið er mest sum ein sonetta.
Í bókmentafrøði verður sagt, at sonettan er eitt slag av lýriskari yrking við samansettum rími, vanliga fjúrtan fimmføttar jambiskar ørindisreglur í fýra ørindum, talmerkt 4+4+3+3 reglur, við fyrimynd í sonettum hjá Shakespeare.
Úr ongum hópa orðini hjá Hank Williams seg upp í sanginum Alone and Forsaken, reglu fyri reglu og eksplodera í einum niðurlagi, sum í fyrstu reglu hevur eina bíbilska referansu til krossfesting og Jesu seinastu orð Alone and forsaken by fate and by man.
Í triðja ørindi eru útgangsorðini í kærleiksyrkingini um svik: Each vow was a plaything that she threw away. Og hetta við plaything ger Benjamin til nakað persónligt og gyklar fram eina gittarsolo, a plaything. Stórt er tað, at vága sær at syngja Hank Williams, og at leggja eina varisliga nýtulking omaná. Tað skapar meirvirði í Hank Williams klubbanum.
Við fleiri enn 130 sangum er Hank Williams millum størstu plátuskøld, heimurin hevur kent. Upprunaliga sang hann henda sang í eini útvarpsstøð í Louisiana í 1948-49. Uttan strúkarar og annað pynt, gav MGM ósminkaðu upprunaupptøkuna út á plátu í 1955. Tá hevði Hank Williams verið deyður í tvey ár. Søgan um útgang hansara úr hesi trongsilsins verð er ofta tikin fram í prædikum, og hevur tryggjað dómadagssangum hansara ævigt virði.
Á hinari síðuni í komplettu sangbókini hjá Hank Willims stendur hesin.