Skip to main content

Dansur í kirkjuni

- Du er so glad, skal vi danse? spyr ein kórsangari og bjóðar mær út á gólvið í Havnar kirkju. Men nei, eg haldi ikki tað er rætta løtan, staðið ella høvið.

Men tað ger birgi síðumaðurin, Jónheðin, sum eg havi dyrkað útgávur hjá Kirkelig Kulturverksted saman við síðani í áttatiárunum. Hann er limur í kirkjuráðnum á Argjum, so hann tekur ein vals í Havn.

Bert fá eru møtt, mest sum eingin, til fríggjakvøldskonsertina hjá norska Solheimkoret úr Alf Prøysenlandi á Hamar og Lillehammer leiðini í Hedmark har suðuri í Noregi, eystanfyri fjøllini. Tað er gammeldansmesse og heystfagnaður úr katólskari tíð. Kórleiðari er Pernille Stramrud og føroyska Angelika Nielsen er við á fiól.

Fyrr um dagin havi eg sæð kendar íslendskar filmsleikarar sum Þorsteinn Gunnarsson, Sigurður Sigurjónsson og Guðrún Gísladóttir í grannalagnum, tí saman við Kyk-Myndum hjá Jón Hammer skulu tey taka upp seinastu senu í einum íslendskum spælifilmi, Missir (Loss), sum Ari Alexander og Ergis Magnússon leikstjórna við støði í søgu hjá Guðberg Bergsson, har fyrsta tag-line sigur: "Hann sefur aldrei. Hann vakir ekki heldur. Hann sér sjálfan sig liggja í rúminu milli svefns og vöku. Vatnið suðar í katlinum."  Mín gamli vinur Frikki, Fridrik Tór Fridrikson, framleiðir. Don’t get my crew drunk, skrivar hann á Facebook, tá hann sær, at eg posti Henning Sommerro, sum í mai fór um 70, við urguna á loftinum í Havnar kirkju, á Facebook.

Norska Solheimkoret leggur fyri við Syllabyam hjá eins hárfagra og Frikki, Edvard Hoem, 73, mínum yndis sálmaskaldi á plátu. So skifta tey til Sommerro og syngja Vårsøg, sum øll, ið hava lurtað eftir NRK kenna. Vårsøg. Fremsti norski sangur framførdur fyri mest sum tómari kirkju. So blíva tey persónlig og murrisyngja Göta, sum Peder Karlsson komponeraði, tá hann var á Listastevnu Føroya við The Real Group og bleiv púra burtur í Eivör. So púra, at hann endaði á forsíðuni á Dimmu og Oddvá og eg máttu fara til Gøtu at verða anstandsdámur.

So kemur Henning Sommerro niður á gólvið og syngur fyrsta ørindi av Vindens Hjul, so vit fáa tað í oyrað, sum hann sigur. Teksturin, sum er eftir Johan Falkberget, er fotokopieraður og deildur út til tey møttu.

Kórverkið er eins og fløgan Vindens Hjul frá 1996 við kyrie, gloria, credo, sanctus, benedictus, agnus dei og at enda felagsangi, ein karmur um gamla norska messuhevd, gammeldansmesse, á bygd við fíól og valsi afturvið improvisatiónum hjá serliga 72 ára gamla saksofonspælaranum, John Pål Inderberg, sum í ár hevur fingið Kongens Fortjenestemedalje og er professari á jazzlinjuni á lærda háskúlanum NTNU. Og so spælir hann saman við trummuspælaranum Stein Inge Brækhus, ið eg havi havt samband við, síðan hann vitjaði her saman við Bjørn Eidsvåg í 1992. Inderberg, ið hevur spælt saman við Sommerro síðan aldarskiftið, hevur eisini spælt saman við Chet Baker, Gil Evans og Chick Corea, og er serliga inspireraður av svenska Lars Gullin, sum onkuntíð var at hoyra í Útvarpinum fyrr. Í dag er jazztøgn á tí staðnum, og bert fá geva hesi stjørnu gætur, sum improviserar í øllum kirkjurúminum og eisini brúkar búkin og kroppin sum trummu.

Spildurnýggja plátuhúsan omanfyri, Radio fra ura, gjørdi Håkon Bleken, 93, sum fær meg at sakna prentlistarliga miðilin, sum LP plátuhúsin var fyrr. Serliga vóru tað The Who, sum við útgávuni Face Dances í 1981 í alt størri mun minna meg á henda mista og horvna miðil og listapall, LP plátuhúsan. Kanska kemur hann aftur. Hesar báðar norsku plátur og heimliga virksemið hjá Tutl bera varislig vitni um tað.

Meðan kórið ger ljóð av vindi, kemur unga Sanna Bæk Hoydal fram eftir gólvinum, sum er pallurin fyri kirkjukonsertini hetta fríggjakvøld í Havn. Uttan fylgispæl syngur hon favorittin hjá øllum norðmonnum í Føroyum, Harra Gud títt dýra navn og æra, og so Hægstur heilagi andi, sum er eykanummar, ið endar stórfingnu konsertina, sum klaksvíkingar kunnu gleða seg til í Christianskirkjuni sunnukvøldið kl 20:00. Tá fer Solheimkoret at syngja saman við kórinum í Christianskirkjuni so tilsamans 70 sangarar vera við. Konsertin í Havn vardi 80 minuttir.

Niðanfyri er Petra Iversen avmyndað, tá hon sang saman við John Pål Inderberg, saksofon, og Henning Sommerro, flygil, í Tróndheimi á einum Petter Dass seminari á Ringve museum, har kvøðarar úr øllum Noregi savnaðust í 2016. Petra var gestasangari og fekk heiðurin at standa á palli saman við báðum stjørnunum, sum nú eru í Føroyum saman við Solheimkórinum.

Aftaná konsertina í Havnar kirkju fríggjakvøldið hevði norski konsulin, Petur Even Djurhuus, móttøku, har kórið sang mín favoritt úr øllum kataloginum hjá Kirkelig Kulturverksted: Den fattige gud við orðum hjá Edvard Hoem og lagi hjá Henning Sommerro. Tað er enn mín besta fløga í savninum. Sumt eldist ikki, hóast fá møttu til hesa konsert, sum eins og konsertin við Iver Kleive og Knut Reiersrud í Vesturkirkjuni í juni, yvirhøvur ikki var lýst. Tá fái eg huga at sitera eitt danskt grafitti: ”Tænk om der blev krig og ingen mødte”. Hugsa tær, at fremstu norsku stjørnurnar koma higar, og eingin sá tær. Hví skulu vit tá hava oyru? Nei, eg bar spyrji, um ikki ein partur av skapanarverkinum varð gloymdur við hesi bæði kirkjuligu konserthøvi í Havn. Haldi, vit eiga at lata kirkjunum pengar og førleika til upplýsing. Tað manglar í Havn.